? Gongdin er ógvuliga døpur.
? Men hon vísir, hvussu ótrúliga týdningarmikið tað er, at øll tey føgru orðini um økismenning nú verða gjørd til gerðir.
Jógvan Krosslá, býráðsformaður í Vági er líka illa við sum øll onnur av tølunum í Sosialinum í gjár, sum vísa, at næstan ongi børn eru fødd í allari syðru helvt í Suðuroynni í ár.
?Higartil í ár eru bara fimm børn fødd í allari syðru helvt í Suðuroynni.
Tað er eitt ómataligt fall, tí øll árini frammaundan hevur talið verið støðugt omanfyri 20 børn, onkuntíð eisini omanfyri 30 børn og einstakar ferðir eisini omanfyri 40 børn.
Í norðaru helvt líkist barnsburðartalið hinvegin tí vanliga.
Men verður øll Suðuroyggin tikin undir einum, bendir mangt á, at barnsburðartalið í ár fer niður í helvt, afturímóti árunum frammaanundan.
Stúra fyri framtíðini
Jógvan Krosslá, býráðsformaður í Vági, sum er størsta kommunan í syðru helvt, ásannar at gongdin er døpur.
Men hann heldur, at ein orsøk til tað metlága barnsburðartalið, er tíverri, at fólk hava ikki rættiligt álit á framtíðini í syðru helvt í Suðuroynni.
? Nú eru fólk ikki longur so bundin at síni føðibygd, sum tey vóru fyrr.
? Tí nú hugsa ung fólk meiri um framtíðina.
? Og støðan í syðru helvt í Suðuroynni, og helst í Suðuroy sum heild, er tíverri so, at mong halda, at famtíðin er ov óviss.
? Tað er at kalla onki arbeiði í oynni, uttan fiskaarbeiði.
? Og tað ber ikki til at fáa fólk at støðast á einum plássi, tá ið tað bara ber til at fáa arbeiði ein, tveir dagar um vikuna.
? Tey aftra seg kanska tí við at seta seg niður í einum plássi, har arbeiðið er so óstøðugt.
Meiri umsiting út um landið
Tí heldur býráðsformaðurin í Vági, at lykilin til framburð í Suðuroynni, er, at fáa fleiri støðug arbeiðspláss í oynna.
Og í hesum sambandið heldur hann, at støðan, sum nú er íkomin, má gera tað greitt fyri øllum, at tað er stundin komin at gera álvara burturúr øllum teimum føgru orðum, sum eru søgd um økismenning.
Sjálvur veit hnan ikki, um hann skal hava álit á, at landspolitikarar fara at gera nakað veruligt við økismenning.
? Samstundis, sum nógv verður tosað, vísir tað seg at vera ómetaliga trupult, hvørja ferð okkurt skal flytast úr Havn.
?Vit minnast eitt nú, hvussu leikur fór, tá ið uppskot var frammi um at flyta tvey areiðspláss á radioeftirlitinum til Suðuroyar.
Men kortini heldur Jógvan Krosslá, at hetta er einasti vegurin at ganga.
? Skal útjaðaranum verða lív lagað, er tað neyðugt at fáa meiri umsting úr Havnini og spjaða hana runt um í landinum.
? Vit, sum búgva í Suðuroynni, mugu sleppa at umsita okkara egnu viðurskifti.
? Tí tað skapar tey neyðugu, støðugu arbeiðsplássini úti um landið, heldur enn í Havn.
? Tað er ikki tað: Øll vita tað, men tað tykist ikki, sum um nakar megnar at gera nakað veruligt við tað.
Betri ferðasamband
Býráðsformaðurin í Vági heldur eisini, at ein avgerandi fortreyt fyri menning í Suðuroynni, og øðrum útjaðarum, er, at ferðasambandið verður betri.
Her hugsar hann um ferðasambandið ímillum Føroyar og umheimin.
? Tað er ein ómetaligur bági, at ferðasambandið er so vánaligt, sum tað er.
? Í Suðuroynni skal hvør stertur, sum verður fluttur feskur av landinum, fyrst til Havnar, áðrenn hann kemur framvið Suðuroynni aftur á veg niður.
? Tað gongur ov leingi at fáa feskan fisk niður á marknaðin og tí fáa fiskavirkini ikki ment seg.
? Tað verður tí neyðugt at umskipa ferðasambandið við umheimin soleiðis, at eitt skip siglir kring landið og tekur fiskin og førir hann á marknaðin. Og tað mugu verða fleiri fráferðir enn nú.
? Sum er, skal fiskurin fyrst til Havnar. Tað er ikki bara ein trupulleiki fyri menningini. Tað førir harafturat eykakostnað við sær, so at virkini í Suðuroynni eru eisini verri fyri í kappingini.
Ikki fleiri ár
Annars tykist tað ikki, sum um Vágs Býráð fer at fylgja ráðunum frá Hans Paula Strøm, sosiologi, um at kanna nágreiniliga, hví barnsburðartalið er fallið so nógv nú.
Hann helt, at fallið var so stórt, at tað mátti kanningar setast í verk fyri at lýsa støðuna og at finna orsøkirnar.
Jógvan Krosslá ivast heldur ikki í, at barnatalið fer uppaftur. Tað verða ikki fleiri ár sum eru so vánalig, sum í ár, tað trúgvi eg onki uppá, sigur Jógvan Krosslá.










