»Slagsbrøður«

Á Hamrinum á Argjum er eitt húski, ið hevur serliga stóran áhuga í hesum øðrvísi fótbóltsdystinum. Líka¬mikið hvussu úrslitið endar, so verður onkur óður í húsi¬num. Tí í Viðargøtu standa eini hús, ið hava eitt bein í hvørjum leiðri. 26-ára gamli Óli Olsen er limur í Nevan¬um, men yngri beiggin, 22-ára gamli Áki Olsen, er limur í Bob’aranum.

Óli leggur nógv fyri, meðan Áki ilskast
Tað er eisini týðuligt, at Óli Olsen leggur óvanliga nógv fyri í dystinum hetta leygarkvøldið. Fleiri ferðir liggur maðurin, ið hevur 99-talinum á rygginum, á vøllinum og ger glíðandi taklingar. Vanligar raðfestingar eru útskiftar við djarvar avgerðir, ið skulu tryggja, at Áki og hinir í Bob’arinum ikki skulu fáa mál – kosta hvat tað kosta vil. Á hinum liðnum rennur Áki Olsen runt í síni Manchester United troyggju og sær alsamt meira óður út. Tað lýsir úr andlitsbráðnum á honum, at eitt tap ikki er ein møguleiki í hesum dystinum, men sum dysturin gongur gerst tapið alsamt meiri veruleikakent. Tá bólturin fyri triðju ferð fer um málstrikuna hjá Bob’aranum, er tapið ein staðfesting og Áki Olsen hevur tapt fyri stórabeiggja.

Mongum brestur ætlan
Eftir dystin skuldu nógvar diplomatiskar snildur til, fyri at fáa Áka at lata seg avmynda við Óla og steypinum, Áki var skjótur eftir dystin at siga, at hann ikki hevði planir um at tosa við Óla hetta vikuskiftið. Viðmerkingin varð møtt við nógvum látri og harðast flenti Óli. Mongum brestur ætlan og tað gjørdi tað eisini hjá Áka og beiggjarnir báðir fylgdust heim, men nú er tað Óli, ið veruliga er stóribeiggi.