Summarstevnurnar ferðast í hesum døgum kring landið og ikki so lítið verður gjørt burturúr á teimum støðum har stevnurnar eru.
Um vikuskiftið verður Jóansøkan á Tvøroyri, og sum verða man er skráin sera fjølbroytt. Men tað er nú ikki alt, sum er við í skránni.
Eitt tiltak, sum ikki er við í Jóansøkuskránni verður leygarkvøldið.
Tá skipa Froðbiar Sóknar Róðrarfelag og Tvøroyrar Svimjifelag fyri gamlamannadansi í TB-húsinum, har vælumtókti bólkurin av Tvøroyri, Trio fer at spæla.
Tónleikararnir í Trio eru í fýrati árunum, og tað liggur væl fyri hjá teimum at spæla dansitónleik fyri »gamlar menn«.
Men tað er ikki alt.
Afturat dansinum hava fyrireikararnir fingið klørnar í tvær danskar búkdansarinnur av Fjóni.
Hesar báðar verða við leygarkvøldið í TB-húsinum, so Jóansøkugestir, sum hava hug til at síggja danskan búkdans, skulu bert leita sær í TB-húsið.
Fyrireikararnir siga, at teir eru stak fegnir um at hava fingið TB-húsið til endamálið.
? Vit hava einki telt, ella nakran bás til hesa Jóansøkuna, og tí kom tað væl við, at vit sleppa í TB-húsið leygarkvøldið.
So er bert at vóna, at dansiáhugaðir tvørámenn finna sær leiðina í TB-húsið til gamlamannadans og »fjónskan« búkdans.










