Tryggir skúlavegir

Tórshavnar Kommuna hevur sett hol á eina verkætlan, sum hevur til endamáls at gera skúlavegirnar í Havn tryggari.

Tey, sum hvønn morgun fara framvið kommunalu skúlunum í Havn, vita, hvussu skjótt nógvir bilar koyra á hesum økjum. Nú er býráðið farið undir at gera ymisk tiltøk, sum hava til endamáls, at bilførararnir verða noyddir at seta ferðina niður uttan fyri skúlarnar.

Vegabungur og upplýsing
Borgarstjórin í Havn, Jan Christiansen, greiðir frá, at Tórshavnar Kommuna hevur latið gjørt eitt upprit viðvíkjandi ferðsluviðurskiftunum í kommununi. Uppritið vísir týðuliga, at ferðslan við kommunalu skúlarnar er í so nógv, og harafturat er ferðin eisini í so nógv á skúlavegunum.
Tískil er býráðið farið undir at gera ymisk tiltøk fyri at bøta um hesi viðurskifti. Jan Christiansen sigur, at fyrst og fremst verður sjónlig kunning, so sum skeltir, ljós og frámerki gjørd, sum skal gera bilføraran varnan við, at her skal ansast serliga væl eftir. Harafturat verða vegabungur gjørdar. Talan er um seks metrar breiðar bungur, har ein tríggjar metrar breiður gonguteigur verður gjørdur á. Vegurin verður lyftur eitt lítið sindur, og tað skuldi verið nóg mikið til, at bilførarar seta ferðina niður, sigur Jan Christiansen.

Raðfest skúlavegirnar
Tað er longu farið undir arbeiði at gera hesi tiltøk. Alt arbeiði verður gjørt í samráð við løgregluna, og veganevndin hjá Tórshavnar Býráð hevur gjørt eina raðfesting av teimum ymisku skúlunum, alt eftir hvussu stórur tørvurin er á øktari trygd á vegunum kring skúlarnar.
Fyrst verður arbeitt við Argjaskúla, og síðani við Venjingarskúlan. Harumframt er ætlanin, at slíkt arbeiði skal gerast við Gula Skúla við Landavegin, Nonnuskúlan, Kommunuskúlan, Adventistaskúlan og Eysturskúlan næstu tíðina.
? Nú er tað óivað onkur, sum saknar onkran skúla, men hetta verður gjørt við allar skúlarnar í kommununi, men hesir eru teir, ið standa fyrst á listanum, sigur Jan Christiansen. Borgarstjórin í Havn er sannførdur um, at nýggju tiltøkini verða ein bati fyri tryggleikan á skúlavegunum í kommununi.