Vit hava fingið eina heilsu frá Andras Ellingsgaard, sum er staddur umborð á Thor Alpha á ólavsøku. Hann skrivar: Sigi sum teir gomlu plagdu at taka til: Hann brast á við illveðri av landsyningi ólavsøkudag [...] aftur. Nú Ólavsøkumorgun er vindurin einar 8 10 m/sek og sjógvurin slætnaður heilt nógv aftur. Hevði verið annað lívið at sleisa nakrar túrar í sirminum oman og niðan eftir Áarvegnum. Heima eru tit spard [...] mást gjarna fortelja okkurt, sum er eitt sindur serligt. Vit gera síðani lítlar ólavsøkugreinir til Portalin, og tá ólavsøkan er av, draga vit millum øll innsend og almannakunngjørd innsløg um eina troyggju
skulu ikki noyðast at fara til Suðuroyar á Heilsuskúla. Tað heldur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, og formaður í Kommunufelagnum. Tað er stórt trot á starvsfólki á eldraøkinum og í Føroyum er ein heilsuskúli [...] gerandisdegi at fara í skúla í mánaðir og ár, tí tey eru bundin av familju, búplássi og øðrum. Tá vit tosa um til dømis styttri útbúgvingar, eitt nú heilsuhjálpara- og heilsurøktaraútbúgvingarnar, átti [...] tekur t.d. bara 15 mánaðir, íroknað frítíð, harav minni enn helvtin er teoretisk útbúgving. Høvdu vit kunna skipað útbúgvingina sum eina lærlingaskipan, har næmingarnir arbeiddu við fullari løn og tóku
væl mannaður í ár. Tað eru fleiri spælarar um boðið til tey flestu plásini. Nú er líkt til, at Alex José dos Santos er ein av teimum, sum fær torført við at vinna sær spælitíð á liðnum hjá HB. Santos hevur [...] Formaðurin hjá HB, Finnbogi Arge, leggur dent á, at HB hevur í sinni at yvirhalda avtaluna við vinstrabakkin. - Vit hava sáttmála við Santos, og tað avtaluna koma vit at halda, sigur Finnbogi, men avsannar ikki [...] ikki, at HB er í holt við at útleiga Santos. - Vit hava altíð eitt ynski um, at okkara spælarar spæla í bestu deildini. Hevur ein spælari ikki útlit fyri spæltíð, so kann tað verða gott hjá honum at blíva
- Vit vóru samdir um, at búskapurin er heitur í løtuni, um hann so er for heitur, er ein annar spurningur. Í hvussu er var semja um, at nú fíggjarlógararbeiðið kemur fyri, má ansast eftir, at vit ikki [...] tær við. Viðvíkjandi privata forbrúkinum er støðan ein onnur. Skulu vit tálma tí, verður neyðugt við politiskum inntrivum, og tað eru ongar ætlanir um, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður. [...] Á samgongufundinum í gjár var semja um, at búskapurin er heitur, og at ansast skal eftir ikki at økja ov nógv um útreiðslurnar fyri komandi figgjarár Tað var við einum ávísum spenningi, at samgongulimir
Fyrst og fremst eru styrkir hansara skot- og gjøgnumbrotsstyrkin, men hann hevur eisini evnini at spæla inn á strikuna, so vit skulu nokk fáa nakað burturúr honum. Ikki minst tí vit á liðnum hava tørv [...] Hondbóltur Eftir eitt ár í næst bestu donsku deildini, har hann hevur leikt við Ejby, hevur Heini Joensen nú tikið eitt stórt fet framá. Komandi ár verður hann nevnliga at síggja í bestu donsku deildini, har [...] tørv og skotsterkum leikarum, so vit í størri mun kunnu hótta útifrá, sigur venjarin við Dagblaðið í Køge. Hesin Flemming Oliver Joensen hevur annars í aðrar mátar havt samband við føroyskan hondbólt. Tað
aran á Sornfelli. Tað eru boðin frá Jenisi av Rana, landsstýrismanni í uttanríkismálum. Nú er drúgv tíð liðin síðani fyrispurningurin kom frá donsku stjórnini um at seta eina hernaðarradara upp á Sornfelli [...] urin kom, hevur landsstýrið viðgjørt málið á fleiri fundum við uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum, umframt at tað er viðgjørt á fundum í landsstýrinum, og á fundum ímillum landsstýrismannin í uttanr [...] í landsstýrinum, í samráð við uttanlandsnevndina, sum umboðar Løgtingið. Annars eru nógv tey flestu samd um, at vit eru ein partur av vesturheiminum, og at radarin skal setast upp. Tað er eisini politisk
aftur enn. Tí eru sandoyingar ørkymlaðir og sum vit skrivaðu í morgun, er spurningurin nú eisini reistur á Løgtingið. Les meiri her: Tey eru ørkymlað av støðuni Sigurd Lamhauge, stjóri á Landsverk, heldur [...] Á Sandoynni – og serliga í Dali, harmast tey um, at arbeiðið at gera Dalstunnilin, liggur stilt. Tað eru tunnilsmenn hjá Landsverki, sum gera tunnilin. Teir fóru til hús fyri jól, men eru ikki tørnaðir [...] hálvt ár út í eitt, ella so langt sum játtanin røkkur. Hann sigur, at hetta eru treytirnar, tá ið tunlar verða gjørdir upp á hendan mátan og játtanin ikki er nóg stór til at arbeiða alt árið. Landsverk
undir madrassuni, og tað eru fleiri dollarar enn tað, sum er í umfari í USA. Men nú eru russar farnir at leita sær undir madrassuna eftir pengunum, tí alt fleiri og fleiri fáa álit á landsins partabrævamarknaði [...] niðurskrivaður, ella at bankin fór á húsagang. Men nú Russland nógvastaðni verður kallað tann nýggi marknaðurin, og russiskar fyritøkur eru farnar at vísa sera góð úrslit, eru russar farnir at taka sínar goymdu [...] hetta seinasta árið hava vit sæð, at fólk hava sett ein part av pengunum í virðisbrøv.Stutt sagt eru fleiri og fleiri russar farnir at gera íløgur, sigur Igor Kostikov, sum er leiðari á stovninum, sum heldur
Soleiðis kunnu vit varðveita spælarar í skipanini í longri tíð, sum ger, at spælararnir eru partur av fótbóltinum í longri tíð, og á tann hátt kanska halda á at spæla, eisini tá teir eru blivnir vaksnir [...] broytingarnar verða, at aldursbólkarnir eru fluttir frá líkatali til ólíkatal, og at nýggj U21-deild er skipað í unglingafótbóltinum við monnum. Hesin aldursbólkurin fevnir nú um fýra árgangir í staðin fyri tveir [...] bíða longri við at velja teir bestu út. So í staðin fyri at velja, tá spælarar bert eru 18 ár, kann mann bíða til teir eru 20 ella 21. Mann keypir sær tíð, og tað tapir mann einki uppá. Ein annar fyrimunur
umfari – á Dungasandi. Jens Kristian Haraldsen er formaður í 07 Vestur, og hann sigur soleiðis: -Tað er greitt, at teir báðir, sum vit hava leigað úr Vendsyssel, fara til hús aftur. Teir eru Benni Sma [...] um nýggjar spælarar. Tað er upp til venjaran at avgera, men vit hava sum mál, at tað skulu vera fleiri lokalir spælarar á liðnum, og tað eru nógvir ungir og evnaríkir spælarar her vesturi, sigur 07 Vestur [...] og tað er ivasamt, hvønn leiklut Eiler Fróðason og Magnus Isager eru førir fyri at spæla í dag. Hjá ÍF eru Tóri Nolsøe Olsen og Markus á Lakjuni skaddir, og tað er ivasamt, hvussu tað í dag verður við Ruben