»Tað snýr seg ikki bert um at leggja ár til lívið, men eisini lív í árini!«

Segði ergoterapeuturin Turið Jacobsen so beinrakið, á væleydnaða borgarafundinum í Havn um akutta tørvin á røktaheimsplássum.

Í fyrra lagi var tað ein hvøkkur, at hoyra avvarðandi siga frá, hvussu syndarlig støðan var og í øðrum lagi hugstoytt at fáa “skorið út í papp”, hvussu ófullfíggjarður lógarkarmurin er, tá tað ræður um eitt virðiligt livskvøld hjá teimum, sum bygdu hetta landið.

 

Víst hava bæði land og kommunur ætlanir á økinum – men færri boð um, hvat vit kunnu gera júst nú. Bústaðarpakkin er ávegis, og stuðulin fyri hvørt búpláss fer ætlandi úr 500 upp í 800 túsund krónur. Og fólk vóru flutt út úr barakkini – men sagt varð, at tey nú vóru á medisinsku deild og onkur á B8! Tó skuldi ein loysn finnast í næstum.

Sólskinssøgan er Sunda Kommuna, sum við Mørkini veruliga hevur kýtt seg at raðfesta búpláss til tey eldru. Verri er í Havn. Orsøkin sigst vera, at landið “eigur” økið. Víst var á, at tann dag kommunan ikki bert fekk vald, men eisini gjald fyri at vara av økinum, fór broytingin at verða sjónlig. Til samanberingar var dagstovnaøkið. Tá hetta varð latið kommununum upp í hendi, hvurvu bíðilistarnir til stovnspláss at kalla. Sum foreldur er tað eisini mín greiða fatan, at barnaansingarmøguleikarnir eru batnaðir munandi, eftir at kommunan hevur fingið økið um hendi. So frymilin, at lata kommununum bæði vald og gjald sum skjótast tykist sólarklárur. Kann bert taka undir við uppskotinum sum landsstýriskvinnan nevndi, um at Havnin verður royndarkommuna. Tað ljóðar sera skilagott eftir mínum tykki.

 

Góð hugskot

Hugskotini um, hvat gerast kundi her og nú komu frá borgarunum og starvsfólkum innan økið, sum luttóku á fundinum. Eitt uppskot var at hækka samsýningina ein fær fyri at hjálpa einum óhjálpnum, ein onnur helt fyri, at tað loysti seg betri, um tey óhjálpnu vóru til umlætting oftari og í styttri tíðarskeið heldur enn sjáldan og í longri tíðarskeið. Hon nevndi sum dømi, at 10 umlættingarpláss, har fólk komu eina viku í senn merkti, at 40 fólk vóru til umlætting í einum 10-vikuskeiði. Trygdartelefon hevði eisini verið ein hjálp.

 

Heimasíða ella kapping?

Luttakararnir høvdu stóra vitan og mong hugskot. Ivaleyst eru enn fleiri hugskot, sum ikki vórðu borin fram á fundinum. Kundi tað verið eitt hugskot við einari heimasíðu har fólk kundu komið við hugskotum um, hvat vit kunnu gera her og nú fyri at bøta um støðuna? Ella kanska ein kapping við hugskotum um, hvussu vit loysa akuttu støðuna. Tí higartil hava vit politikarar ikki megnað at funnið røttu her-og-nú loysnina. Hetta kundi verið íkast til at loysa bráðfeingiskreppuna.

 

Nú skal syngjast annað lag

At eingin loysn er funnin, er skelkandi og fleiri okkara hava ábyrdina. Eg gleði meg til fundin – millum Trivnaðarnevnd Løgtingsins og landsstýriskvinnuna – sum má vera sum skjótast. Tjóðveldi vil gera sítt til, at hetta ikki gerst eitt andstøðu/samgongumál, men eitt mál har vit øll saman taka ábyrgd og loysa bæði akuttu støðuna og fyribyrgja, at hon heldur áfram.

 

Stóra takk

Takk fyri góða átakið, kunningina, og góðu hugskotini eg fekk við mær!