Vesturkirkjan: Spenningurin inni í kirkjuni er til at merkja og kenna.
Rættiliga nógv er komið inn í kirkjuna, og situr bert og bíðar eftir at urgan skal byrja sítt præludium og at brúðarparið skal koma til sjóndar í gongini.
Fólk práta saman um tað, sum nú skal fara fram. Og líkt er til, at øll eru sera spent til hesa vígsluna.
Við eitt er tøgn í kirkjuni, tí nú fer hurðin inn í kirkjuna upp. Nú vantar bert tað brúsandi urguljóðið frá urguleikaranum.
Men einki brús kemur frá urguni, bert eitt stillisligt lag frá urguleikaranum. Og nú sker ein kvinnurødd inn í kirkjurúmið við vakra lagnum "Ave Maria".
Brúdleypsfólkið ressast við, tí nú síggjast tey bæði vælskrýddu høvuðspersónarnir koma inn gjøgnum dyrnar Ingibjørg vinstrumegin og Niels høgrumegin.
Virðiliga koma tey gangandi inn eftir kirkjugólvinum, væl borin av vakra lagnum hjá Mozarti. Tey koma nú fram til fremsta raðið. Hann fylgir henni á sín sess, og hegnisliga leggur hann brúðarslørið á sítt pláss har framvið beinkinum.
Hann fer yvir á sítt pláss í høgra borði. Tey standa eina løtu soleiðis, og náa líka at senda hvørjum øðrum eitt eydnusamt bros, áðrenn tey seta seg niður.
Tað gera tey so, og tað sama ger kirkjufólkið. Lagið hjá Mozarti er ikki liðugt enn, so fólk fáa gott høvi at njóta vakra sangin eina løtu aftrat. Tað tykist sum brúðarparið sjálvt dámar hetta lagið, tí bæði sita og vagga í takt við sangin.
Lagið er nú liðugt, og urguleikarin ger seg kláran til fyrsta sangin, tann so vælkenda sangin við slík høvi Tit hús tykkum byggið!
Klokkan er 16:14 og víglsan av hjúnunum Ingibjørg Abrahamsen úr Fuglafirði og Niels Winther úr Havn er í gongd.
Sangur og ást
Júst hetta við sanginum kom at seta sín serstaka dám á hesa brúðarvígsluna og ikki minst orsøkina til hesa vígsluna.
Veruleikin er tann, at bæði Ingibjørg og Niels hava dámað væl at sungið. Og bæði valdu tey at offra ein part av frítíð síni í Kamarkórinum.
Um hetta mundið var tann ungi Leif Hansen úr Nólsoy leiðari í kórinum. Tað bar hvørki betri ella verri til enn at tey bæði funnu saman, og hósdagin 29. desember 2005 kl. 16 skuldu tey so vígast í Vesturkirkjuni og soleiðis gerast hjún fyri Gudi og monnum.
Hesin veruleikin við Kamarkórinum setti eisini sín serstaka dám á vígsluna. Í fyrsta lagi sang kórið ein sang til heiðurs fyri brúðarparið, og í øðrum lagi var Leif sjálvur kórleiðari til hetta høvið.
Í triðja lagi og tað var kanska meiri sjálvsagt var tað eisini júst hesin sami, Leif sum sat við urguna undir vígsluni.
Ikki ráðaleysur
Fyrsti sálmurin er byrjaður, og presturin, Heri Joensen hevur gott eyga fyri, at alt skal ganga sum tað skal.
Øll skulu fáa nakað burtur úr henda dagin, eisini brúðarparið. Og við sínum gløgga eyga sær hann, at her er alt ikki sum tað eigur at vera.
Hann sær nevniliga, at brúðurin í allari rokanini úti í gongini helst hevur gloymt at taka sálmabókina við. Men prestur er ikki ráðaleysur.
Stillisliga fer hann á føtur við sálmabók í hond, og fer oman til brúðrina.
Hann hevur longu funnið sangin fram, og peikar tí Ingibjørg á fyrsta versið, so hon eisini kann syngja henda sangin, sum so greitt sigur, hvat grundarlagið er undir einumhvørjum hjúnarlagi Orðsins klettagrund!
Sálmurin er nú liðugur, og prestur gevur tekn til urguleikaran at hann nú eigur næsta leikin.
Leif slær nakrar tónar ann, og løtu seinni fær kirkjufólkið høvið at hoyra ein part av manningini í kórinum "Kalla-kórið-hvat-tú-vilt" syngja ein sang til heiðurs fyri brúðarparið.
Gleðin
Næsti sálmurin er nú liðugur, og undir seinasta ørindinum er brúðarparið farið fram fyri altarið.
Prestur fer stillisliga fram móti parinum. Einki við at skunda sær ella leypa framav, soleiðis at brúðarparið kann gerast ørkymlað av hesum. Alt skal ganga so róliga og greitt fyri seg sum tilber.
Evnið hjá Hera Joensen henda seinnapartin er gleði. Hesa gleðina fann hann fyrst og fremst í Bíbliuni úr frá orðunum í Filippibrævinum kapittul 4 og 4. ørindið, har høvundurin Paulus skrivar um at gleða seg í Harranum altíð.
Prestur var eisini kunnaður um orsøkina til at Ingibjørg og Niels funnu hvørt annað, og tí tók hann útgangsstøði í, at sangur og gleði hoyra saman.
- - Tá ein er glaður, so er so lætt at tríva í ein sang. Tað kenna vit frá fuglunum í náttúruni, og tað er tað sama fyri okkum menniskjum.
- - Tá vit eru glað, ja, so syngja vit. Sjálvt eg, staðfesti prestur. Hann legði aftrat, at tá vit eru glað, so smittar tað eisini av uppá onnur.
- - Latið tí lív tykkara altíð verða merkt av glaðum sangi, segði prestur.
So spyrji eg teg ...
Nú kom sjálv vígslan fyri, og prestur bað nú brúðarparið um at svara ja, so hart at øll kundu hoyra tað.
- So spyrji eg teg, Niels Winther. Her var eingin ivi um svarið, tí øll hoyrdu væl og virðiliga játtandi svar hansara.
Sama spurning fekk eisini Ingibjørg, og tað hoyrdist kanska ikki eins væl og svarið hjá manninum. Men tað var kortini eingin ivi um, at svar hennara kom úr hjartanum. Tað sást á øllum brøgdum eftir vígsluna.
Klokkan er 16:31 og føroyska samfelagið hevur fingið eini nýggj hjún. Áðrenn tey settu seg niðuraftur, so gav prestur teimum nøkur góð orð úr Bíbliuni.
Tey hava nú fingið ringarnar settar á fingrarnar, og venda sær móti kirkjufólkunum. Tey verða standandi á kórsgáttini eina góða løtu, til heiðurs fyri myndamenninar.
Einki við at skunda sær niður á beinkin. Nei, vit eiga tíðina fyri okkum. Latum okkum bara njóta hesa løtuna til fulnar.
Skot og pynt
Tey seta seg niður í vinstra borði. Niels rættir seg kurteisliga niður eftir brúðarbukettini og gevur nú á fyrsta sinni KONU síni hana í hondin.
Tey standa soleiðis eina løtu aftrat, inntill prestur gevur teimum týðiligt tekin um at tey nú kunnu sessast.
Ikki fáa tey langa tíð at njóta hesa fyrstu løtuna saman sum hjún, tí nú ljóðar aftur veikur tónleikur frá urguni. Nú er Kamarkórið til reiðar at syngja ein sang.
Seinasti sálmur er sungin, og vígslan er nú um at vera liðugt. Urguleikarin eigur tó seinasta orðið. Leif setur í gongd við einum brúsandi postludiumi, alt meðan tey nýgiftu fara á føtur.
Leiðin gongur út í gongina, har tey ta næstu longu løtuna taka ímóti øllum brúðarfólkunum í kirkjuni.
Meðan hetta fer fram eru fólk í ferð við at gera klárt uttanfyri: Onkur "pyntar" bilin, meðan fimm mans standa nakað burturfrá og løða byrsur sínar. Her skal av sonnum skjótast fyri brúðarparinum.
Við skotunum, góðorðunum frá presti, sanginum og tí hátíðarliga dáminum kundi brúdleypið byrja í gjárkvøldið.
Tillukku tit bæði. Og blíðan byrð í framtíðini.










