Eftir kreppu kemur kvalitetur

Sambært Helle og Anders Knutsen, sum hava havt leiðandi postar í Bang og Olufsen, er kreppan um at venda, og tá marknaðurin er komin fyri seg aftur verður lágprísur ein farin tíð. – Tað er kvalitetur fyritøkur skulu fokusera uppá, tí koyr burtur mentanin er um at fara, siga tey

Flestu stóru slipsanálirnar í Føroyum vóru savnaðar í Norðurlandahúsinum fríggjadagin, tá Tryggingarfelagið Føroyar skipaði fyri fyrilestrum fyri úrvaldum stórum kundum hjá fyritøkuni, og tá fyrsti fyrilesturin var av, høvdu allar hesar nálir fingið at vita, at tá kreppan vendir verður tað kvalitetur og ikki bara prísur, sum setir dagsskránna.

Ætlanin við tiltakinum, var, sambært Tryggingini, at geva stóru føroysku fyritøkunum íblástur, nú kreppa herjar og inntøkumetingarnar hjá landinum vísa, at tað er sera torført at lokka pening úr lummunum hjá fólki.


Poesi ella prísur

Hóast tað helst mest var fyri at lýsa fyri bókini, pris eller poesi, sum Helle og Anders Knudsen hava skrivað saman, at tey bæði vóru í Føroyum, so góvu tey eitt boð uppá, hvussu fyritøkur, sum ikki veruliga hava hugsað um sín samleika, kunnu gera, fyri at sleppa sum frægast burturúr hesi kreppuni.

– Vit gera øll val alla tíðina, men hevur tú eina fyritøku, sum bæði vil vera best í prísi og kvaliteti, so mást tú hugsa teg væl um. Tí tað er ikki ein gongd leið, tað ber ikki til at vera best til bæði. Men tú kanst velja, at vera best í prísi, og tær fyritøkurnar klára seg væl fyri tíðina, tí fólk spara har tey kunnu í hesum døgum, men tú skalt eisini vita, at kappast tú um prís, so skalt tú rokna við, at hevur tú ikki lægstu prísirnar alla tíðina, so velja fólk ein annan veitara. Hinvegin kanst tú velja at kappast um kvalitet ella poesi. Tað gevur ikki so nógv í løtuni, men vit síggja, at »throwawayism«, koyr burtur mentanin, er doyggjandi, og tí kunnu vit rokna við, at kvalitetur og haldbari eru vegurin fram, heldur Anders Knutsen.


Keypa virðir

Sambært teimum báðum Knutsen, er størsti munurin á keyparum av kvaliteti og á teimum, ið keypa fyri prís, so er munurin, at tá vit keypa kvalitet, so keypa vit eina vøru, umframt alla søguna aftanfyri, hóast tað í stóran mun er sami keyparin til ymiskar tíðir, tí vit øll velja ímillum prís og kvalitet alla tíðina, men tá vit keypa fyri prísin, so velja vit altíð tað bíligasta. Tá vit keypa kvalitet, so keypa vit øll virðini, sum vøran stendur fyri.

– Tá tú keypir okkurt, sum tú veruliga hevur spart upp til, so er tað nakað tú keypir fyri at gleða teg sjálvan. Tú keypir alla søguna aftanfyri, og ikki bara eina vøru, er Helle Knutsen sannførd um.

Tí halda tey bæði, at fyrsta uppgávan hjá eini fyritøku, er at gera produktir, sum veruliga eru góð, og síðani er uppgávan at greiða øllum heiminum frá, at tað veruliga eru bestu produktini.


Kaku í morgin

Hóast fólk ikki fara so djúpt í lummarnar í løtuni, og tað er sera freistandi hjá fyritøkum at broyta samleika, so tær kappast um prís, so helda Knutsenhjúnini, at tað er tað ringasta ein fyritøka kann gera í hesum tíðum.

– Broytir tú eina fyritøku, har kvalitetur er vørumerki, til eina fyritøku, sum bara kappast um prís, so missir tú kundarnar tú hevði, og tá prísur ikki longur er størsti spurningurin, so er sera torført at fáa samleikan upp á pláss aftur, greiddi Anders Knutsen frá.

Tey bæði Knutsen meta somuleiðis, at tað í sera fáum fyritøkum verður soleiðis, at tær doyggja í hungri í dag, fyri at sleppa at eta kaku í morgin.

– Tað er lítil møguleiki fyri, at fyritøkur, sum fokusera upp á kvalitet fara av knóranum. Tað er helst bara í støðum sum Íslandi, at kreppan veruliga er hørð, og har kann tað geva trupulleikar, men í øllum øðrum búskapum síggja vit, at kreppan er um at venda, og rokni eg ikki við, at tær fyritøkurnar fara av knóranum, men vit síggja heldur, at fólk veruliga fara at venda sær ímóti kvalitetinum, og tí vinnur kvaliteturin hjá øllum teimum, ið hava spart eitt sindur upp í góðu tíðunum, sigur Helle Knutsen.

So sambært hesum báðum, so verður kaka á skránni hjá teimum, ið velja kvalitet fram um nakrar turrar breyðmolar í dag.


Ruskdungarnir minka

Sambært Knutsenhjúnunum er tað eisini soleiðis, at í løtuni gerast ruskdungarnir í heiminum alsamt minni, tí fólk blaka ikki nógv lutir burtur, sum tey kunnu nýta í framtíðini. Hetta er íkomið av kreppuni, men tey bæði rokna við, at hetta er ein vani, sum fer at hanga við.

– Blaka burtur mentanin er um at detta burtur, og tí rokna vit við, at keypimentanin veruliga fer at broytast, á tann hátt, at fólk velja sær lutir, sum veruliga halda í nógv ár, heldur enn okkurt, sum tey keypa fyri at blaka burtur. Vit síggja eisini, at fólk eta upp, og hetta fer eisini at hanga við, tí fleiri og fleiri ung keypa mat, sum er vistfrøðiligur og borgar fyri góðsku. Tó keypa tey heldur minni av honum, segði Anders Knutsen í Norðurlandahúsinum fríggjadagin.


Bodyshop brúkar blíðskap

Men sambært fyrrverandi Bang og Olufsen fólkunum verður tað ikki bara kvalitetur, sum verður avgerandi í framtíðini. Tað verður eisini kundarøkt, sum fer at hava nakað at siga.

– Eg veit, at tá tú selir, so skalt tú hava fólk, sum duga at fáa kundarnar at kenna seg vælkomnar, eg veit ikki, hvussu tey hava gjørt tað, men Bodyshop er skúladømið, um hvussu mann skal gera. Tey hava veruliga megnað at fáa fólk, sum fáa kundarnar at kenna seg væl, og syrgja fyri, at kundarnir vilja koma aftur at keypa frá sær, greiddi Helle Knutsen frá.

Hon legði síðan afturat, at hetta er nakað allar fyritøkur burdu nýtt, tí hetta kostar ikki so nógv, og kann fáa kvinnurnar, sum gera tað mesta av innkeypunum at nýta meiri pening og vera meiri trúgvar ímóti eini fyritøkur.


Koyri kvinnur á kantórini

Í Norðurlandahúsinum vóru flestu topparnir í Føroyum, og tað var ikki av gáloysni, at leiðslurnar vórðu nevndir slipsanálir, tí allarflestu í leiðslunum í stórur fyritøkunum í Føroyum eru menn. Hetta er sambært teimum báðum Knutsen, ikki ein gongd leið.

– Vit fara natúrliga at síggja fleiri kvinnur í leiðslu. Eg trúgvi ikki uppá kvoteringar, men fyritøkurnar burdu vitað, at konufólk gera fýra út av fimm keypum, ið verða gjørd, og at konufólk ofta duga betri at selja til konufólk. Tí burdu leiðslurnar vitað, at tað veruliga loysir seg, at hava konufólk við í leiðslunum, tí allar fyritøkur selja okkurt, og tað er øgiliga sannlíkt, at ein kvinna er keypari, heldur Helle Knutsen.


Fittir føroyingar

Sambært teimum báðum Knutsen, er tað øllum hesum kvalitetum, tey hava møtt í Føroyum, og eftir fyrilesturin var onkur, sum undraðist, hví føroyingar ikki megnaðu betri at selja síni produktir, sum sambært føroyskum vinnulívsfólkum er kvalitetur úr enda í annan.

– Tað er ein spurningur um marknaðarførslu. Um tað veruliga er soleiðis, at tit hava produktini við bestu góðskuni, so er okkurt galið við marknaðarførsluni, tí alt, vit hava møtt, hevur verið øgiliga gott, segði Helle Knutsen.

Sostatt eru boðini frá tveimum donskum vinnulívsfólkum til føroyskt vinnulív at fáa fleiri kvinnur í leiðslu, at fokusera upp á kvalitet, ikki bara upp á prís og síðani at greiða øllum heiminum frá, hvussu tingini hanga saman.


Kassi

Nøvnini á fundinum vóru Helle og Anders Knutsen, Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, og Jens Ladegaard, stjóri í Ladegaard A/S, sum arbeiðir við marknaðarføring.

Helle Knutsen var kunningarráðgevi hjá B&O, áðrenn hon giftist við Anders Knutsen, sum var stjóri í B&O frá 1991 til 2001.

Síðan Helle Knutsen gavst hjá B&O hevur hon skrivað bøkur, umframt at halda fyrilestrar.

Anders Knutsen hevur, síðan hann gavst hjá Bang og Olufsen, havt nevndarsessir í nógvum ymiskum fyritøkum, umframt at skriva bøkur.