FÓTBÓLTUR: Mikukvøldið vóru tvær av kvartfinalunum í donsku steypakappingini, Compaq Cup.
Og annað liðið, sum føroyskur spælari spælir við, varð sent úr kappingini. Tað var liðið hjá Jákupi Mikkelsen, Herfølge, sum á útivølli mátti lúta 3-2 fyri Ikast. Tað mátti longd leiktíð til fyri at finna vinnaran, tí eftir 90 minuttir stóð á jøvnum 1-1.
Jacob Gregersen legði Herfølge á odda, men 20-ára gamli Frank Kristiensen, sum spældi sín fyrsta dyst á 1. liði hjá Ikast javnaði, og í longdu leiktíðini legði hann heimaliðið fram um 2-1. Topskjúttin hjá Ikast, Christian Lundbjerg, økti til 3-1, og so hjálpti tað einki, at Chris Hermansen minkaði til 3-2 tveir minuttir fyri leiklok. Herfølge er tí útsligið úr steypakappingini, og kann tí brúka alla orkuna í landskappingini, har liðið liggur nær niðurflytingarstrikuni.
Brøndby spældi á heimavølli móti einum sera verjukendum AaB-liðið, og teir gulu og bláu vunnu 2-0. Hesaferð var tað ikki Ebbe Sand, sum skoraði, men hann stóð fyri tí fyrra málinum, sum Thomas Lindrup gjørdi. John Jensen staðfesti sigurin við einum av sínum sjáldsomu málum.
Liðið hjá Toda Jónssyni er framvegis við í steypakappingini, og mikukvøldið spældu OB og AGF um rættin at spæla móti FCK í kvartfinaluni 30. november. Bert eitt mál kom í dystin num, og tað gjørdi fyrrverandi liðfelagin hjá Toda Jónssyni í Lyngby, Anders Bjerre. Hann stútaði eitt horna í málið.
Semifinalurnar og finalan verður spæld næsta ár. Fyrra semifinalan verður 29. apríl, og tann seinna 7. mai. Finalan stendur í Parkini 21. mai.









