Andrea á Rípuni, nevndarlimur í Føroya Lærarafelag, rópar nú varskó um umstøðurnar hjá teimum veikastu næmingunum á skúlanum. Tað ger hon í seinastu útgávuni av Skúlablaðnum og á heimasíðuni hjá blaðnum.
- Tímarnir fækka, uttan at man fær nakra fakliga ella pedagogiska grundgeving, sigur hon og eftirlýsir samstundis, at fleiri tímar verða játtaðir til serøki.
- Sami trupulleiki er í allari tímajáttani, ið kemur frá Sernámi. Serøkið er so niðurpínt, at tað fær valla verið verri. Eg ivist ikki í, at alt sær fínt út í einum rokniarki, men vit, sum skulu vera um hesar næmingar hvønn dag, vit síggja tað øðrvísi, sigur Andrea á Rípuni.
Hon sigur, at tá lærarar og skúlar kæra sína neyð til Sernám ella Mentamálaráðið, er svarið hitt sama hvørja ferð.
- Tit fáa ikki fleiri tímar, tit mugu brúka teir betri, ið er tað sama sum at siga, at vit skulu vera meiri effektiv, sum um vit eru eitt virki, sum skal geva yvirskot, sigur hon. Samstundis, sum hesi eru boðini, verður tímatalið skert, tí sambært rokniarkinum er hetta tímatalið hitt rætta. Eingin faklig ella pedagogisk grundgeving er at fáa, sigur Andrea á Rípuni.
- Sum nú er sær svart út, tí mentamálaráðharrin hevur sagt, at serøki fær ikki fleiri tímar. Málið hjá fólkaskúlanum er, at hann skal vera øllum næmingum at frama, og tí málinum er ringt at røkka. Lætt er at skriva, at skúlin er fyri øll, men verri er at finna neyðuga fígging, sigur Andrea á Rípuni.