til stovnspláss at kalla. Sum foreldur er tað eisini mín greiða fatan, at barnaansingarmøguleikarnir eru batnaðir munandi, eftir at kommunan hevur fingið økið um hendi. So frymilin, at lata kommununum [...] barakkini – men sagt varð, at tey nú vóru á medisinsku deild og onkur á B8! Tó skuldi ein loysn finnast í næstum. Sólskinssøgan er Sunda Kommuna, sum við Mørkini veruliga hevur kýtt seg at raðfesta búpláss til [...] Verri er í Havn. Orsøkin sigst vera, at landið “eigur” økið. Víst var á, at tann dag kommunan ikki bert fekk vald, men eisini gjald fyri at vara av økinum, fór broytingin at verða sjónlig. Til samanberingar
gentur sum dreingir, ið klappaðu. Tað eru vit als ikki vanar við, tí at konufólk mangan øvunda øðrum konufólki.« At enda siga tær, at tær vóna at sleppa aftur til Føroya at upptraðka og at tær tá at hava [...] Hvat siga fólk til, at tit »kopiera« Spice Girls? »Sum heild eru fólk sera positiv. Tað er eftir okkara tykki rættiliga løgið, at Spice Girls framhaldandi eru so væl umtóktar. Vanligt er tað so, at slíkir [...] tað sama sum vit, men eg haldi, at vit eru tær bestu. Hetta ljóðar kanska eitt sindur reyput, men nógvir av hinum bólkunum hava tann trupuleikan, at tær bert eru góðar til antin at dansa ella at syngja.
upplivilsi at koma til botnin av Biskajavíkini og síggja Atlantshavið aftur. Hettar var Norðurspania, og eg koyrdi við mínum góða Mercedes bili, sum hevur tænt mær væl, men eg vil ikki siga, at bilurin hevði [...] fjøllini og tann Andalusiska fjallarøðin, sum sum gongur eysturyvir har suðuri og fer niður í Miðalhavið, kemur so uppaftur har (Balaerne?Fo) eru. Ein kann róligt siga, at Spania er eitt háland, tá 90% av víddini [...] leygarkvøldið 25 mars. Koyrdi runt í býnum fyri at finna mær eitt kampingpláss. Tað fyrsta, eg legði merki til, var at síggja alt fólkið, sum var farið í býin at spáka, og har vóru ikki bara ungfólk, nei her
ella ósamd við honum, so kunnu vit í øllum førum siga so mikið, at ein verður noyddur til at taka hattin av fyri manninum, sum vit bara kenna sum hann, sum hevur selt harraklæðir í SMS. Og SMS verður so [...] var so tómligt inni, at eg hálvavegna var bangin fyri, at hann fór at selja meg, tá nú ongar klædnavørur vóru inni. Hann sigur jú sjálvur, at hann kann selja alt ? Men har var einki at óttast. Inni í »gamla« [...] Illa í Keypmannahavn, enn minni í Havn, sigur handilsmaðurin, sum dugdi so væl at siga kundum, at ein klædningur hekk og bíðaði eftir teimum, at teir næstan trúðu honum. Kreppuárini vóru spennandi Tá ein hevur
nógvar diplomatiskar snildur til, fyri at fáa Áka at lata seg avmynda við Óla og steypinum, Áki var skjótur eftir dystin at siga, at hann ikki hevði planir um at tosa við Óla hetta vikuskiftið. Viðmerkingin [...] troyggju og sær alsamt meira óður út. Tað lýsir úr andlitsbráðnum á honum, at eitt tap ikki er ein møguleiki í hesum dystinum, men sum dysturin gongur gerst tapið alsamt meiri veruleikakent. Tá bólturin fyri [...] serliga stóran áhuga í hesum øðrvísi fótbóltsdystinum. Líka¬mikið hvussu úrslitið endar, so verður onkur óður í húsi¬num. Tí í Viðargøtu standa eini hús, ið hava eitt bein í hvørjum leiðri. 26-ára gamli
andsøgn í støðuni, at tíðin skuldi streingja soleiðis á. Eg vildi hava urið at steðga saman við tær. Urið, sum at kalla hevur verið ein partur av tær alt tað, eg minnist. Men smáu vísararnir, sum ta løtuna hildu [...] fyrireikað. Eg visti tað, men skilti tað ikki. Tí at vita og at skilja er ikki tað sama. Ta løtuna kendist tað, sum alt steðgaði upp - tú vart farin. Tú, sum fyri mær altíð hevur verið, vart ikki meir. Men [...] tá eg hevði skrivað okkurt, sum átti at havt verið betri. Um hvussu tú trúliga komst at vitja, tá Benjamin var innlagdur, og hvussu tú stríddist, meiri enn tú orkaði, fyri at hjálpa til við íbúðini. Minni
so er, at onkur heldur, at eg eri farin skeivur, hevði verið áhugavert at fingið eina rættleiðing. Haldi, tað hevur ein ávísan týdning, at eisini vit, sum ikki hava upplivað fólkaatkvøðuna, fáa at vita, [...] medvit, heldur hann seg til at siga, hvør sannleikin er um fólkaatkvøðuna! Sjálvur kenni eg ikki sannleikan av teirri einføldu grund, at eg ikki var føddur tá, men til ber at kanna í gomlum skjølum og søgubókum [...] fleirtal, men av tí at fólkaatkvøðan bert var vegleiðandi, var hesin spurningur ikki av týdningi. Tó er tað áhugavert at lesa, at sjálvur loysingarhøvdingin Thorstein Petersen, sum bæði var løgtingsformaður
»Tað er áhugavert, at teir siga púra greitt, at tað er ein fyrimunur, at vit eru við í tí evropeiska. Tað eru eisini dømi um, at tað hevur verið gagnligt fyri Føroyar og Grønland, at Danmark hevur ávirkan [...] somuleiðis, at vit hittast javnan at tosa um tað. Sjálvstýrisskipanin gevur eisini tann møguleikan at finna aðrar hættir at samstarva«. Kuupik Kleist bar fram, at stóra avbjóðingin hjá Grønlandi er at fara saman [...] haldi, at tann sum bjóðar og kann lata allan pakkan, ið grønlendingar meta sum tann rætta, skal hava møguleikan at fara undir arbeiðið. Eg kann ikki ímynda mær, at vit fara upp í eina verkætlan, sum ikki
kanska, at tað er burturvið at byggja nýtt løgtingshús, at meira eigur at verða latið í arbeiðsloysisstuðli o.s.v. Tískil er hann áhugaður í politikki tá saman um kemur, og kann ikki bara siga, at politikkur [...] samfelagið við yvirskriftini, samfelagið sum koddi. Hann nevndi, at ein ofta hoyrir fólk siga, at tí ella tí átti samfelagið at tikið sær av. ? Fólk finnast at politikarum, tí teir ikki byggja fleiri ellisheim [...] gomlu grikka, sum funnu upp á orðið demokratia. Nýskapanin í hesum hugtaki var, at fólkið skuldi sleppa at velja tey sum skuldu ráða fyri borgum. ? Gomlu grikkarnir vóru klókir. Teir søgdu, at við hesi skipan
teirra hevði lært teir, var at siga takk fyri alt. Í bønini takkaði Bjarni fyri, at tey vóru sloppin at hava mammu teirra so leingi. Fyrstur at halda røðu var løgmaður. Hann rósti synunum hjá Mallu og gav henni [...] fyri at hava uppalt slíkar skilamenn upp. Nógv vóru tey, sum ynsktu at bera fram heilsu til Mallu. Malla sat til síðsta mann Til borðhaldið, sum vardi í 4 tímar, sat Malla til síðsta mann. Tá onkur av børnunum [...] Týsdagin var so nógv fólk úti í Svínoy sum helst ong-antíð áður í søguni. Másin sigldi úr Hvannasundi sum vant um níggju tíðina. Skjótt var báturin fullur og tey, sum ikki sluppu við henda túrin, máttu bíða