Tjóðbankin við Føroyar: Útsetið almennu íløgurnar

Vandi er fyri yvirhiting og tí eiga bæði land og kommunur at útseta nakrar íløgur, sigur danski Tjóðbankin.

Danski tjóðbankin hevur í dag almannakunngjørt greining sína av føroyska búskapinum. Boðskapurin er í stóran mun hin sami, sum Búskaparráðið førdi fram í síni heystfrágreiðing.

 

- Føroyski búskapurin er inni í einum hákonjunkturi, førdur fram av stóru inntøkunum frá útflutninginum av alilaksi, sum í løtuni verður seldur fyri høgan prís, og góðan fong í fiskivinnuni. Arbeiðsloysi er lágt og serliga innan byggvinnuna manglar arbeiðsmegi, skrivar Tjóðbankin.

 

Tjóðbankin vísir á, at prísurin á laksi er vaksin við 100 prosentum síðani 1. hálvár 2012.

 

Eins og Búskaparráðið peikar Tjóðbankin á, at fíggjarpolitikkurin í Føroyum vanliga er konjunkturviðgangandi, tað vil siga, at tá góðar tíðir eru, brúkar tað almenna eisini nógvar pengar. Tjóðbankin sigur, at hetta ger einki fyri at gera búskaparligu menningina í Føroyum støðuga.

- Hetta mynstrið sær út til at endurtaka seg og vandi er tí fyri yvirhiting av búskapinum, skrivar Tjóðbankin.

 

Tjóðbankin vísir eisini á, at játtanin hjá føroysku kommununum til infrakervi eru øktar við 20 prosentum seinasta árið.

 

Tjóðbanking mælir í staðin til, at man ger sær dælt av góðu gongdini til at spara nakað av peningi saman. Hetta skal gerast við at útseta almennar íløgur.

- Tjóðbankin metir tí, at yvirskotið í almenna fíggjarpolitikkin skal vaksa skjótari enn ætlað. Landsstýrið og kommunurnar eiga at umhuga at útseta partar av almennu íløgunum. Nú konjunktururin er góður, er tað eitt gott tíðspunkt at taka sær av langtíðar avbjóðingunum í almenna búskapinum, skrivar Tjóðbankin.

 

In.fo fer at skriva meiri úr greiningini hjá Tjóðbankanum sum dagurin líður.