Hondbóltur
Fríggjadagin skrivaðu Dómarafelagið og Føroya Bjór undir sponsorsáttmála, sum er galdandi fyri komandi vetur. Avtalan inniber, at føroyski hondbóltsdómararnir í vetur allir fara at døma í eins búnum, sum Føroya Bjór hevur latið, og sum sjálvandi koma at bera væl kenda Jolly-merkið á troyggjunum.
Eyðun Samuelsen, sum vegna dómarafelagið hevur havt avtaluna um hendi, fegnast um stuðulin, sum felagið við hesum fingið. Ikki minst tí hetta lættir nakað um hjá dómarunum, sum soleiðis ikki nýtast at hugsa um búnarnar.
- Tað er sjálvandi eitt pluss fyri okkum, at vit á hendan hátt kunnu lætta um hjá dómarunum, og tað gevur eisini eitt positivt signal úteftir, at tað soleiðis eru stuðlar, sum sýna dømingini ans, sigur hann.
Umframt Føroya Bjór, hevur dómarafelagið eisini gjørt avtalu við LM-handilin, sum somuleiðis er partur av avtaluni, og kemur LM-logoið at vera sjónligt á brókunum hjá hondbóltsdómarunum.










