minuttum fýra fylgjandi StÍF-mál, og so var støðan 8-4. Og restina av hálvleikinum økti StÍF um støðuna, so hon var 15-7 til teir í hálvleikinum. StÍF tekur seg fram Tað kom eingin vend í í seinna hálvleiki [...] sum heimavøll. Fyrstu 10 minuttirnar gjørdu bæði liðini fýra mál í part, men so tók StÍF dik á seg, og teir fóru langt fram um KÍF eftir lítlari løtu. Poli Hansen, Arthur Johansen, Jónleif Sólsker og Tummas [...] um, sum bara øktu um leiðsluna, sum dysturin leið. Mikukvøldið var dystur millum KÍF og StÍF í høllini á Skála, og hóast strandingar sambært skipanini spældu á útivølli hesaferð, so vórðu teir í kendum
hjá Ikast javnaði, og í longdu leiktíðini legði hann heimaliðið fram um 2-1. Topskjúttin hjá Ikast, Christian Lundbjerg, økti til 3-1, og so hjálpti tað einki, at Chris Hermansen minkaði til 3-2 tveir minuttir [...] málum. Liðið hjá Toda Jónssyni er framvegis við í steypakappingini, og mikukvøldið spældu OB og AGF um rættin at spæla móti FCK í kvartfinaluni 30. november. Bert eitt mál kom í dystin num, og tað gjørdi
spyrja seg sjálvan, um tað veruliga er so galið, at tað er ímóti betri vitandi, ella er tað beinleiðis at kasta føroyska veljaranum torvmold í eyguni, at teir ferð eftir ferð koma fram við og gera Ísland [...] ein heilt annar, tí sjálvt um Bjarni Djurholm helst er stinnur í bæði rokning og matematikk, so kann ein 2. klassa skúlanæmingur skjótt rokna út, at sjálvt við 30% í skatti, so verður nettolønin ca. kr. [...] sjálvsagt heldur ikki, tá tað í sama viðfangi verður ført fram, at íslendingar fáa meira fyri teirra pening enn føroyingar, hvørki so ella so, tí prísurin á mati og nýtsluvørum í Íslandi er millum teir hægstu
ringu viðferðina, hevur hann hesa viðmerking til tey vaksnu: »tey vaksnu, hugsaði hann, so býtt, so góðvarin, so sakleys«. Tey vita ikki av tí sortudíki av skomm og synd og óreinheit, sum er tann heimur [...] ið tú ert í øðrum, er hin so mangan í baksýninum. »Tann bláa kannan« fer fram eitt heitt vár í stórbýnum, og frásøgumaðurin liggur vakin og snarar og vendir sær og hugsar um heimlandið og foreldrini, og [...] at biðja um fyrigeving fyri tankar og gerðir, men so stingur nakað seg upp: »Hevði hann biðið av heilum huga? Ella hevði hann bara ... spælt sjónleik?«. Ivin stendur bert við eina lítla løtu, so »eins og
við løgmann ber týðuligt boð um, at løgmaður er so lukkuliga óvitandi um tað, sum hevur fyrifarist í føroyskum politikki hesi seinastu 20 árini, tí hann fær tað at ljóða sum um, at Javnaðarflokkurin nú, síðan [...] 1981, og um løgmaður fylgdi eitt sindur meira við, so sá hann, at samgongan frá 1991 hevði hetta við í samgonguskjalinum. Jóannes Eidesgaard heldur eisini lítið um, at løgmaður bjóðar seg fram sum tann [...] Var heimastýrislógin nú so væl klárt definerað, so skuldi tað ikki verið nakar trupulleiki at staðfest, at danir áttu hesa skuldina, men so er ikki - og tað er helst besta prógvið um, at nógv viðurskifti
fekk Tummas Lenvig, meðan hann var í ferð við eina ritgerð um Bábilstornið. Tá rendi hann seg fleiri ferðir á navnið Rasmus Rasmussen og settist so at kanna eftir, hvat hann hevði skrivað og latið koma á [...] útsjónd. ? Eg haldi, at bøkur skulu vera snøggar. Tær skulu ikki bara lesast og so tveitast burt. Tær skulu standa á hyllini so at komandi ættarlið kunnu veksa upp saman við teimum. Høvdu vaml fyri politikarum [...] Føroyum fyrstu árini í hesi øldini. Tað eru eisini greinar og røður, har ið menn hava lagt tankar fram um vinnuliga og handilsliga menning her á landi. Áhugavert er tað, at fyrst í hesi øldini, høvdu fólk
Tað gekk so væl hjá okkum, og móti endanum segði hann, at nú hevði hann um velið á gásuni. Men løtu seinni misti hann taki, og vit fingu dunnuna. - Ein lækni gav mær einaferð tey ráð at halda fram við at [...] Fyri meg hevur tað ikki altíð verið so avgerandi at vinna, eg havi hugnað mær kortini. - Tey ungu fólkini, sum spæla, eru eisini ógvuliga fitt, og so duga tey so væl eisini, sigur Jansy. [...] sum vóru byrjaðar í bridgeskúlanum, og eg fekk so eisini hug at fara við í bridgeskúlan, sum var í gamla kommunuskúlanum. - Har vóru fleiri, sum skiftust um at undirvísa, m.a. Reimar Isaksen, A. G. Nielsen
Kjakið um undirsjóvartunnlar er rættiliga kyknað aftur. Í Klaksvík droyma tey um eina koyribreyt undir Leirvíksfirði, og í Vágunum hevur tað leingi verið tosað um fast samband um Vestmannasund. Klaksvíkingar [...] og Ólavur Waag Høgnesen hava gjørt um Vágatunnilin, almannagjørd. Frágreiðingin er ein lýsing av fyrimunum og vansum við einum undirsjóvartunnli um Vestmannasund, um hvussu ein slíkur kann fíggjast og [...] verður eisini mett um, hvørjar inntøkur kunnu koma frá eini gjaldsskipan, sum líknar henni, sum fólk kenna frá Strandferðsluni, tað vil siga at goldið verður fyri bilar og fólk, sum fara um sundið, og har
vanligt í øðrum londum, ? í so nógv ár??? Gott nokk hevur hesin nógva vitan um tónleik, men ber ikki til at hesin leggur til rættis og onnur rødd leggur fram tónleikin fyri okkum? Og so má man jú bara spyrja [...] Sendingin »Víða um« hevur viðhvørt góð evni. Kanska hevði tað verið betri, um svarini komu sum samtala og ikki bara blivu lisin upp. Einaferð hevði henda útvarpskvinnan stak góðar sendingar um sosial problem [...] konufólkini burt? Gott nokk eru nú tvær kvinnur at hoyra av og á í tíðindunum. Verið nú so fittir ímóti teimum, so tær halda á. Lurtari ps. Vinarligast sigi straks frá, nær ein sending verður endursend
at tað ber ikki til at reka eitt slíkt virki, tá helvtin av árinum fer, uttan rávørutilgongd. Men um so var, at loyvt var at fiska hvítingsbróður, var møguligt at tryggja Havsbrún eina javna rávørutilgongd [...] hvørt annað Tað hevur verið ført fram, at hvítingsbróðurveiðan undir Føroyum mátti steðga, tí hon var við til at oyða hýsustovnin. Grundin var, at trolararnir fingu so nógvan hýsuyngul sum hjáveiðu. Tað [...] og lýsileverandørur uttanlands,« sigur Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún í Fuglafirði. Og hetta ger so aftur, at altjóða kappingarstøðan hjá Havsbrún viknar munandi og gerst ein stór hóttan fyri møguleikarnar