fingið góðkenningina upp á pláss einsamalt. - Við dyggum stuðli frá BP Amoco Exploration og Vinnuframagrunninum, bar til at gjøgnumføra verkætlanina, sigur stjórin. Hann vísir á, at tað er serliga tann [...] egnar løggildar kanningarstovur. Jákup Olsen, stjóri á Hógv, sigur, at CE-góðkenningin, sum virkið nú hevur fingið, tryggjar, at dygdin av framleiðsluni er á høgum støði, og at orkunýtslan er so lág sum gjørligt [...] tann parturin, sum BP hevur stuðlað við - bæði peningaliga og á annan hátt, sum gjørdi góðkenningina til veruleika. - Tað nógva praktiska arbeiði og ein hópur av pappírsarbeiði, er ikki nakað, ið smáar fyritøkur
brøður doyðu sum smádreingir, hini eru øll á lívi. Sum 23 ára gomul giftist hon við Poul Andrias Jacobsen úr Syðrugøtu. Pápi var einabarn, borin til kongsfestið á Dunganum. Tey giftust inn í barndómsheimið [...] Góðar summardagar fóru vit útferð niðan í hagan, ofta var døgverðin borðin við og etin úti, vit brendu bál og spældu í onkrari á. Eisini plagdu vit at henta ber, har uppi vóru nógvar góðar løtur. Altíð hevur [...] onkur kemur á læstar dyr, tá frúan er farin til stroks. Men hetta er bert at fegnast um. Nú gleða vit okkum at koma í føðingardag. Hjartaliga tillukku og Guds signing ynskja vit øll. Bjarta við familju
spyrja um alt, sum hevur við sinnistrupulleikar at gera á tlf. 322544. Nýrafelagið Postsmoga 1063 110 Tórshavn. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband fæst við felagið á e-mail: thomsen1@post [...] Hansen luttekur við vitnisburði og sangi. Meinigheitin í Hoyvík uppi á Brekku 3 Sunnudagin kl. 14 Familjugudstænasta. Mánakvøldið kl. 20 Bønarmøti. Mikumorgunin kl. 7 Bøn. Lega verður við Gjógv í døgunum [...] døgunum 1.-3. okt. Missiónshúsið við Landavegin Sunnudagin kl. 14 Sunnudagsskúli í Býlingshúsinum á Norðasta Horni, kl. 18 Møti í Missiónshúsinum v/ Thomas Thomasen. Katólska kirkjan Hvønn gerandisdag kl. 17
stóð á palli. Til Summarfestivalin í Klaksvík saman við øllum hinum í Hjarnum. Eitt ótal av útgávum er tað vorðið til gjøgnum árini, og eisini hevur hann sungið saman við flestu tónleikarunum her á landi [...] trívist á pallinum og í sínum leikluti har. Ofta ger hann nógv óvæntað, sum tó eisini kann kallast undirhald. Sum dømi kann ein nevna framførsluna hjá Hjarnar á Summarfestivalinum. Á veg upp á pallin sigur [...] blíva við at upptraðka so longi, sum eg orki. Tað kemur jú av sær sjálvum, tá man ikki longur kann renna, hoppa og dansa á palli, so tað er ongin orsøk at taka tað upp á forskot, heldur hann fyri við einum
tørvur kemur at verða á smærri parkingsøkir ymsastaðnis í býnum, nærheindis har forboð verður lýst. Á Landavegnum er ein tann størsti trupulleikin við parkeraðum bilum uttan fyri handilin hjá Gunnleivi, men [...] hevur Tórshavnar Býráð nú ætlanir um at lýsa parkeringsforboð á báðum síðum á størru vegunum í Havn. Hetta er galdandi fyri eitt nú Landavegin, Argjavegin og Stoffalág. Parkeringstrupulleikar kring allan [...] framman fyri handilin hjá Gunnleivi er ætlanin at gera nakrar básar, soleiðis at tað framvegis fer at bera til at seta bilin uttan fyri handilin. Fólk fylgja ikki byggiloyvum Í sambandi við allar nýbýggingar
í Vágum byggir út. Handilin hevur leingi verið og trongur, og nú verður hann víðkaður við umleið helvtini av gólvvíddini afturat. Tað hevur leingi verið eitt ynski um at fáa handilin víðkaðan, tí ov trongt [...] trongt er, sigur Ingi Joensen, sum er leiðari í FK í Miðvági. Nú er stigið so tikið, og handilin fer at vaksa við eini helvt. Ingi Joensen sigur, at tá Vágatunnilin lat upp, merktu tey ein vøkstur í kundatalinum [...] ørindi á flogvøllinum og so keypa inn, áðrenn tey fara til hús aftur. Útbyggingin, sum nú verður gjørd, skal væntandi vera liðug seinast í november, sigur Ingi Joensen. Bygt verður upp í handilin suðureftir
skúlarnar. Fyrst verður arbeitt við Argjaskúla, og síðani við Venjingarskúlan. Harumframt er ætlanin, at slíkt arbeiði skal gerast við Gula Skúla við Landavegin, Nonnuskúlan, Kommunuskúlan, Adventistaskúlan [...] verður gjørt í samráð við løgregluna, og veganevndin hjá Tórshavnar Býráð hevur gjørt eina raðfesting av teimum ymisku skúlunum, alt eftir hvussu stórur tørvurin er á øktari trygd á vegunum kring skúlarnar [...] skiftunum í kommununi. Uppritið vísir týðuliga, at ferðslan við kommunalu skúlarnar er í so nógv, og harafturat er ferðin eisini í so nógv á skúlavegunum. Tískil er býráðið farið undir at gera ymisk tiltøk
ebenezer.fo Missiónshúsið við Landavegin Í dag kl. 10.00: Bíbliutími við Jørgen Bernhard, kl. 16.00: Møti við Sigurd Sørensen og Poul Kristoffur Joensen, kl. 20.00: Møti við Øssur Kjølbro og Egil Joensen [...] spyrja um alt, sum hevur við sinnistrupulleikar at gera á tlf. 322544. Nýrafelagið Postsmoga 1063 110 Tórshavn. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband fæst við felagið á e-mail: thomsen1@post [...] sunnudagsskúli. Á møtinum kl. 18.00 talar Símun Absalonsen. Øll eru hjartaliga vælkomin. Keldan, Skálafirði Leygarkvøldið kl. 21.00: AWAKE við Jógvan Zachariassen. Sunnudagin kl. 17.00: Møti við Jan Jacobsen
Umframt Føroya Bjór, hevur dómarafelagið eisini gjørt avtalu við LM-handilin, sum somuleiðis er partur av avtaluni, og kemur LM-logoið at vera sjónligt á brókunum hjá hondbóltsdómarunum. [...] sjálvandi koma at bera væl kenda Jolly-merkið á troyggjunum. Eyðun Samuelsen, sum vegna dómarafelagið hevur havt avtaluna um hendi, fegnast um stuðulin, sum felagið við hesum fingið. Ikki minst tí hetta lættir [...] dómarunum, sum soleiðis ikki nýtast at hugsa um búnarnar. - Tað er sjálvandi eitt pluss fyri okkum, at vit á hendan hátt kunnu lætta um hjá dómarunum, og tað gevur eisini eitt positivt signal úteftir, at tað soleiðis
eftir-mettar. Við tí endamálið at pedagogar og fólkaskúla-lærarar fingu høvi at samstarva nógv meira. Tá vildu hesi starvsfólk, havt nógv lættari við at komið inn á øki hjá hvørjum øðrum við teimum fjølbroyttu [...] fakfeløg, sum væl saktans verða tikin við upp á ráð. Og so leingi alt hetta ikki er gjørt, skal landsstýrismaðurin halda seg til galdandi lóggávu, og lata verða við at loyva nøkrum fyribils loysnum, sum [...] í hesum sam-bandi at heita á løgmann, sum hevur eftirlit við lands-stýrismonnunum, at kanna: 1.um hann heldur, at landsstýrismaðurin í almannamálum hevur umsita hetta málið á fuldgóðan hátt: a.Tá ið hann