FK í Vágum byggir út

Bygt verður upp í handilin hjá Føroya Keypsamtøku í Miðvági. Sjálvur handilin fer at vaksa við eini helvt

Føroya Keypsamtøka í Vágum byggir út. Handilin hevur leingi verið og trongur, og nú verður hann víðkaður við umleið helvtini av gólvvíddini afturat.
Tað hevur leingi verið eitt ynski um at fáa handilin víðkaðan, tí ov trongt er, sigur Ingi Joensen, sum er leiðari í FK í Miðvági. Nú er stigið so tikið, og handilin fer at vaksa við eini helvt.
Ingi Joensen sigur, at tá Vágatunnilin lat upp, merktu tey ein vøkstur í kundatalinum í Keypsamtøkuni í Miðvági. Kundatalið hevur lagt seg í eina støðugari legu nú, men er framvegis væl hægri, enn tað var, áðrenn tunnilin lat upp. Talan er í ávisan mun um fremmandafólk, sum hava ørindi á flogvøllinum og so keypa inn, áðrenn tey fara til hús aftur.
Útbyggingin, sum nú verður gjørd, skal væntandi vera liðug seinast í november, sigur Ingi Joensen. Bygt verður upp í handilin suðureftir. Verandi veggur verður so tikin niður, og allur handilin, sum hann er, verður innrættaður av nýggjum, sigur Ingi Joensen. Talan verður um heilt nýtt innbúgv eisini, sigur hann.
Hvat útbyggingin fer at kosta samlað, veit hann ikki at siga nágreiniliga enn, men sjálvur bygningurin fer at kosta umleið eina milión. So kemur innbúgv og slíkt aftuat.