»Frændur er okkara hjartabarn«

Steintór Rasmussen er sannur meistari til at smíða sangir. Fyrr vóru tað tey stóru evnini, sum upptóku hann, men á nýggju fløguni hjá honum er tað mest gerandislívið, sum verður lýst

Stóri málningurin, sum Hans Jacob Glerfoss hevur málað, starir út í hugnaligu stovuna. Hann ímyndar fólk í veistlulag og fyllir tað mesta av einum veggi. Litirnir eru hvørt um annað sterkir og kámir, og fólkini kundu eins væl verið eg og tú.

Øðrumegin málningin stendur ein kassagittar og hinumegin eitt klaver, og tað gevur greið boð um, at tónleikur og list hava góðar treytir í húsunum.

Steintór Rasmussen kemur úr køkinum við eini kaffikannu og tveimum koppum. Hann dregur eina eskju við sjokulátu úr einum skápi, og so er tíðin stillað og fólkið sett.

Steintór Rasmussen er maðurin aftanfyri nógvar kendar sangir, síðani hann sum 17 ára gamal kom við fyrstu yrkingunum og fyrstu løgunum. Hann gekk tá á HF-skúlanum í Klaksvík.

Saman við Nolsøe-brøðrunum, Eyðun og Rana, hevur hann verið drívmegin í helst best umtókta føroyska bólkinum nakrantíð, Frændur. Í 80?unum ráddu teir við einum hitti eftir øðrum, og sangir sum Føroyar, Eros, og 80?ini eru vorðnir fólkaogn.

Og nú hann júst er vorðin 38 ár, er hann aftur fløguaktuellur við Millum Frændur, sum meira ella minni kann kallast eitt soloprojekt hjá honum. Fløgan, sum kallast Kærleikans Vallaraheim, er upptikin í nyggjum studio í Klaksvík, sum Steintór sjálvur hevur tikið stig til.


Meira yrkjari

enn nakað annað

Steintór Rasmussen hevur gjørt nógv framúr góð løg, men hann hevur eisini skarað fram úr, tá orð skulu setast til løgini.

Og sjálvur leggur hann eisini størstan dentin á orðini.

? Eg meti meg meira vera ein yrkjara enn lagsmið og sangara, og leggi stóran dent á, at orðini eru í lagi, tá eg gevi eina fløgu út, sigur hann.

? Tað er altíð okkurt, sum tú kundi ynskt tær øðrvísi við sjálvum tónleikinum, tá fløgan er komin út. Og í dag ber tað eisini til at fara afturum aftur, broyta okkurt í tónleikinum, leggja hann øðrvísi til rættis, ella spæla inn av nýggjum. Men tað ber ikki til at broyta orðini, tey standa eftir.

Í dag er støðan ofta tann øvugta, orðini hava ikki sama týdning sum tónleikurin, men eru bara ífylla. Her hava teir í Frændur altíð staðið fyri seg, við góðum og ofta nýskapandi yrkingum.


Djarvari sum ungur

Síðani hann var 17-ára gamal, hevur Steintór Rasmussen gjørt sangir, og eftir 20 ár eru teir vorðnir nógvir og ymiskir.

? Tá tú ert ungur, hevur tú meira uppá hjartað og ert djarvari, soleiðis er tað bara. Tað hendir so nógv í ungdómsárunum, hvør dagur er á tambi við lívi og lærdómi, og tað er nógv at skriva og yrkja um. Tú hevur sterkar kenslur, ert sera glaður og øðiliga keddur, og tá tað kemur við í sangir, kann tað ofta fanga væl.

? Tú tú verður eitt sindur eldri, grundar tú meira yvir tingini, og tú leggur kanska eisini bond á teg. Hvat skalt tú siga og hvat skalt tú ikki siga. Hvørji fyrilit skalt tú taka fyri tær og familjuni. Tað verður meira spekulativt at skriva sangir, og teir koma kanska ikki so beinleiðis frá hjartanum, sum tá tú ert ungur.

Men sjálvt um broyting er farin fram í sangunum hjá Steintór, hava teir bæði fyrr og nú kunnað fangað føroysku oyruni.

? At skriva sangir er í grundini eitt handverk, men tú kanst ikki uttan víðari bara finna sangirnar inni í tær sjálvum. Tú ert noyddur at fara út og uppliva okkurt, møta fólki og tosa við tey. Tað er haðani tann veruligi íblásturin kemur, heldur Steintór.


Ávirkaður av tíðini

Fyrsta útgávan hjá Frændur kom í 1984, og nógv av evnunum, sum vórðu viðgjørd á tí plátuni, liggja langt frá tí, sum Steintór í dag skrivar um.

? Tú verður ávirkaður av tíðini, sum tú livir í. Fyrsta útgávan hjá okkum, var merkt av, at tað var ein tíð, har tað snúði seg nógv um støðuna í heiminum, um eystur og vestur, friðargongur vóru um alt Europa, og kjakast var nógv um Mjørkadal. Mótsetningarvir vóru so stórir, at tað læt seg næstan ikki gera at verða mitt ímillum, tú vart antin høgravendur ella vinstravendur.

? Í dag er støðan nógv øðrvísi, øll fólk eru næstan vorðin eins, og tað er í grundini eitt sindur ræðandi. Tað er eingin sum kjakast í bløðunum um tey stóru evnini, tað snýr seg meira um undirhald.

Steintór Rasmussen er ikki keddur av, at hann tók lut í kjakinum og »stríðnum«, sum var í 80?unum millum vinstra og høgra.

? Tvørturímóti, eg eri glaður fyri at eg luttók. Eg hevði eina turkatrúgv uppá, at heimurin kundi broytast til tað betra, og eg haldi vit hava skyldu at virka fyri mannarættindum, hugsjónarligum frælsi og sømiligum korum.

? Í dag er tað ofta smáting, sum kunnu øsa fólk. Onkur sjónvarpssending verður tikin av skránni ella onkur fótbóltsdystur verður ikki vístur. Onkursvegna er tað ein passivitetur, sum vit merkja, eftir at vit í nøkur ár eru undirdíkt av inntrykkum úr útvarpi, sjónvarpi og nú av internetinum. Og kanska er tað ein ásannan av, at fólk halda, at tey kunnu ikki gera nakað við støðuna.


Hvar eru hinir báðir

Vælkendu donsku skemtararnir Linie 3 høvdu fyri nøkrum árum síðani eitt show, sum teir kallaðu ?Hvor er de to andre?. Tað snúði seg um umfatanina hjá fólki av, at teir tríggir skemtararnir bara hoyrdu saman, og møttu fólk einum teirra á gøtuni, so var spurningur: ?Nå, hvor er de to andre?.

Tað er eitt sindur av tí yvir teimum trimum frændunum Steintór, Eyðun og Rana. Teir hava gjørt so nógvar tónleik saman, at teir kunnu ikki rættiliga skiljast at, sjálvt um bæði Eyðun Nolsøe og Steintór Rasmussen hava gjørt solofløgur.

Og støðan er uppløgd til at fáa kaffi skeivt í hálsin, tá ?de to andre?, Eyðun og Rani, alt í einum koma brestandi inn í stovuna. Tað kundi akkurát tað sama verið ein scena frá einum amerikansum sjónvarpsfilmi, men við hvørt yvirgongur veruleikin hugflogið, eisini søtar amerikanskar filmar.

? Vit seta okkum í køkin og telva til tit eru lidnir, sigur Rani. Tíðin veður stillað og fólkið sett.

Og so er tað upplagt at fáa at vita, hví nýggja fløgan hjá Steintór er MIllum Frændur og ikki Frændur.

? Frændur er nógv eitt kompromis. Sjálvt um eg og Rani og Eyðun eru bestu vinir, er tað tungt at seta Frændur í gongd. Vit skulu verða samdir um hvat vit vilja, og hugsa tær, tríggir persónar við hvør sínum vilja, tríggir stjórar i somu fyritøku.

? Frændur er okkara hjartabarn, og tað skal forkelast á ein serliga hátt, meðan Millum Frændur er meira mítt egna projekt. Fólk vænta sær annað frá eini Frændur-fløgu enn eini frá Millum Frændur, sum er nógv meira opin. Men at bæði Eyðun og Rani hava bakkað upp og eru við á nýggju fløguni er gott fyri samstarvið frameftir, og eg kann svara fyri meg: Vit hava ikki gjørt okkara seinastu Frændur-fløgu.


Frá tí stóra til tað smáa

Nýggja fløgan við Millum Frændur, Karleikans Vallaraheim, er partvís ein ferð gjøgnum gerandislív og gerandishendingar. Burtur eru 80?ara sangirnir um kríggj og frið, og nú eru tað hendingar í kioskini og á kærleikans vallaraheimi, sum sungið verður um.

»Í kioskini á keiini tú bløð og tubbak fært, har hitti eg ein gamlan vin, hann livir lívið hart. Hann slóð meg dygt á herðarnar og beyð mær eina bjór. Um alt og einki tosaði, meðan fólk tað kom og fór,« syngur Steintór á tí frálíka Í kioskini.

Og tað eru líknandi støður, sum ganga aftur fleiri av hinum sangunum á fløguni. Tær smáu hendingarnar í gerandisdegnum, sum ein og hvør kann kenna aftur í, og sum kunnu ofta siga meira enn tey orðini um tey stóru evnini.

? Eg havi á hesi fløguni roynt at lúka allar klichéirnar burtur, tí at skriva um sólina, stjørnurnar, mánan og tann æviga kærleikan ? allar tær stóru myndirnar ? er ikki so spennandi longur, tí tað er so ofta brúkt og sigur í grundini so lítið.

10 sangir eru á fløguni, og teir spenna frá umsettum sangum sum Ríða ranka og Mona til hugtakandi løg og yrkingar sum Málningur Yrkjarans og Kanst tú siga farvæl.

Og onkrastaðni mitt í øllum gerandislívinum finst ein eygleiðandi Steintór Rasmussen, sum dugir at seta orðini saman og skapa stemningarnar, sum kunnu upplivast, tá tú hyggur út yvir fjørðin ella tekur tær ein frídag.


Gott at flyta heim

Tað eru nú trý ár síðani, at Steintór Rasmusen flutti heimaftur til Klaksvíkar. Frammanundan var hann í Danmark og læs til lærara, og hann arbeiddi eisini sum lærari, áðrenn hann kom heim á summri í 1995.

Og hann er glaður um at verða heima aftur.

? Tað var nógv betri at flyta heim, enn eg hevði torað at trúð uppá. Nú eru bæði eg og konan úr Klaksvík, og tí kenna vit eina rúgvu av fólki her. Og tað er gott at hava familjuna rundan um teg, at brúka móðurmálið í gerandisdegnum og at vita, at tað er brúk fyri einum, sigur Steintór.

? Tað er gott at læra onnur fólkasløg at kenna, uppliva aðra tankagongd, og øðrvísi moral, men verulig lívsvirði kunnu ikki metast í bíligum appelsinum og úrvalinum av tilboðsvíni.

Síðani Steintór Rasmussen kom aftur til Klaksvík, hevur hann verið við til at seta meira ferð á mentanar- og tónleikalívið í býnum. Hann var ein av høvuðsmonnunum aftanfyri nýggja mentanarhúsið og biografin Atlantis, og fløgan hjá honum er upptikin og ljóðblandað í nýggjum studio í Klaksvík, sum Steintór sjálvur hevur tikið stig til.

? Tað eru nógvir fyrimunir í at verða á heimavølli og taka eina fløgu upp. At syngja og spæla, tá tú ert væl fyri, og sleppa heimaftur um kvøldið. Og uppá longri sikt ivist eg ikki í, at eitt studio á staðnum kemur at hava týdning, heldur Steintór Rasmussen.

Sjálvur dugir hann eisini at síggja møguleika í at gera eina nýggja Frændur fløgu í Klaksvík, men hann heldur, at tað serliga verða teir ungu, teir sum spæla nógv og vilja nakað, sum kunnu fáa nógv burtur úr einum studio á staðnum. Tað snýr seg eisini um at skapa møguleikar, sum aðrir ikki hava havt, til teir tónleikarar, sum í dag eru í býnum.

Í køkinum telva Rani og Eyðun við ferð, báðir fyrrverandi føroyameistarar í talvi, men tá teir aftur koma í stovuna, er tað skjótt tónleikurin, sum fær sítt sjálvsagda pláss. Rani setist við gittar, Steintór við klaveri og Eyðun hevur eina lítla trummu frammanfyri sær.

Sangurin er á enskum, men eygnabráið føroyskt.