Hópurin hjá HB tykist verða so væl mannaður, at felagið umhugsar at leiga spælarar út. In.fo kann avdúka, at HB hevur bjóðað Alex José dos Santos út til feløg í Føroyum. Vinstribakkurin við brasilskum uppruna hevur havt Heðin Askham sum venjara tvær ferðir fyrr.
Hópurin hjá HB er væl mannaður í ár. Tað eru fleiri spælarar um boðið til tey flestu plásini. Nú er líkt til, at Alex José dos Santos er ein av teimum, sum fær torført við at vinna sær spælitíð á liðnum hjá HB.
Santos hevur framvegis sáttmála við HB í tvey ár. Formaðurin hjá HB, Finnbogi Arge, leggur dent á, at HB hevur í sinni at yvirhalda avtaluna við vinstrabakkin.
- Vit hava sáttmála við Santos, og tað avtaluna koma vit at halda, sigur Finnbogi, men avsannar ikki, at HB er í holt við at útleiga Santos.
- Vit hava altíð eitt ynski um, at okkara spælarar spæla í bestu deildini. Hevur ein spælari ikki útlit fyri spæltíð, so kann tað verða gott hjá honum at blíva útleigaður og fáa spæltíð, so hann kann koma aftur til HB sum ein betri spælari, sigur Finnbogi Arge.
Formaðurin í HB leggur tó afturat, at hann ikki veit um júst Alex José dos Santos skal útleigast, men vísir á, at tað er ein spurningurin, sum venjarin avgerð. Umfarmt tað, so hevur HB ein bólk av trimum persónum, sum tekur sær av samráðingum, meðan formaðurin hevur sum uppgáva at góðkenna avtalurnar.