tað er, hin andaliga drívmegin í daglig degnum á øllum stigum í samfelagnum. Søgan ber prógv um, at har tey grundleggjandi tingini vóru skúgvaði til viks, gekk ikki langt tíðarskeið, til bæði stór og smá [...] framtíðina er yvir øllum øðrum spurningurin, um tann andi, sum livir millum manna og setir sín dám á samfelagi og mentanina er burðardyggur í verki. Tí er alt tað, sum gjørt verður fyri at stuðla rætta [...] honum, er óheftur av tí sjónliga stórleika og ríkidømi, søgan ber boð um, at hitt týdningarmesta árinið á vesturlendsku mentanina og andslív er sprotti úr tveimum smærri londum við Miðarahavi: Ísrael og Grikkaland
slíkt á skránni. Klokkan 03.35 leygarnáttina fekk løgreglan í Havn boð um, at tveir unglingar á knallert høvdu tikið taskuna frá eini útlendskari kvinnu, sum gekk á gongugøtuni í Havn. Løgreglan kom á staðið [...] menninar, vísti tað seg, at teir høvdu lutir uppi á sær sum útlendska kvinnan átti. Tað vísti seg at vera so heppið at løgreglan hevði fingið fatur á monnunum, sum høvdu framt ógerðina ímóti útlendsku [...] tíbetur so vælsignað sjáldan. Føroyingar, sum hava búð uttanlands, eru eisini fegin um at koma heim aftur á klettarnar, tí her valdar friður og tryggleiki. Og her kanst tú leggja okkurt frá tær uttan at tað verður
tatovera á svínahúð. Síðani má ein vóna, at onkur kundi letur ein beran blett, ið nýbyrjarin kann royna seg á. Hevur verið í USA Sigge hevur tó ikki vant á svínahúð. Hann byrjaði at tatovera á vinfólk síni [...] hendavegin. Rani hevur frammanundan tvær tatoveringar, eina á hvørjum armi. Tann eina er ein ørn og hin ein vøkur genta. Triðu tatoveringina fekk hann á vinstra herðablað og er hon eitt mynstur. Stórur áhugi [...] hevur fingið tatoverað eina kanin og áskriftina HB. Vónandi skiftir hesin ikki felag fyribils. Venja á svínahúð 24 ára gamli íslendski tatovørurin hevur verið í USA, fyri at læra seg kynstrið. Ein kann ikki
tveir dagar frammanundan, at fraklendingar fóru á gøtuna fyri at hátíðarhalda størsta ítróttardaginí fronsku søguni. Í París kom talið av fólkið á gøtunum upp á tey sjey siffraðu tølini, og allastaðni runt [...] at Frakland kom ovast á fótbóltstrúnuna. Zinedine Zidane, maðurin við tí tunna hárinum og tiltikna fótbóltsskilinum, nýtti tvær ferðir høvdið eftir hornaspørk og so var Frakland á gullkós. Les blues hildu [...] møtti til arbeiðis klokkan 6 í morgun, og á vegnum her til møtti eg floytandi bilum og glaðum fólki, greiður Tórheðin Jensen frá. Hann er eitt av fýra starvsfólkum á deildini í býnum, sum ikki hevur hýsir
við gentum, gekk tað akkurát, sum tað varð roknað við. Ørnin úr Sandavági svíkti ikki álitið, sum vágafólk høvdu sett á tær, og dreingirnir úr Kvívík vóru eins sannførandi, sumt eir hava verið á øllum hinum [...] Sandavági og hinum bygdunum í Vágum nú iðra seg um vánaliga úrslitið á norðoyastevnu, tá tær bara fingu tvey stig, er tað einki at undrast á. Royndin Fríða, nýggi báturin hjá gentunum í Vági, var ananrs ikki [...] og Sílið framvið, men tað var skjótt, at Ørnin legði seg fram um, og so var tað sum um tær høvdu tak á støðuni. Sum so ofta áður fingu tær størsu kappingina fra Kolli. Munurin var ikki meiri enn ein lítil
málini brúkt á fýra stevnum, meðan styttsti teinurin verður brúktur til allar róðrarnar á tveimum stevnum. Í Klaksvík, Fuglafirði, Hósvík og á Tvøroyri verður róð á 1000, 1500 og 2000 metrum. Á ólavsøku verður [...] tíð, plagar bara at koma fyri á ólavsøku, men á jóansøku suðuri í Vági fyri góðum tveimum vikum síðani, gekk tað eisini sum eftir ánni. Samlaða tíðin til kappróðurin hevur á hesum stevnunum verð minni enn [...] av tíðini, sum tað t.d. tók at fáa kappróðurin avgreiddan á norðoyastevnu og á Skálafjarðastevnu. Aðalfundurin eigur síðsta orðið Í Klaksvík og á Skálafjørðinum vórðu allir teinarnir brúktir, og reglurnar
leygardagin gekk soleiðis: 100 m bringa: Maiken Petersen nr. 4, Karina Eliasen nr. 5. 50 m frí: Sheila Millum Garðarnar nr. 8. 200 m frí: Kristoffur Hentze nr. 6. 4x100 m blandað: Kvinnurnar nr. 6. Á liðnum [...] Garðarnar. Í finalunum sunnudagin gekk soleiðis: 400 m frí: Rannvá Jacobsen nr. 6 200 m bringa: Maiken Petersen nr. 6, Karina Eliasen nr. 8. 4x100 m frí: Kvinnurnar nr. 7. Á liðnum svumu Sheila Millum Garðarnar
flogskipari, og aftaná tað ætlaði hann sær heimaftur til Føroya. Men tað gekk øðrvísi, og nú er hann búsitandi í amerikansku statunum á 11. ári og arbeiðir sum flúgvilærari. ? Eg kundi verið farin til Danmarkar [...] hevði verið lætt at funnið, og tað skuldi bara havt nakrar góðar fiðrir ella vøtn at lent á. Tað hevur verið nevnt at á Kaldbaksfirði, og tað haldi eg er eitt gott hugskot. Bólkurin av privatum, sum kom við [...] læra onnur at flúgva. Hann hevur tó eisini havt onkur arbeiði við flúgving sjálvur. ? Tað er munur á at undirvísa og at flúgva sjálvur, men mær dámar væl at verða flúgvilærari, sigur Jan Lamhauge. Orsøkin
kroppur hansara ikki ein sjón, ið føroyingar vanliga síggja ein sólskinsdag á Leynasandi ella í Sandagerði. Ikki er hann høgur á vøkstri, 166 cm, men kroppur hansara er hinvegin eitt savn av sera stórum [...] (Uttanfyri kapping)100 kg. (í kapping)90 kg. Hædd: 166 cm. Úbúgving: Sálar- og námsfrøði á College St. Henry 1984, sjúkrasystur á Rotterdam Regional College 1992 Tosar hesi mál: Franskt, hálendskt, swahili, lingala [...] Roberto byrjaði at venja í 1987. Hann fann skjótt útav, at hann hevði tað, ið skuldi til. Kropsliga gekk væl, men eisini hevði hann rætta hugburðin, ið er umráðandi. Skal ein gera seg galdandi, so er hørð
ikki uppá og hava ongantíð havt álit á føroyinginum. Undan løgtingsvalinum frøddi tað meg, at sjálvt tann ungi formaðurin í Unga Sambandinum, sum er úr Vágum, gekk inn fyri at blokkurin skuldi burtur við [...] greinir í bløðunum, summar wc-rullulangar, leypi eg tær um, tá eg síggi at greinskrivarin er t.d. Bjørn á Heygum, Pauli Ellefsen ella Edmund Joensen. Orsøkin er, at hetta er so niðurbrótandi lesnaður og or [...] bangin og óttafull. Niðurstøða mín er tí, at einasta endamál hjá teimum er at leypa ótta og ræðslu á fólk í síni níðingsskriving um føroyingin. Mær vitandi er vágatingmaðurin lækni. Tað kann tí ikki vera