Fyrsta útgávan hjá okkum, var merkt av, at tað var ein tíð, har tað snúði seg nógv um støðuna í heiminum, um eystur og vestur, friðargongur vóru um alt Europa, og kjakast var nógv um Mjørkadal. Mótsetningarvir [...] Tað hendir so nógv í ungdómsárunum, hvør dagur er á tambi við lívi og lærdómi, og tað er nógv at skriva og yrkja um. Tú hevur sterkar kenslur, ert sera glaður og øðiliga keddur, og tá tað kemur við í sangir [...] sindur ræðandi. Tað er eingin sum kjakast í bløðunum um tey stóru evnini, tað snýr seg meira um undirhald. Steintór Rasmussen er ikki keddur av, at hann tók lut í kjakinum og »stríðnum«, sum var í 80?unum millum
Jú, eyðvitað, tað var mítt besta yndi at frætta av orðum. Jú, verfaðirin plagdi at taka til eitt orð, og tað var ternudimmi! Tað var sagt um eina stutta stund, tí tá ið ternan var her, var dimmið stutt [...] fyri framman orðið, og so fór tað úr megindeildini yvir í klovapartin. Fingu vit so betur um at halda, var at taka klovaklombrið og strikuna av, og hey, so var orðið inni aftur á sínum rætta stað. Vit [...] orð av hesum slag. Eitt var hitt fitta orðið ternudimmi, sum var uppskrivað í Funningi fyri nógvum árum síðan. Tað kom fyri í hesum setningi: ?at vera har eitt ternudimmi, tað skuldi eg klárað?. Hetta
nevndar "Orðabókin". Hesum var Marjun Simonsen eisini inni á, men meira um tað seinni. Jóhan Hendrik fjaldi í røðu síni heldur ikki, at hetta var stór og kenslurík løta, og ikki var sørt, at ein helt seg hoyra [...] Men Bjarni hevði onga orsøk at óttast. Lagið var flott og kallarnir sungu, so tað stóð eftir í. Kanska var hetta frumframførsla, heilt víst er, at hetta var í hvussu er góð framførsla, ið kórið eigur tøkk [...] Tað var einki minni enn stórhending, ið fór fram í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 24. juli 1998. Nýggj orðabók varð løgd fram, nevnd Føroysk Orðabók, og áhugin millum manna var stórur. Stóri salurin í
teimum, sum hava verið inni og sovið rúsin av sær er nakað meir, enn tað plagar at vera, verður upplýst av pollitigarðinum í Havn. At tað eru nakað fleiri kemst partvís av, at tað hev-ur verið eitt sindur [...] hevði nógv fólk inni at sova rúsin av sær á ólavsøku. Tað er serliga um náttina at fólk koma inn, men onkur kemur eisini inn um dagin. Bæði ólavsøkunátt og hósnáttina vóru nógv fólk inni og svóu rúsin av [...] Hetta var tó skjótt uppklárað, tá ið strandfarðaskipið Ternan kom framvið og fiskaði eina trillibøru upp úr sjónum. Ferðsluóhapp Ólavsøkudag kl. 18.14 fekk løgreglan boð um eitt ferðsluóhapp. Tað var ein
og málskjúttin var Istran Zoltan Hamar. Uppspælið var í vinstra borði, men tíverri ber okkum ikki til at siga meiri um, hvussu tað gekk fyri seg, tí hetta var í norðara borði, og sýnið var so mikið vánaligt [...] sær eini trý hornaspørk í 1. hálvleiki, men tað tóktist, sum um at tað lá í luftini, at tað longu frammanundan var greitt, at samantaldi sigurin var avgjørdur. Rættuligu royndirnar ímóti málinum kunnu [...] vánaligt, at tað var sjáldan, at vit kundu fylgja við har yviri! Tamt Ferðin í spælinum var ikki serliga høg. B36 menninir gjørdu eina roynd fyri at leggja alt tað í, teir vóru mentir, og teir tiltuskaðu sær
manning. Tað gekk ein lítil løta, áðrenn Eysturoyingurin fekk hinar afturum seg, men síðani var eingin ivi. Tá hálvt málið var rógvið, var ikki leyst, men tá bátarnir komu inn um hálvan Molan var leyst, [...] Eingin skalaði fjarðbúgvarnar Og so var tað Eysturoyingurin. Hóast veðrið var ivasamt, so vóru nógv fólk av eystara arminum á Skálafjørðinum at síggja í mjørkanum, og tað vóru ikki bara næstu skyldfólkini [...] Havnarbátin. Tað er í so nógv sagt, at hann hótti Eysturoyingin, men nólsoyingar tóktust hava hug at bjóða av. Tá munurin á bátunum er so mikið lítil, sum hann var hesa ferð, so hevði tað ikki verið rætt
Jerusalem varð avlýstur, tí tað viðhvørt ikki sást tvørtur um vøllin, og tað var uppaftur torførari at síggja úr øðrum endanum á vøllinum og í hin. Og dagin eftir, ólavsøkuaftan, var tað ikki frítt, at hugsanin [...] teininum, og heilt forgjørt var tað, tá 8-mannaførini kappaðust. Tey komu ikki út úr mjørkanum fyrrenn einar 30 metrar úr málinum! Mjørkin hevði við sær, at tað tók longri tíð, enn tað hevur gjørt hesi seinnu [...] hugsanin um at útseta kappróðurin var frammi. Ivaspurningar í hesum sambandi høvdu við sær, at tað gekk eitt sindur striltið at fara undir róðurin, og fram ímóti endanum var so mikið tjúkt, at teir á málinum
og tær fingu um rongina á Kolli, men tær komu ikki longri fram, og á málinum var munurin ein bátslongd. Tað var akkurát so, at Ørnin kneykaði Junkaranum, mannaður við vestmannagentum. Hesar ungu genturnar [...] ólavsøku. Kollur var millum teir fremstu alla tíðina. Fyrstu løtuna hevði hann stóra kapping av Svani og Junkaranum, meðan Ørnin var ein lítlan skut aftanfyri. Tá bátarnir nærkaðust Molanum var Ørnin einsamøll [...] komandi ár. Merkisvert var annars, at Royndin Fríða, nýggi báturin hjá vágbingum, sum vann á norðoyastevnu, men sum síðani tá bara hevur fingið eitt stig, ikki var við á ólavsøku. Hetta var fimta ferðin, at
akvariufiskum. Og at tað kortini ikki er sørt við áhuga um hetta slagi av ítrivi sást av, at tað var rættiliga fitt av fólki inni og hugdu. Framsýningin var býtt upp í bólkar. Ein bólkur var tað, tey nevna biotop [...] siga og sum ikki reagera uppá tað allarminsta?!? Teir siga ikki eitt orð. Tað ber ikki til at spæla við teir og tað ber heldur ikki til at læra teir nakað sum helst. Og tað ber heldur ikki til at ganga [...] biotop akvarium. Tað eru akvarium, har íð roynt verður at endurskapa tað rætta umhvørvið í sjónum einum ávísum stað, tað verið seg á Kaldbaksborni ella í Amazon á. Ein annar bólkur vóru tað, tey nevna arts
Gunnar so mikið, at tað fór at bera til at innheinta hann aftur í seinna enda. -Tað vísti seg eisini, at bara Jóhan og eg lógu, umframt Gunnar, framman fyri restina av feltinum, og tað gjørdi eisini, at [...] ongin hóttan var frá øðrum, so eg bíðaði bara til tað fór at bera til at taka Gunnar aftur. -Eg royndi so nakrar ferðir at taka Gunnar, men ikki fyrr enn eg hevði roynt nakrar ferðir, eydnaðist tað, og so roynde [...] komu vit eitt sindur inn á Boga, og eg haldi, at um kappingin var einar 10 minuttir longri, so hevði verið møguleiki at tikið Boga aftur. -Tað, at eg misti skógvarnar av báðum pedalunum móti endanum, gjørdi