Hensia 85 ár

Í dag 17. september verður Hensia Jacobsen í Syðrugøtu 85 ár.

Eg ætlaði ikki at skriva hennara lívssøgu á hesum sinni, men bert nøkur
minni frá barnaárunum.
Mamma er ættað úr Streymnesi, dóttir Jóhonnu og Zacharias Zachariassen
skipara. Hon er elst av 9 systkjum, tveir brøður doyðu sum smádreingir, hini
eru øll á lívi.

Sum 23 ára gomul giftist hon við Poul Andrias Jacobsen úr Syðrugøtu. Pápi
var einabarn, borin til kongsfestið á Dunganum. Tey giftust inn í
barndómsheimið hjá pápa, har omma og abbi, sum vóru blivin eldri, eisini
búðu.

Tey fingu 8 børn í trettan ár, fimm døtur og tríggjar synir. Øll eru tey
gift og eiga børn, tilsamans eru nú 34 ommubørn og 11 langommubørn.

Nógv er broytt síðan eg var barn.Tað vóru ikki nógvir pengar tá. Ikki var
bara at fara í handilin at keypa. Maturin mátti gerast úr teimum rávørum,
sum garðurin gav. Klæðir bindast og seymast. Ongin heilautomatisk
vaskimaskina. Vit høvdu kúgv ella kýr, sum skuldu ambætast hvønn dag.

Mamma hevur verið sera røsk. Umframt tað húsliga arbeiðið og alt tað, eitt
bóndafesti krevur, hevur hon bundið nógv. Fyrr bant hon troyggjur, húgvur,
vøttir o. a. at selja, umframt alt hon bant uppá okkum húsfólkini. Hugnaligt
var mangan vetrarkvøldini, tá vit plagdu at sita og binda, ella nappa ull.
Nú hesi seinnu árini, hevur hon bundið nógvar knappatroyggjur og hosur til
tjóðbúnan, sum eftirkomararnir hava fingið gleði av.

Vit børnini blivu eisini lærd at hjálpa til. Vit fingu fastar uppgávur, sum
vit skuldu gera, um vit ikki tímdu so væl altíð, so gjørdi ongin tað fyri
okkum. Hetta er komið okkum tilgóðar seinni í lívinum. Uppvaksin eru vit í
einum kristnum heimi, mamma og pápi hava altíð leitt okkum til Guðs orð. Vit
gingu til Norðragøtu í kirkju.Tað var nokkso langt hjá einum barni, eisini
var langt at fara í Missónshúsið í sunnudagskúla og á møti. Pápi plagdi at
lesa lestur, um vit ikki fóru í kirkju. Ikki var loyvt at spæla í kirkjutíð.
Sunnudag var tíð at hugna okkum, eingin arbeiddi sunnudag. Góðar summardagar
fóru vit útferð niðan í hagan, ofta var døgverðin borðin við og etin úti,
vit brendu bál og spældu í onkrari á. Eisini plagdu vit at henta ber, har
uppi vóru nógvar góðar løtur.

Altíð hevur henni dámað sera væl at gera mat, og ger tað enn.Tað fyrsta hon
hugsar um, tá vit siga at vit koma ein túr, er hvat hon skal geva okkum at
eta.
Fyri 4 árum síðani doyði pápi. Tað seinasta árið viknaði hann nógv, men
mamma passaði hann væl. Teir seinastu 3 mðr. fingu tey tó heimahjálp.

Lyndið hevur hon altíð havt lætt. Henni dámar sera væl at koma út millum
fólk. Til Leirvíkar í Eldrafelagið Fjallið fer hon tá høvið býðst, og í
Sjómanskvinnuringinum er hon trúgv. Tað kann tí meira enn so koma fyri at
onkur kemur á læstar dyr, tá frúan er farin til stroks. Men hetta er bert at
fegnast um.

Nú gleða vit okkum at koma í føðingardag. Hjartaliga tillukku og Guds
signing ynskja vit øll.


Bjarta við familju