600 mia. krónur undir madrassuni

Russar hava lagt millum 550 og 600 milliardir krónur til viks ella undir madrassuna, men nú koma pengarnir undanaftur

Russland

80 milliardir dollarar. Tað er tað, sum russar hava liggjandi undir madrassuni, og tað eru fleiri dollarar enn tað, sum er í umfari í USA.
Men nú eru russar farnir at leita sær undir madrassuna eftir pengunum, tí alt fleiri og fleiri fáa álit á landsins partabrævamarknaði, samstundis sum tær stóru vinnufyritøkurnar standa seg væl.
-Okkara seinasta meting er, at fólk hava millum 550 og 600 milliónir krónur liggjandi millum skinns og hold, men hetta seinasta árið hava vit sæð, at fólk hava sett ein part av pengunum í virðisbrøv.Stutt sagt eru fleiri og fleiri russar farnir at gera íløgur, sigur Igor Kostikov, sum er leiðari á stovninum, sum heldur eygað við russiska virðisbrævamarknaðinum.
Av ringum royndum hava nógvir russar upp ígjøgnum árini vekslað sínar pengar til dollarar og síðani goymt teir heima við hús. At seta rublar í bankan var alt ov vandamikið, tí annaðhvørt kundu teir vænta, at rubilin varð niðurskrivaður, ella at bankin fór á húsagang.
Men nú Russland nógvastaðni verður kallað tann nýggi marknaðurin, og russiskar fyritøkur eru farnar at vísa sera góð úrslit, eru russar farnir at taka sínar goymdu pengar framaftur. Serliga tey stóru olju- og gassfeløgini hava staðið seg væl, og sjálvt um oljuprísurin er fallin nakað, hevur partabrævavirðið á børsinum í Moskva staðið seg væl.
Eitt annað, sum eisini hevur havt góða ávirkan, er, at russar aftur hava fingið álit á sínum gjaldoyra. Ein kanning í síðstu viku vísti, at 35 prosent av teimum spurdu halda tað framvegis vera best at goyma sínar pengar í amerikanskum dollarum, men 37 prosent svaraðu, at tey heldur velja at spara upp í rublum. Tí verður hildið, at fleiri fara í bankarnar at veksla sínar dollarar til rublar.