Áki Bertholdsen
Nú stevnurnar ferðast kring landið, er vanligt at hoyra tónleikaupptøkur frá teim ymisku støðunum í útvarpslurtinum. Í summum førum er enntá talan um stevnusangir.
Jóansøkan er í hondum og væntandi verður okkurt at hoyra í Útvarpinum víðvíkjandi stevnuni.
Eingin sangur hevur sum so verið knýttur at sjálvari jóansøkuni. Tvøroyri og Vágur eru skiftivís vertir annaðhvørt ár, og tá hava bygdasangirnir hjá hesum bygdum verið at hoyrt.
Sjálvsagt hevur prát verið millum manna, óivað hvørt ár, tá jóansøkan hevur verið í hondum, um at ov lítið hendir og at ein átti at gjørt eitthvørt.
Nøkur ungfólk í Suðuroynni gjørdu av at seta álvara aftanfyri orðini. Rene Jespersen, ið hevur ognað sær upptøkuútgerð, fekk í lag, at sangur varð skrivaður og at tónleikarar komu at spæla og syngja. Saman við øðrum hevði hann ta hugsan, at lítið munar at stilla seg í røðina, sum sigur, at ov lítið hendir, um ein einki ger við tað sjálvur.
Úrslitið er, at tvær upptøkur eru gjørdar í sambandi við jóansøkuna í ár, harav tann eina er ein jóansøkusangur, nevndur Jóansøkudreymur.
Fleiri av virknastu tónlistafólkunum í Suðuroynni luttaka á upptøkuni.
Rene Jespersen setti seg í samband við Dagfinn Olsen, ið smíðaði orð og lag til sangin, umframt at leika bass og akk. guitar í upptøkuhølunum. Harumframt leikar Rene Jespersen guitar, og Knút H. Nielsen leikar ljómborð og hevur staðið fyri trummum.
Somuleiðis eru fleiri góðar røddir at hoyra á upptøkuni. Jonhild Andreasen, Hans Jacob Hjelm og Hans Olaf Johannesen syngja, umframt Hjalmar Magnussen og Johannus Andreassen. Saman framføra hesi fólkini úr báðum vertsbygdunum sangin Jóansøkudreymur, so í ár er okkurt nýtt at leggja oyrini til á jóansøku.