Í bløðunum hevur Heini O. Heinesen grein hann kallar Sannleikin aftanfyri fólkaatkvøðuna 14. sept. 1946. Hóast Heini bert var 8 ára gamal (føddur í ´38 samb. heimasíðuni hjá Løgtinginum), tá fólkaatkvøðan fór fram, og tí neyvan hevði fingið politiskt medvit, heldur hann seg til at siga, hvør sannleikin er um fólkaatkvøðuna!
Sjálvur kenni eg ikki sannleikan av teirri einføldu grund, at eg ikki var føddur tá, men til ber at kanna í gomlum skjølum og søgubókum, eins og Heini hevur gjørt.
Bert 32% atkvøddu fyri loysing
Allir partar eru nokk samdir um, at av øllum avgivnum atkvøðum, atkvøddu 47,2% fyri stjórnaruppskotinum, 48,7% fyri loysing, 4,1% av atkvøðunum vóru ógyldar [1] og atkvøðuluttøkan var 66,4% [2].
Einføld matematisk útrokning grundað á henda veruleikan gevur, at av samlaðu møguligu atkvøðunum í Føroyum tá, atkvøddu 31% fyri stjórnaruppskotinum, 32% fyri loysing, 33% atkvøddu ikki og 4% av atkvøðunum vóru ógyldar. Hetta er nokk eisini breið semja um.
Fólkaatkvøðan bert leiðbeinandi
Men Heini vil vera við, at fólkaatkvøðan skuldi vera bindandi. Sum tað framgongur av løgtingstíðindum, var semja millum flokkarnar um, at fólkaatkvøðan bert skuldi vera vegleiðandi (....folkeafstemning ...vælgerfolket bør få lejlighed til at udtale sig.... [3] og .... fyri at fáa leiðbeining.....almenna atkvøðugreiðslu....[4])
Eisini er ósemja um, hvørt talan skuldi vera um kvalifiserað, simpult ella vanligt fleirtal, men av tí at fólkaatkvøðan bert var vegleiðandi, var hesin spurningur ikki av týdningi. Tó er tað áhugavert at lesa, at sjálvur loysingarhøvdingin Thorstein Petersen, sum bæði var løgtingsformaður og formaður fyri Fólkaflokkin (Tjóðveldi var sum kunnugt ikki stovnað), undan fólkaatkvøðuni í blaðgrein 10. sept. 1946 krevur, at stjórnaruppskotið skuldi hava kvalifiserað fleirtal, um tað skuldi blivið góðtikið (...stjórnaruppskotið er felt, um tað ikki..... hevur helvt av øllum, ið hava rætt at stemma í Føroyum – og tað er gravlagt, um tað hevur helvt av øllum stemmum, sum kunnu avgevast í Føroyum móti sær....[5]).
Amtsráð útrópar suverenan stat
Men bert 8 dagar seinni letur Th. Petersen løgtingið tann 18. sept. 1946 útrópa Føroyar sum suverenan stat, grundað á, at loysingin fekk 1% fleiri atkvøður, men ikki fleirtal, hvørki kvalifiserað, vanligt ella simpult fleirtal! Og enntá av einum løgtingi, sum ikki hevði lóggevandi vald, men bert var at meta sum eitt amtsráð við ráðgevandi valdi.
Føroyingar ynsktu ikki loysing
Tí gjørdi statministarin tað einasta rætta við eini fráboðan 24. sept., har hann segði frá, at kongur sendi løgtingið til hús og útskrivaði nýval. Og hetta góðtóku allir flokkar. Bert ein ekskluderaður tinglimur mótmælti.
Úrslitið av valinum 8. nov. 1946 vísti, at føroyingar ikki ynsktu loysing. Fólkaflokkurin misti ikki minni enn 3 tingmenn og harvið fleirtalið í løgtinginum og alt tos um loysing var tept [6].
Mest at meta sum statskvett
Løgtingstíðindini frá hesi tíðini eru sera áhugaverdur lesnaður og sigur týðuliga frá, hvussu hart stríðið millum loysing og samband hevur verið. Men tú situr eftir við eini kenslu av, at royndin at loysa Føroyar frá Danmark mest var at líkna við eina statskvetsroynd, sum tíbetur miseydnaðist.
Hetta er ikki sannleikin um fólkaatkvøðuna, men bert nakrir sannleikar, eg havi funnið í niðanfyrinevnda keldutilfari. Um so er, at onkur heldur, at eg eri farin skeivur, hevði verið áhugavert at fingið eina rættleiðing. Haldi, tað hevur ein ávísan týdning, at eisini vit, sum ikki hava upplivað fólkaatkvøðuna, fáa at vita, hvat veruliga fór fram.
Keldur:
[1] Løgtingstíðindi 1946: vanlig tingseta 1946: 13. Fólkaatkvøðan síða 49. (logting.fo > løgtingstíðindi > løgtingstíðindi vel eldri > 1946 > B.Eykatingsetan apríl-mai 1946 og vanliga tingsetan 1946 > 49)
[2] Anja Andreasen, søgufrøðingur: Sambandsflokkurin í 100 ár síða 229
[3] Løgtingstíðindi 1946: eykatingseta apríl-mai 1946: skjal 8 Nevndarálit Stjórnarskipan Føroya síða 2. (logting.fo > løgtingstíðindi > løgtingstíðindi vel eldri > 1946 > D. Skjøl > 164))
[4] Løgtingstíðindi 1946: eykatingseta apríl-mai 1946: skjal 8 Nevndarálit Stjórnarskipan Føroya síða 3-4. (logting.fo > løgtingstíðindi > løgtingstíðindi vel eldri > 1946 > D. Skjøl > 165 og 166)
[5] Løgtingstíðindi 1946: vanlig tingseta 1946: 13. Fólkaatkvøðan síða 49. (logting.fo > løgtingstíðindi > løgtingstíðindi vel eldri > 1946 > B.Eykatingsetan apríl-mai 1946 og vanliga tingsetan 1946 > 49)
[6] Anja Andreasen, søgufrøðingur: Sambandsflokkurin í 100 ár síða 232










