Nýtt met í 4x200 frí

Svimjing: Stafettin hjá Havnar Svimjifelag setti nýtt føroyskt met í 4x200 frí í sambandi við felagið skipaði fyri kapping fyri teimum yngru

Um vikuskiftið skipaði Havnar Svimjifelag fyri svimjikapping fyri tey yngru, og í tí sambandi hevði venjarin hjá svimjarunum í Havn gjørt av, at nakrir av hansara royndu svimjarum skuldu royna at sláa eitt gamalt met.

Hann hevði valt at royna at sláa metið á stafettteininum 4x200 metrar frí fyri kvinnur, og til tað endamálið hevði hann valt Sólvu Dam, Maiken Petersen, Rannvu Jacobsen og ársins svimjara í 1999 Katrina Gaardlykke.

Av hesum er tað bara Sólva Dam, sum enn ikki hevur verið við til Oyggjaleikir, og tí var talan um royndar svimjarar. Kortini var ivasamt um tað fór at eydnast teimum trimum at sláa metið, tí løtan er ikki tann rætta til hetta júst nú. Svimararnir eru í tungari venjing og tí ikki so væl fyri at svimja skjótt.

Men tað skuldi kortini vísa seg at ganga.


Hon kennir trýstið

Nýggi venjarin hjá Havnar Svimjifelag hevði valt Sólvu Dam at leggja út. Sjálvur sigur hann við Sosialin, at tað hevur stóran týdning fyri ein svimjara, sum ikki hevur tær stóru royndirnar, at kenna trýstið, og tað var ein partur av endamálinum við at lata Sólvu byrjað svimjingina.

? Hon er ung, og er tann einasta av teimum fýra, sum til dømis ikki hevur verið við til Oyggjaleikir, og tí haldi eg tað hava týdning at lata hana byrja. Hon skal kenna trýstið, og tað ger hon nú, segði Alain.

Um hon kendi trýstið ella ikki, skal vera ósagt, men veruleikin er í øllum førum, at tær fýra genturnar settu nýtt føroyskt met í 4x200 metur frísvimjing, við at kuta beint undir tíggju sekund av tí gamla metinum.

Gamla mettíðin, sum Havnar Svimjifelag eisini átti ljóðaði upp á 9,34,65. Nú eitur metið 9,24,85.


Gott liðavrik

Sum sagt omanfyri, so er tað ikki tíðin at seta met júst nú. Venjingarmongdin er stór, og tað ger, at svimjararnir eru troyttir og tískil ikki so væl fyri at seta met. Kortini eydnaðist tað gentunum væl og virðiliga at betra um metið, og tað kann m. a. tulkast á tann hátt, at nýggi venjarin longu nú hevur havt ávirkan á svimjararnar í Havnar Svimjifelag.

Tá vit spurdu hann, um hetta fer at vera ein vanlig mannagongd framyvir, at svimjarar fara at bróta met í ótíð, svaraði hann, at tað verður ikki hvørja ferð kapping verður, men tað verður gjørt við millumbilum.

? Tá tey yngru hava kapping fara tey eldru at gera álop á metini, og meðan tey eldru hava kapping fara tey yngru at royna seg móti metunum. Eg haldi tað hevur stóran týdning fyri tey yngru, at teir eru saman við teimum eldru svimjarunum, tí tað gevur teimum nakað at síggja fram til, sigur Andreu Alain.

Hann leggur afturat, at tað kann vera við til at økja um áhugan fyri venjing hjá teimum yngru, at eldru svimjararnir eru saman við teimum tá kappingarnar eru, og tann ávirkanin skal ikki foraktast.