Vit hava fingið eina heilsu frá Andras Ellingsgaard, sum er staddur umborð á Thor Alpha á ólavsøku. Hann skrivar: Sigi sum teir gomlu plagdu at taka til: Hann brast á við illveðri av landsyningi ólavsøkudag, og tað vesnaði líka til klokkan var farin av midnátt. Tá mundi vindmátarin vísa 55 knob, eini 28 m/sek, og tað var stór alda, 8-10 metrar var hon í øllum førum. Ein bátur lá stutt sunnan fyri okkum, har vísti vindmátarin 60 knob um 30 m/sek Men næstan líka so skjótt makaði hann vindin aftur.
Nú Ólavsøkumorgun er vindurin einar 8 10 m/sek og sjógvurin slætnaður heilt nógv aftur. Hevði verið annað lívið at sleisa nakrar túrar í sirminum oman og niðan eftir Áarvegnum. Heima eru tit spard fyri illveðrið, men mugu taka til takkar við mjørkanum.
Tað er sum hjá okkum, ongastaðni fær man alt.
Heilsan
Andras
--
VINN GUÐRUN & GUÐRUN
Send okkum eina mynd av tær sjálvari/sjálvum, og ein lítlan tekst, har tú skrivar, hvussu tín ólavsøka plagar at vera. Tú mást gjarna fortelja okkurt, sum er eitt sindur serligt. Vit gera síðani lítlar ólavsøkugreinir til Portalin, og tá ólavsøkan er av, draga vit millum øll innsend og almannakunngjørd innsløg um eina troyggju frá Guðrun og Guðrun. Tú velur sjálv/ur, um tað skal vera ein kvinnu- ella harratroyggja.
Send mynd og tekst til hesar BÁÐAR adressur:
redaktion@knassar.fo
og
leif.laadal@gmail.com