privatfólk eiga hesi húsini og at tey kunnu ikki bíða eftir okkum, sigur Elin Lindenskov. Kommunan eigur økið uttan fyri barnagarðin og parkeringsøkið, og kann tí gera sjálvan garðin og økið størri til endamálið [...] viðgerðini. Bæði skrivliga og munnliga hevur eigarafelagið hvassliga mótmælt at fáa ein barnagarð sum granna, tí at økið bert er ætlað til sethús, og at tey ikki vilja hava meira ferðslu og larm inn í økið. F [...] skal inn í økið og hvat virksemi talan er um, sigur Elin Lindenskov. Eisini vil Foreldrafelagið hava at vita, hvussu byggisamtyktir og býarskipanir eru tengdar saman, herundir vega- og byggiviðurskifti
er at síggja børn og barnabørn koma væl undan, at fylgja við í lívi og virki teirra, at kenna at eisini tey eru góð við okkum og geva okkum lut í teirra lívi. Samlívið og familjulívið og sosiala samveran [...] virkin sum nú. Vit kenna hann sum sjónleikara, bæði á palli og í filmi, sum útvarpsmann, sum lim í mangari nevnd, rithøvund og útgevara, og í kvøld er hann ein av vertunum í beinleiðis sendingini í Sjónvarpi [...] vit skulu fyrireika okkum Sverri og konan Anna búgva í hugnaligum húsum í Gundadali. Og tey hava í hyggju at klára seg sjálv sum longst. Tey hava eingi ynski um at flyta, og hava ikki skrivað seg upp til
Føroyar og Ísland, tí sum sagt so selir hann í báðum londum. - Eg umboði fyritøkur í Føroyum og Íslandi, og tær fyritøkurnar eg selji fyri eru úr Danmark, Íslandi, Svøríki, Noregi og Finnlandi. Og hesar [...] var annars langt frá kaffi og salti, at Petur søluliga sleit sínar barnaskógvar. Hann fór í læru sum »ísinkremmari«, og sum hann sjálvur tekur til, so fór hann av gólvinum og allan vegin upp. Hetta við [...] gevur trupulleikar Men tann vøran, sum Petur umboðar, og sum fær mestu umtaluna, er rúsdrekka. Eisini her hevur hann verið á røttum stað til rætta tíð, og tað hevur havt við sær, at hann hevur fingið fatur
marknaðin og tí fáa fiskavirkini ikki ment seg. ? Tað verður tí neyðugt at umskipa ferðasambandið við umheimin soleiðis, at eitt skip siglir kring landið og tekur fiskin og førir hann á marknaðin. Og tað mugu [...] longur so bundin at síni føðibygd, sum tey vóru fyrr. ? Tí nú hugsa ung fólk meiri um framtíðina. ? Og støðan í syðru helvt í Suðuroynni, og helst í Suðuroy sum heild, er tíverri so, at mong halda, at famtíðin [...] avgerandi fortreyt fyri menning í Suðuroynni, og øðrum útjaðarum, er, at ferðasambandið verður betri. Her hugsar hann um ferðasambandið ímillum Føroyar og umheimin. ? Tað er ein ómetaligur bági, at fe
vikuskiftið tveir bilførarar fyri at koyra ávirkaðir av rúsdrekka. Tað var um 17.30 tíðina leygardagin, at løgreglan fekk boð um eitt ferðsluóhapp við Kaggan, og tá teir komu á staðið fingu teir mistanka um at [...] at bilførarin var ávirkaður. Hann varð tí handtikin og blóðroynd tikin. Knappar tólv tímar seinni tók løgreglan enn ein bilførara fyri sama lógarbrot. Hann varð eisini yikin við á støðina, har blóðroynd
ongum, og er óvanliga ábyrgdarleyst av politikarum, ið sjálvir eiga børn í vandabólkinum? Hesi lemjandi orð eigur Bjarki Ottosonur Johannesen, ein av mongu koyrilærarunum í Føroyum. Sambært honum er og verður [...] eyt, staðfestir koyrilærarin, og leggur aftur at, at hesar royndir teirra ungu kunnu avmarka vandan fyri at lata lív í høpisleysum ferðsluvanlukkum á føroyskum vegum. Ung mannalív bjargast Bjarki Ottosonur [...] millumbilum verið í Tinganesi og gjørt vart við alstóra tørvin á hesi breyt, men enn er onki hent í málinum. Nú ætlar felagið at streingja á, til tess at fáa málið avgreitt, og teir vóna, at stuðul fæst frá
nótina, og tá fái eg blaðtíðindini, so skjótt tey eru skrivaði. Onkuntíð latið eg heimasíðuna hjá Hans Blåsvær, einum teldusnillingi í Havn, upp. Har ber til at hoyra útvarpið, eins og týðuliga og gekk tú [...] hjá gamla útvarpsmanninun Ívari úr Kvívík og hevði eitt lummalurt uppi á tær. Og sitandi á síðulinjuni úti í heimi, so streyma tíðindini heiman ímóti mær, og hóast føroyingur um ein háls, so kennast tey [...] tørvar. Ein dagin kemur hann til mín og sigur, at nú er hann ikki so bundin av okkum foreldrum longur, tí nú hevur hann fingið bjóðað nýtt arbeiði eftir skúlatíð, og nú megnar hann sjálvur at vinna 75 prosent
sama ár, og nógvir fundir vórðu hildnir um alt landið um at fáa heimahjálp setta á stovn. Vit bíðaðu so eftir, at okkurt fór at henda, men tíðin gekk og einki hendi. - Várið eftir fóru eg og tvær aðrar [...] persónliga og menniskjansliga, stuðulin og tryggleikin, sum vit løgdu so stóran dent á, er burturi í dag. So lítil tíð er sett av til hvønn einstakan, at viðkomandi verður skundaður undir og humsaður við [...] fekk frá fyrsta degi góða undirtøku, ellis- og røktarheim tóku væl ímóti, og nógvir einstaklingar vendu sær eisini til Vitjunartænastuna. - Alt skal røkjast, og tað royndu vit, sum tóku stig til tænastuna
kenna trýstið, og tað var ein partur av endamálinum við at lata Sólvu byrjað svimjingina. ? Hon er ung, og er tann einasta av teimum fýra, sum til dømis ikki hevur verið við til Oyggjaleikir, og tí haldi eg [...] Venjingarmongdin er stór, og tað ger, at svimjararnir eru troyttir og tískil ikki so væl fyri at seta met. Kortini eydnaðist tað gentunum væl og virðiliga at betra um metið, og tað kann m. a. tulkast á [...] sláa metið á stafettteininum 4x200 metrar frí fyri kvinnur, og til tað endamálið hevði hann valt Sólvu Dam, Maiken Petersen, Rannvu Jacobsen og ársins svimjara í 1999 Katrina Gaardlykke. Av hesum er tað
einum, at ein dugur at arbeiða sjálvstøðugt og málrættað. Ein skal sjálvur kunna skapa, og ikki bert sita hendur í favn og bíða eftir boðum. Sjálvsálit krevst, og eisini evnið til at umstilla seg í einum [...] styrkir um okkar tolsemi yvir fyri øðrum fólkum og mentanum, og tað er serliga týdningarmikið í hesum døgum, tá verðin sýnist at gerast minni og minni og sambandið landanna millum størri. Í øllum førum [...] bleiv tikið í alvara, og ikki sæð sum fjas. Har vóru fólk sum stuðlaðu tær og skumpaðu teg framá, og tað eri eg ógvuliga glaður fyri. Beinta: Í skúlanum vera nógv krøv sett til tín og harvið eisini ábyrgd