reytt flagg verður vundið á stong, og leygardagin kendu teir umborð á Drekanum sviðan av hesum. Dreingirnir á Drekanum vóru við í kappingini um næstfremsta plássið, tá teir komu á mál, men tá vóru teir longu [...] enn teir umborð á Havfrúnni fingu frá nøkrum øðrum. At Drekin fekk reytt kort í Hósvík vil kortini ikki siga, at hann ikki sleppur at taka lut í næstu kapping, sum verður á Tvøroyri komandi leygardag [...] koma á mál millum teir næstfremstu. Manningin umborð á Drekanum hevur ikki serliga nógvar royndir, og tað er einki at ivast í, at teir fara at gera sær serligan ómak at stýra beint, tá teir fara á jóansøku
hesum døgum kring landið og ikki so lítið verður gjørt burturúr á teimum støðum har stevnurnar eru. Um vikuskiftið verður Jóansøkan á Tvøroyri, og sum verða man er skráin sera fjølbroytt. Men tað er nú ikki [...] Róðrarfelag og Tvøroyrar Svimjifelag fyri gamlamannadansi í TB-húsinum, har vælumtókti bólkurin av Tvøroyri, Trio fer at spæla. Tónleikararnir í Trio eru í fýrati árunum, og tað liggur væl fyri hjá teimum
? Miðnámsskúlin í Suðuroy er við til at byggja brýr ímillum Tvøroyri og Vág. Segði Ole Laursen, leiðari á Miðnámsskúlanum í Suðuroynni, tá ið hann handaði teimum 30 nýklaktu pisunum prógvið mikukvøldið [...] Suðuroynni, tí á skúlanum hildu tey, at bygdaklandrið ímillum norðaru og syðru helvt var skaðiligt fyri Suðuroynna. Og hann helt, at eitt mál, sum skúlin hevur rokkið, er, at tað er als ongin munur á næmingum [...] næmingum av Tvøroyri og teimum úr Vági. ?Tað var bara onkuntíð, tá ið tosið kom inn á fótbólt. ? Men tvøramenn tosa ikki so hart um fótbólt longur. Og vágbingar eru eisini fánaðir eitt sindur í seinastuni, helt
i. Og fyri at nevna eina ?oljuvitjan? afturat á Tvøroyri kann nevnast, at mikumorgunin var ein sendinevnd hjá risastóra oljufelagnum, Texaco á Tvøroyri á kunningarferð, har teir m.a. hevði fund við Tvøroyrar [...] ætlanin, at teir skulu leiga á oljuhavnini hjá Danbor Service á Drelnesi. Á Tvøroyrar Býráð verður sagt, at umboðini fyri Texaco vóru sera væl nøgd við umstøðurnar á Tvøroyri sum heild til oljuhavn. [...] við manninum. Tey skulu vera á Tvøroyri á Jóansøku og mánadagin skal Býráðið hava fund við tey. Norsku borgarstjórahjúnini fara avstað aftur mikudagin. Týsdagin fær Tvøroyri eisini aðra vitjan úr Noregi
Naddoddi á Tvøroyri. Á Tvøroyri, sum so nógva aðrastaðni í Føroyum, er ansurin fyri tí gamla veruliga vaktur aftur. Eisini ansurin fyri teimum gomlu bátunum. Tað byrjaði í smáum við at einstaklingar á Tvøroyri [...] verða við á eini ferð, saman við grindabátunum í Vági rundanum suðuroynna. Hetta er ein ferð, sum ætlandi fer at vara einar tveir dagar, tí meiningin er at leggja inn á ymsum bygdum á ferðini. Og nú á jóansøku [...] við seglum til Noregs og heim aftur á sumri 1997. Annað bragdið varð gjørt, tá báturin við fýra monnum róði til Íslands á sumri 1998. Nadoddur hevur eisini róð kapp á tveimum ólavsøkum- og vunnið báðar
eitt nýtt flakavirki byggjast á Tvøroyri. Tað er Delta Seafood, sum frammanundan hevur virkið á Sandi, í Skopun og á Tvøroyri, sum nú fer undir at byggja nýtt virki á Tvøroyri. Arbeitt hevur verið við ætlanini [...] Jespersen, stjóri á Delta Seafood á Tvøroyri, sigur, at tað eru tey heilsufrøðiligu krøvini frá ES sum ger, at tað er neyðugt at byggja nýtt virki. Delta Seafood byrjaði á Tvøroyri á sumri í 1995 og síðani [...] ymsastaðni frá. Nakað verður eyðvitað keypt á Fiskamarknaðinum. Men hann vísir á, at Delta hevur eisini eitt sera gott samstarv við Føroya. Fiskavirking á Tvøroyri og Hamranes í Hvalba. ? Tað samstarvið gongur
minni gott. Og nú seta tvøramenn so sítt álit á jóansøkuna. ? Tað er lítið at ivast í, at menninir kenna eitt ávíst trýst á sær at koma við einum góðum úrslitið á jóansøku. Men vónandi fer hetta trýstið at [...] at summir arbeiða á flakavirki og har eru skiftandi arbeiðstíðir, og tað hevur darvað venjingini eitt sindur. Gingið sera strilti Annars skerst ikki burtur, at kappróðurin á Tvøroyri - og kanska í Suðuroynni [...] Suðuroynni, sum heild, er í einum veruligum aldudali. ? Suðuroyingur er einasti bátur á Tvøroyri, sum er mannaður í ár, men tað gekk sera strilti at fáa fólk. ?Av tí sama varð hann ikki mannaður fyrrenn 5
Doktarahúsini á Tvøroyri hoyra til hjarnan í bygdini. Húsini standa á økinum, har Krambúðin hjá Thomsen (fyrrverandi kgl. handilin), Fiskaplássið og Gestastovan eru. Hetta er júst har, ið bygdin Tvøroyri er vaksin [...] ymiskar gamlar lutir heima. Ætlanin er at fáa eitt savn á beinini, men talan skal ikki vera um líggjar og hakar, men um tað, sum hevur fyrifarist á Tvøroyri. Læknin, sum kom umleið 1850, kallaðist Nolsøe. Møguliga [...] vaksin uttan um, og Doktarahúsini vóru fyrstu húsini á staðnum, ið ikki beinleiðis høvdu nakað við kgl. handilin at gera. Handilin kom í 1836. So Tvøroyri er ikki gomul bygd, men skal ein tosa um gamla bygd
listamenn av Tvøroyri hava tikið seg saman, og fara á jóansøku at sýna fram ymiska list. Teir eru Eyðun Ásason, Pól Arni Holm og Jón T. Einarsson. Teir eru millum 22 og 24 ár og hava sýnt fram, áður. Jón á jóansøku [...] fram áður, Pól Arni á jóansøku í fjør. Pól Arni eigur eisini kápumyndina, ið sæst á fløguni ?Álvadansur? hjá Knút H. Nielsen, ið kom út í fjør. Teir 3 eru samdir um, at ov lítið hendir á listarliga økinum [...] hava teir 3 við einum skálkabrosi hug at halda, at talan er um náttúrumyndir. Eyðun hevur fotomyndir á sýningini og Jón og Pól Arni sýna fram málningar. Ungu listamenninir játta, at talan er um søluframsýning
Útvarpinum víðvíkjandi stevnuni. Eingin sangur hevur sum so verið knýttur at sjálvari jóansøkuni. Tvøroyri og Vágur eru skiftivís vertir annaðhvørt ár, og tá hava bygdasangirnir hjá hesum bygdum verið at [...] jóansøkusangur, nevndur Jóansøkudreymur. Fleiri av virknastu tónlistafólkunum í Suðuroynni luttaka á upptøkuni. Rene Jespersen setti seg í samband við Dagfinn Olsen, ið smíðaði orð og lag til sangin, umframt [...] Nielsen leikar ljómborð og hevur staðið fyri trummum. Somuleiðis eru fleiri góðar røddir at hoyra á upptøkuni. Jonhild Andreasen, Hans Jacob Hjelm og Hans Olaf Johannesen syngja, umframt Hjalmar Magnussen