Møguleikarnir eru nógvir. Tú skalt bara finna teir.
Orðini eigur havnarmaðurin Eyðun Dal Christiansen, sum sipar til sítt arbeiði. Í fleiri týdningum skal tað vísa seg.
Eyðun hevur nýliga lagt síðstu hondina á eitt stórverk úr gróti hjá einum privatum húseigara í Havn.
Talan er um einar snúðtrappur og ein garð úr føroyskum gróti, sum víkur fullkomiliga frá tí, vit vanliga síggja laðað.
Kantarnir eru skornir, so laðingin líkist einum putlispæl. Flatan úteftir er náttúrlig, hvørki brotin ella sagað, og tað gevur eitt serligt spæl í grótinum, sum sjáldan sæst í slíkari samanseting.
Handtiknir steinar
Ein grundleggjandi partur av arbeiðnum er at velja grótið. Eyðun hevur verið sjey ferðir í Porkeri og hevur gingið frá steini til stein og pilkað út.
- Hvør einasti steinur er handtikin, og eg havi gjørt mær stóran ómak at velja út. Tað er best, tá teir akkurát hava skotið í grótbrotinum. Menninir har suðuri hava verið ótrúliga hjálpsamir og hava eisini rist mær grótið út, tá eg eri komin, so tað hevur verið lagamanni hjá mær at valt burturúr, sigur Eyðun.
Tað hevur verið eitt upplivilsi í sær sjálvum at gingið fyri sjálvan í Suðuroy. Vakra náttúran gevur íblástur, og grótið í Porkeri heldur hann vera nakað heilt serligt.
- Grótið liggur í fláum, og tú sært, hvussu tað er stadnað. Tú fært næstan eina kenslu av, hvussu grótbræðingin er tornað, alt eftir hvussu veðrið hevur verið. Onkrastaðni hómast, at tað hevur verið nógvur vindur, tí bræðingin líkasum rennur eftir steininum, og aðrastaðni er tað sum bleytir ringar í einum vatni, ið er órógvað av einum lítlum fleyri. Yvirflaturnar eru so ymiskar, og tað hóskar væl til tankan aftan fyri mína laðing. Steinarnir ráða fyri ein stóran part sjálvir, hvussu endaliga úrslitið kemur at síggja út, sigur Eyðun Dal Christiansen.
Tað sæst aftur, nú trappan og garðurin standa liðug. Tað er mest álíkt einum listaverki. Litspælið er fantastiskt, og vinklarnir á steinunum eru sera ymiskir. Sum eitt slag av litfagrari kubismu. Onkur steinur er bláur og svartur, onkur annar grønbrúnur og innímillum eru teir rustreyðir. Leystliga mett eru einir 3000 steinar, og at síggja til er ikki ein eins.
Hart arbeiði
Hvaðani áhugin fyri gróti og laðing kemur, veit Eyðun ikki at siga. Hann er sjálvlærdur og byrjaði við at laða garðin heima hjá sær sjálvum í frítíðini.
- Eg arbeiddi á Elektron, men fekk hug at royna okkurt heilt annað. Eg leyp bara útí tað, og eg havi ongantíð angrað síðan. Hvaðani tað kemur frá, veit eg ikki. Abbi mín hevði góðar hendur, so kanska tað er íborið. Tað er eisini ein spurningur um, hvat tú setir teg føran fyri, og um tú torir at bjóða tær sjálvum av, sigur Eyðun.
Hann royndi ymiskar hættir, byrjaði við meitli og fór yvir til borimaskinu men knústi leiðirnar. Onkur viðmælti honum at brúka vinkulslípara at skera við, og síðani menti tað seg so líðandi. Fyri at samansetingin ikki skal vera ov bein, slær hann kantarnar, og tað hevur eisini víst seg at geva eitt ásýnt árin, við tað at steinarnir torna ymiskt, tá tað hevur regnað.
Onkur man hava sagt onkrum, hvat hann tókst við heima við hús, tí ein dagin kom ein fyrispurningur. Og nú tað er liðugt, hevur hann arbeitt tað mesta av einum ári við hesum listarliga grótverkinum.
Eyðun Dal Christiansen hevur eisini fingist nakað við at málningar, men tað er lítið komið á lørifti, síðan hann fór at laða av álvara.
- Eg eri ofta troyttur, tá dagurin er liðugur, so ongar kreftir eru eftir til at fara undir nakað annað. Hinvegin so sleppi eg at vera kreativur nærum hvønn dag nú, og tað er eg lukkuligur fyri, sigur Eyðun.
Óendaligir møguleikar
Tá hann arbeiddi á skrivstovuni ein góðveðursdag, bíðaði hann bara eftir, at arbeiðsdagurin varð liðugur, so hann kundi sleppa út at putlast og stressa av á tann hátt.
- Nógv sita á einari skrivstovu, tí tey noyðast fyri at fáa tað at hanga saman. Eg hevði góða løn, men treivst ikki. So fór spurningurin at troka seg á: Hvat gerst tú her? So segði eg upp, uttan eg rættiliga visti, hvat eg kastaði meg út í. Men eg trúði uppá, at okkurt fór at koma. Tað er sum við grótinum: Møguleikarnir eru óendaligir, tú skalt bara finna teir røttu, sigur Eyðun Dal Christiansen.
Hansara fyrsta stóra uppgáva er liðug. Hvat tað næsta verður, veit hann ikki. Men hann stúrir ikki fyri, at hann onki fær at gera.
- Eg vil gjarna gera fleiri slík arbeiði, men tað skal helst vera soleiðis, at tað liggur ein avbjóðing í tí. Eg vil vera við til at sniðgeva og skapa verkið saman við rátilfarinum, sum hevur so nógv at siga.