miðbýnum. Ráðgevar eru settir at leggja til rættis arbeiðið at reinsa Havnará og at fáa beint fyri kloakkluktinum í miðbýnum. Áðrenn arbeiðið at reinsa kloakkirnar eystan fyri Havnará byrjar, veðrur oyðiblað borið [...] hevur boðið arbeiðið at spula og filma kloakkirnar út. Og felagið FKSSlamson vann útboðið. Arbeiðið at spula og eftirkanna kloakkirnar byrjar mánadagin 9. apríl. Tá fer ein rottangabilur at reinsa kloakkirnar [...] standi tær eru í, boðar kommunan frá. Umframt at spula kloakkirnar verða tær eisini filmaðar og støðulýsing gjørd til tess at nágreina, hvørjum standi kloakkirnar eru í, og hvar ábøtur eru mest átrokandi. Tórshavnar
víst á, at tey megna ikki sjálv at loysa henda stóra mangulin av bústøðum. Nógv hava eisini funnist at teimum privatu, tí tey ikki taka størri lut í at loysa henda trupulleikan. Men tað er eyðsæð, at tá ið [...] á, at kommunurnar hava biðið um møguleikan at byggja leiguíbúðir. Jú, gaman í, summar kommunur hava tosað um tað, men eitt annað ynski er frá Tórshavnar kommunu, og møguliga øðrum kommunum við, at fáa [...] fáa heimild at geva privatum somu treytir sum Bústøðum. Tað almenna noyðist ikki at gera alt í Føroyum. Loysnin, ella ein byrjan til loysnina, kann vera so einføld sum at geva privatum og almennum feløgum
Løgtinginum, sigur, at hetta er ein avtala, sum er gjørd við serlæknarnar, og tí vita vit, at útreiðslan fór at koma, og sostatt eiga vit at seta hana á fíggjarlógina, tí hon eigur at vera har. [...] hevur Løgtingið samtykt at játta peningin, so at læknarnir fáa lønina, teir eiga til góðar. Tað var í evstu løtu, áðrenn fíggjarlógin varð endaliga samtykt, at samgongan gjørdi av at játta peningin, og tað [...] frá so brádliga, samstundis sum at peningur ikki er tøkur til onnur átrokandi endamál, eitt nú til at hjálpa teimum, sum eru allar ringast fyri. Eitt dømi um tað, er, at avvenjingartilboð til ungar rús
ikki bara at bíða eftir honum. Eg ivist ikki í, at dreingirnir fara at megna at spæla væl hesar komandi dystirnar, inntil Peter Krogh kemur at styrkja okkum. Skive fH kunngjørdi fyrr í dag, at sáttmálin [...] gleða okkum at fáa Peter Krogh heim aftur. Sum tey siga, úti er gott, men heima er best. Eg ivist ikki í, at tað er H71-familjan, sum dregur, sigur Sonni Larsen. Hann sigur, at hann væntar, at Peter Krogh [...] Skive fH sigur í tíðindaskrivi, at tað eru familjuviðurskiftini, sum gera, at hondbóltsspælarin flytur aftur til Føroya. - Tað hevur verið torført hjá lítlu familjuni at venja seg við donsk viðurskifti
til at taka undir við uppskotinum við hesum grundgevingum. "Meirilutin metir, at broytta orðingin í § 14, stk. 2 tryggjar, at kirkjan framhaldandi sjálv kann taka avgerðir viðvíkjandi málinum at signa [...] sjálvræði at skipa egnu innaru viðurskifti síni. Meirilutin tekur undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað. " Minnilutin - tað er Bjørn Kalsø - er hinvegin Løgtinginum frá at samtykkja [...] fyri kirkjuráðslimir og Prestafelagnum, har víst verður á, at tað er skeivt at blanda borgarligt lógarsmíð og kirkjuligt lógarsmíð saman, og at fólkakirkjan verður drigin inn í politiskar avgerðir, ið ikki
grundgeving er at fáa, sigur Andrea á Rípuni. - Sum nú er sær svart út, tí mentamálaráðharrin hevur sagt, at serøki fær ikki fleiri tímar. Málið hjá fólkaskúlanum er, at hann skal vera øllum næmingum at frama, [...] og tí málinum er ringt at røkka. Lætt er at skriva, at skúlin er fyri øll, men verri er at finna neyðuga fígging, sigur Andrea á Rípuni. [...] sigur, at tá lærarar og skúlar kæra sína neyð til Sernám ella Mentamálaráðið, er svarið hitt sama hvørja ferð. - Tit fáa ikki fleiri tímar, tit mugu brúka teir betri, ið er tað sama sum at siga, at vit skulu
burtur frá at brúka hetta heitið. Tað er umráðandi fyri okkum, at ítróttur og rørsla er í miðdeplinum, og tí fara vit framhaldandi at arbeiða fyri at geva føroyinum, ið bera brek møguleikan at røra seg og [...] verður brúkt framyvir. Næsta stigið verður at gera nýggja heimasíðu, og annars upplýsa um nýggja heiti, og virksemi undir Parasport Føroyar. Vit vóna at fólk fara at taka væl ímóti nýggja navninum, og taka [...] Seinasta árið hevur ÍSB arbeitt við at finna nýtt navn og búmerki, ið kann lýsa samleikan hjá sersambandinum á ein jaligan og upplýsandi hátt. Nýggja navnið var klárt at leggja fram fyri ein eykaaðalfund
og endamálið við tí er at tryggja, at samkynd pør, sum eru borgarliga vígd, ikki skulu kunna krevja at sleppa í kirkjuna at fáa hjúnabandið vælsignað. Tá ið Løgtingið samtykti at samkynd pør skuldu kunna [...] nú fer at biðja Løgtingið samtykkja Men tað merkir ikki, at kirkjan ikki kann vælsignað hjún, sum eru borgarliga vígd. Men nú verður tað gjørt greitt, at nú verður tað ein innanhýsis spurningur at gera av [...] næstum fer Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, at leggja uppskot fyri Løgtingið um at avtaka rættin hjá hjúnum, sum eru borgarliga vígd, at fáa teirra hjúnalag vælsignað í kirkjuni. Uppskotið er
fatan, at hann gevur seg út fyri at vera tann moralski yvirmaðurin, halda tey í Humanistafelagnum. Tey halda, at páhaldið um, at hjúnabandið skal vera tann stovnur, har børn verða sett í verðina og at hjúnabandið [...] Vit vita at børn koma til í verðina óheft av hjúnabandinum, og at stovnurin í sær sjálvum, ikki er grundleggjandi fyri okkara samfelag, hóast hann er sambindandi, siga tey. Tey staðfesta eisini, at ein familja [...] Samstundis vísti prestur á, at ótrúskapur, samkyndleiki, fosturtøka og porno eru beinleiðis hóttanir ímóti hjúnabandinum. – Tað er bæði ódámligt og óneyðugt av presti at fara eftir fosturtøkuni, tí prestur
siga, at tá góðar tíðir eru, brúkar tað almenna eisini nógvar pengar. Tjóðbankin sigur, at hetta ger einki fyri at gera búskaparligu menningina í Føroyum støðuga. - Hetta mynstrið sær út til at endurtaka [...] skal gerast við at útseta almennar íløgur. - Tjóðbankin metir tí, at yvirskotið í almenna fíggjarpolitikkin skal vaksa skjótari enn ætlað. Landsstýrið og kommunurnar eiga at umhuga at útseta partar av [...] vísir eisini á, at játtanin hjá føroysku kommununum til infrakervi eru øktar við 20 prosentum seinasta árið. Tjóðbanking mælir í staðin til, at man ger sær dælt av góðu gongdini til at spara nakað av peningi