Eftir døgurðasteðgin á læraraskúlanum leygardagin, røddi Sjúrður Skaale um leiklut hins einstaka í fólkaræðinum. Politikk og virðisbýti skilgreinaði hann við hesum orðum: Hvør fær hvat, sigur hvør!
Síðani segði hann, at tað ikki er løgið, um onkur segði, at politiskt vald er skeivt, tá hugsað verður um, hvussu stórt vald politikarar hava.
? Men hevði onki politiskt vald verið, hevði bert hin sterkasti yvirlivað, og tískil er helst neyðugt at siga, at politikkur er neyðugur. Var onki politiskt vald, var ongin menning. Bara ótti, segði Sjúrður.
Politiska valdstólið valdi Sjúrður at skýra høvdið á samfelagnum. Og okkara politiska høvd er gjørt eftir høvdi teirra gomlu grikka, sum funnu upp á orðið demokratia. Nýskapanin í hesum hugtaki var, at fólkið skuldi sleppa at velja tey sum skuldu ráða fyri borgum.
? Gomlu grikkarnir vóru klókir. Teir søgdu, at við hesi skipan ráða vit yvir teimum, sum ráða yvir okkum. Men fólkaræðið er ikki tvingsil. Tað er eitt tilboð?!
Sambært Sjúrði Skaale taka øll ikki av hesum tilboði. Sum kunnugt er valluttøkan á ongum sinni 100%, og tey sum ikki velja hava ikki tikið við tilboðnum.
? Eg tosaði við ein ungan mann herfyri. Hann segði, at politikkur stinkar, og at politikarar eru bert við fyri egnan vinning. Kanska hevur hann partvís rætt í hesum seinna men at siga, at politikkur stinkar er ov bíligt, tá viðkomandi ungi maður kanska hevur fleiri meiningar um ítøkilig politisk viðurskifti. Hann heldur kanska, at tað er burturvið at byggja nýtt løgtingshús, at meira eigur at verða latið í arbeiðsloysisstuðli o.s.v. Tískil er hann áhugaður í politikki tá saman um kemur, og kann ikki bara siga, at politikkur stinkar, helt Sjúrður Skaale.
Eiga at vera positiv
At politikarar ikki líða neyð vísti Sjúrður fyrst við at staðfesta, at allar politiskar lønir eru høgar. Síðani vísti hann við uppvarpi eina mynd av eini siroppsglasi.
? Hesum siroppi ráða politikarar á. Teir býta siroppin millum borgararnar, og tað er freistandi at, um ikki annað, so bara líka at sleikja sær um fingrarnar við jøvnum millumbili. Ja, at vera politikari er ein stór og long freisting, helt Sjúrður Skaale.
Sjúrður gjørdi nógv burtur úr, at veljarin er ein sjálvstøðug vera. Hann undraðist t.d. yvir, tá øll standa alspent og bíða eftir, hvat Jóannes Ejdesgaard fór at siga um fullveldi.
? Hildið verður kanska, at Jóannes Ejdesgaard hevur einar 4.000 veljarar í lummanum, sum hann kann leggja á borðið tá honum lystir. Hetta dømið vísir kanska løgnu uppfatanina hjá mongum einstaklingum. Teir standa og yppa øksl og siga, hvat kann man gera einsamallur??
Svart valdshol
Annars helt Sjúrður, at veljarin hevði skyldu at vera positivur.
? Ofta verður sagt, at vit eru so fá, kunnu onki, duga onki o.s.v. Hesar útsagnir veksa seg skjótt stórar og gerast soleiðis grundsetningar, segði Sjúrður Skaale, sum helt, at vit føroyingar eru stórir, júst tí vit eru so fáir. Positivt helt Sjúrður tað vera, at hvør okkara hevur 1/45.000 av valdinum í landinum, meðan borgarar í stórum londum nærum onki vald hava í part.
Sera áhugaverdar vóru hugleiðingar Sjúrðar um føroyska fólkaræðið, sum hann helt vera avmarkað og tískil kanska als ikki fólkaræði.
? T.d. søgdu føroyingar í 1946, at teir vildu hava loysing, men danir søgdu, nei. Vit hava tríggjar løgtingssamtyktir, ið mæla í móti hervaldi í Føroyum. Kortini er hervald her. Í 1993 skumpaðu danir løgtingið til viks, og settu ein sonevndan føroyabólk at stýra. Hesi dømi vísa á eitt svart valdshol, sum er mitt í okkara føroyska fólkaræði, segði Sjúrður.
Næstrakærleiki og idealisma
At enda viðgjørdi Sjúrður samfelagið við yvirskriftini, samfelagið sum koddi. Hann nevndi, at ein ofta hoyrir fólk siga, at tí ella tí átti samfelagið at tikið sær av.
? Fólk finnast at politikarum, tí teir ikki byggja fleiri ellisheim og bústovnar, meðan tey fæstu sjálvi royna at taka sær av sínum ommum; t.d. við at vitja tær oftari, segði hann, og nevndi eitt dømi um, hvussu næstrakærleikshugtakið er broytt.
? Danski menningarmálaráðharrin var og vitjaði í fátøkum landi. Einaferð kemur hann spákandi framvið einum biddara, sum rættir hondina fram eftir pengum. Ráðharrin letst ikki um vón, men gongur framvið. Spurdur um, hví hann ikki lat hesum fátæka nøkur oyru svaraði hann við hesum orðum:
? Jeg går ind for institutionaliseret næstekærlighed?
Í hini grøvini nevndi Sjúrður hjálparsinnaði fólk og felagsskapir, sum í roynd og veru taka politiskar uppgávur á sína herðar.
Sjúrður eftirlýsti idealismu í Føroyum. Í hesum sambandi nevndi hann Don Quitote de la Mancha, sum er navnið á bestur bók, Sjúrður hevur lisið.
? Bókin er um ein riddara, sum livir í samsvari við síni idealir. Ein rættan idealist. Tá ið hugsað verður um hendan idealistin, ber til at staðfesta, at pengar og rationalisma ikki kunnu vera avgerðandi. Hjarta skal við, og ein eigur at hava støði í egnum virðum. Ein eigur at tora í samsvari við trúnna?
Sjúrður Skaale varð stórliga fagnaður eftir fyrilesturin.