Nú kemur hjúnabandslógin aftur í tingið

Mentanarnevndin í Løgtinginum legði í gjár fram álit í uppskotinum um hjúnabandslógina. Meirilutin - tað er Hanna Jensen, Kristianna Winther Poulsen, Óluva Klettskarð, Katrin Kallsberg og Jónleif Johannesen - mælir Løgtinginum til at taka undir við uppskotinum við hesum grundgevingum. 

 

 

 

"Meirilutin metir, at broytta orðingin í § 14, stk. 2 tryggjar, at kirkjan framhaldandi sjálv kann taka avgerðir viðvíkjandi málinum at signa borgarliga gift. Ásetingin gevur hvørki boð ella forboð, men virðir kirkjunnar sjálvræði at skipa egnu innaru viðurskifti síni. Meirilutin tekur undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað. "

Minnilutin - tað er Bjørn Kalsø - er hinvegin Løgtinginum frá at samtykkja málið. Bjørn Kalsø sigur millum annað:  

 

 

 

"Hesin minnilutin vísir til hoyringsskrivið frá Føroya Stiftstjórn, Felagnum fyri kirkjuráðslimir og Prestafelagnum, har víst verður á, at tað er skeivt at blanda borgarligt lógarsmíð og kirkjuligt lógarsmíð saman, og at fólkakirkjan verður drigin inn í politiskar avgerðir, ið ikki viðvíkja kirkjuligum viðurskiftum.

Harumframt átti politiska handverkið at verið betri og meira álitisvekjandi, m.a. við at tikið allar avvarðandi partar í kirkjuliga landslagnum við í arbeiðið frá byrjan soleiðis, sum kirkjan fekk lyfti um frá politisku skipanini, tá hon var yvirtikin í 2007.

Hesin minnilutin harmast um, at samgongan hevur nýtt hjúnabandslógina sum amboð í hesum máli. Heldur átti aðrar loysnir, sum ikki høvdu órógvað innaru viðurskiftini í fólkakirkjuni, at verið nýttar í arbeiðnum at tryggja samkyndum neyðug borgarlig rættindi. "

 

 

 

Uppskotið kemur fyri tingið aftur fríggjadagin.