knóranum. Bankin var ikki tann fyrsti danski bankin, sum kom í trupulleikar, tá fíggjarkreppan fór at gera um seg, tí frammanundan hevði BankTrelleborg givið upp ond. Húsagangurin hjá Roskilde Banka var kortini [...] medarbeiðarar fingið í 2003, og síðan tá hevði vøksturin í bankanum verið ovurstórur. Í 2002 vóru útlánini hjá bankanum 6,2 mia. kr. Í 2007 vóru tey komin upp á 32 mia. kr. Kursurin var um somu tíð hækkaður úr [...] aðrastaðni, og lánisakirnar vórðu ofta avgreiddar við lítlum umhugsni. Ógvusligi vakstrarhugurin hjá stjóranum hevði við sær, at vinnudeildin í bankanum fekk nærum púra leysar teymar at tveita pengar
kvalitetinum, og tí vinnur kvaliteturin hjá øllum teimum, ið hava spart eitt sindur upp í góðu tíðunum, sigur Helle Knutsen. So sambært hesum báðum, so verður kaka á skránni hjá teimum, ið velja kvalitet fram um [...] in, tá Tryggingarfelagið Føroyar skipaði fyri fyrilestrum fyri úrvaldum stórum kundum hjá fyritøkuni, og tá fyrsti fyrilesturin var av, høvdu allar hesar nálir fingið at vita, at tá kreppan vendir verður [...] føroysku fyritøkunum íblástur, nú kreppa herjar og inntøkumetingarnar hjá landinum vísa, at tað er sera torført at lokka pening úr lummunum hjá fólki. Poesi ella prísur Hóast tað helst mest var fyri at lýsa fyri
ofta á Vágsheygnum í Klaksvík hóskvøldið. Tað er úthurðin hjá Ingibjørg og Poul Nolsøe Mikkelsen, sum tað snýr seg um. Tey bæði eru foreldur hjá Jákupi Mikkelsen, málverjanum í Herfølge, sum hóskvøldið [...] komu stukku fleiri skyldfólk og vinfólk inn á gólvið í barnaheiminum hjá Jákupi at ynskja foreldrunum tillukku við meistaraskapinum hjá soninum. Tey bæði eiga tríggjar gentur, og so Jákup sum er yngstur [...] inni til samrøðu hjá teimum, og eftir hesa bóðu tey meg bíða uttan fyri hurðina í einar fimm minuttir. Eg gjørdi tó skjótt av, tí meðan tey innanfyri hurðina gjørdu av, um eg skuldi vera hjá teimum, skundaði
gav út 144 bøkur og kom í svensku søguna sum fyrsti kvinnuligi forlagstjóri. Í føroyskum sálmabókum eru nógvir sangir hjá Linu Sandell sum t.d. í sálmabókini hjá føroysku fólkakirkjuni, Missiónssangbókini [...] dagar seinri bleiv líkið av Jonas Sandell funnið. Tað var sum um øll gleðin hvarv úr lívinum hjá Linu og hjá øllum á garðinum. Lina kennir seg fremmanda í Frøderyd eftir at pápin er farin. Nakað eftir hettar [...] náttborðinum. Enn í dag eru sangirnir hjá Linu Sandell Berg viðkomandi og livandi. Myndatekstur: Seinasta leygarkvøld var sang- og hugnakvøld í Hoyvíkar Skúla. Anna Háberg sigur her frá søguni um Linu Sandell
Harmoni. Hetta sigur einsamalt, at hon var ein megnar kvinna. Kanska kann hon kallast Føroya fyrsti kvinnuligu reiðari. Søgan aftanfyri hetta virksemi er, at sonurin Marius tók skiparaprógv hjá Jens í Dali [...] Telegrafselskab rak. Kona hansara Lina f. Mortensen var av Tvøroyri. Tey búðu í Varðagøtu á trøðni hjá Pedda. Tey fingu trý børn, Arni, Thorvald og Kirstin, sum øll búsettist í Danmark. Tá ið Mil gavst [...] giftist við dananum Laurits Hansen, sum var postkontrolørur á posthúsinum í Havn. Tey búði í húsinum hjá postverkinum í Skansabrekku. Eftir kríggið fluttu tey til Padborg, har Laurits varð tilnevndur po
gjørdi tað møguligt hjá teimum at ferðast lættliga um alt landið og at savna bæði vaksin og børn til Guds orð inni í bussinum. (Bussurin var somu stødd sum teir stóru bussarnir hjá bygdaleiðum). Tað bar [...] siga søguna um seg og konuna. Hetta var í Elim í Søldarfirði í fjørð. Ein sera áhugaverd lívssøga hjá tveimum ungum menniskjum, sum, stutt eftir at tey vóru gingin inn í hjúnaband, halgaðu tað besta av [...] bar eisini væl til at búgva í bussinum. Hesin tvídekkaði bussurin, sigur Robert McLuckie, var eitt ómetaliga hent amboð í teirra evangelisku tænastu. Tey áttu bussin sjálvi. Tað var eitt satt bønarsvar
HB favorittur at vinna steypakappingina. Støðutalvan boðar frá, at avrikini hjá HB hava verið væl meiri sannførandi, enn tey hjá GÍ hava verið. Landskappingin tykist vera brotnað av um tvøran. Tað er tætt [...] royndum. Gomlu stórfeløgini KÍ og HB hava steðgað teimum. Tað er merkisvert, hvussu illa tað roynist hjá B36, tá teir spæla móti grannunum. B36 er framvegis oddalið, men tað er ikki óhugsandi, at teir í níggjunda [...] Spælarahópurin og úrtøkan tey seinastu umførini siga, at eingin orsøk er at rokna við maskinsteðgi hjá VB. Tað skal ikki leggjast so nógv í tapið í seinnu semifinaluni í steypakappingini. Nú eigur VB tveir
Niels høgrumegin. Virðiliga koma tey gangandi inn eftir kirkjugólvinum, væl borin av vakra lagnum hjá Mozarti. Tey koma nú fram til fremsta raðið. Hann fylgir henni á sín sess, og hegnisliga leggur hann [...] eitt eydnusamt bros, áðrenn tey seta seg niður. Tað gera tey so, og tað sama ger kirkjufólkið. Lagið hjá Mozarti er ikki liðugt enn, so fólk fáa gott høvi at njóta vakra sangin eina løtu aftrat. Tað tykist [...] sjálvsagt var tað eisini júst hesin sami, Leif sum sat við urguna undir vígsluni. Ikki ráðaleysur Fyrsti sálmurin er byrjaður, og presturin, Heri Joensen hevur gott eyga fyri, at alt skal ganga sum tað
oftast brotið upp. Hetta vóru umstøðurnar hjá HB í eini 30 ár, til teir settu eitt annað ítróttarhús úr grannalag-num upp í endan á HB-húsinum. Tað varð nú stovan hjá HB, har fundir og samkomur eisini kundu [...] heilt liðugur. Upprunaliga var ætlanin at flaga vøllin allan, sum hann var. Tað varð av ongum, men fyrsti dysturin varð spældur har summarið 1911. Við hesum var lagt eitt gott grundarlag fyri fótbóltsspæli [...] á mál. Møttu nóg nógvir, varð býtt í tveir partar og spælt um allan vøllin. Tey fyrstu mongu árini hjá HB vóru umleypandi. Fleiri góðir sigrar vórðu vunnir, spennandi uttanlandsferðir vórðu gjørdar og
øll í eini tíð við globalisering. Heimurin hjá tí individuella menniskjanum er vorðin stórur og verðin sjálv lítil. Tað er tøknini at takka fyri. Heilin hjá menniskjanum er enn ikki útviklaður til at rúma [...] grannasonurin hevur kanska latið lív og at siga, at kríggið ikki gagnar nøkrum er sum at spíta á grøvirnar hjá teimum ungu hermonnunum. Óttin er komin í sinnið á bretska fólkinum, síðan Tony Blair kroysti Bretland [...] leingi, so fór herurin óivað at innkalla allar hennara ommusynir. Ein var longu í Irak. Ein floksfelagi hjá mær á universitetinum í Bournemouth, 24 ára gamli Richard, skelvur hvørja ferð postboðið kemur. Richard