hon skal vera, og hvat hon skal tola av vindi og veðri og so fært tú tað, tú hevur biðið um. Høllin í Vági er 95 metrar long og 50 metrar breið. Upp undir tróðrið er hon 15 metrar høg, og har hon er lægst [...] konserthøll, har pláss sum einki verður fyri 10.000 áhoyrarum. Og tá ið høvi býðst er tað eisini sjálvsagt at gera høllina til eitt spæliland við hoppiborgum og øðrum, sum hartil hoyrir. Les eisini: Vágbingar [...] tey hava gjørt av at byggja eina marghøll, og ikki eina fótbóltshøll burtur av. Í allarflestu førum er ein hálvur fótbóltsvøllur nøktandi at venja og at spæla á og samstundis fáa allar aðrar ítróttargreinar
lok. Bæði kúlugrillin og vanliga grillin. Tá kanst tú grilla í øllum veðrið og alt árið, bæði jóladunnuna og høsnarungan leygardag. Kjøtið verður ómetaliga moyrt og sevjumikið og smakkurin fantastiskur [...] í køkinum eina løtu. Og so leggja tað á grillina seinastu minuttirnar, fyri at fáa góða grillsmakkin, sigur hann og minnir á vandan, tá ið feittið rennur niður í gløðurnar: Stór og feit stykki skulu leggjast [...] høsnarunga, fiski og pylsur av ymsum slag, umframt frukt, breyð og grønmeti. Burgarar eru vælumtóktir. Men har hevur slagtarin sína avgjørdu meining. - Brúka heldur frískt malið kjøt og forma búffarnar,
sítt spæl, og úrslitini eru farin at vísa seg. Í gjár vann HB ímóti NSÍ og liggur nú sum nummar trý í Formuladeildini beint aftanfyri EB/Streym og GÍ. - Vit hava spælt væl seinastu dystirnar, og vit hava [...] spæliloyvi, men HB hevur kært málið til dómsnevndin hjá FSF og tað fyri aðru ferð. Málið hevur órógvað bæði HB og steypakappingina í fleiri vikur, og í miðdeplinum fyri alt stríðið hevur verið ein ósekur f [...] Páll hevur spælt í álopinum flestu dystirnar, og tað hevur gingið væl hjá honum. Fimm mál í 10 dystum er gott fyri ein ungan álopsspælara, og tekin hava verið um, at Páll av álvara fer at býta seg fastan
Gudmundsen og aðrir í Sandavági eiga, skipið. Ekliptika kallast nú Venus, sum er gamalt skipanavn í Vágum. Ísa og frysta Hálvdan Gudmundsen sigur, at frystilastin er varðveitt í Venusi, og nú skipið er [...] klárt til fiskiskap aftur, stendur Venus felagnum í umleið 8-10 mió krónum, og ein lítil helmingur av hesi upphædd er farin til umbygging og rationalisering. - Hetta er nógvur peningur, men tú fært einki [...] vatni undir Føroyum og nakrar dagar á Føroyabanka, er ætlanin komandi ár eisini at fara í altjóða sjógv at royna. - Alt bendir á, at fiskidagarnir undir Føroyum gerast færri og færri, og tí er umráðandi,
málskjúttaralistan, og málini vóru rímiliga javnt býtt. Tað byrjaði annars væl hjá heimaliðnum, sum legði seg á odda 2-0 við málum í fyrsta og fjórða minutti. Men so steðgaði alt upp, og StÍF kom næsta korterið [...] merktist, og harafturat var munurin so stórur, at tað ikki fekk nakra ávirkan. StÍF vann seg upp á 11 stig og hevur nú aftur fingið samband við oddaliðini. Tjaldrið stendur hinvegin framvegis á null, og eftir [...] Tað hevur verið framgongd at hóma hjá Tjaldrinum í seinastuni, og bæði Kyndil og VÍF hava fingið harðari mótstøðu, enn tey helst høvdu roknað við. Tí var tað eisini við eitt sindur av spenningi, at fólk
NSÍ, og tað ber við sær, at Víkingur sera trygt heldur um silvurkrónurnar, og at FM møguleikin er eins stórur, sum hann hevur verið fleiri tær seinastu vikurnar. Tað eru seks stig fram til KÍ, og 11. september [...] í kvøld vardi NSÍ málið. Tað var í 18. minutti, at Sølvi skoraði til 1-0, og seks minuttir undan steðginum var tað yngri bróðurin og miðverjin Gunnar Vatnhamar, sum við høvdinum setti bóltin í málið, eftir [...] støðum at skora, og hann átti stóran lut í málinum, tá ið Sølvi Vatnhamar økti um munin til 3-0. Karstin Hansen hálvbjargaði bæði tá ið Ari Olsen og so innskifti Finnur Justinussen royndu seg, og so var Sølvi
vøllinum. Og so er tað spurningurin um áskoðararnar. Hesir vóru nógvir í tali, tá ÍBV vitjaði ólavsøkuaftan, og hóast Pól ásannar, at talan neyvan verður um heilt so nógv fólk hesaferð, so bæði vónar og væntar [...] fram í UEFA-Cup kappingini í fótbólti. Hóskvøldið verður seinni dysturin millum liðini spældur, og tó at ein 1-0 sigur kanska ljóðar sum yvirkomulig uppgávu á pappírinum, so er eingin ivi um, at talan er um [...] hinvegin, so skulu vit bara hava eitt mál, og tí fara vit sjálvandi eftir. Bara tað at vit hava møguleikan, er eisini betri enn hvat nakar hevði væntað ella vóna, og tá møguleikin er har, so fara vit sjálvandi
skrásettir á einum virðisbrævamarknaði. Bara arbeiðið til sjálva partabrævatekningina kostaði á leið 10 mió, og tær útreiðslur, sum síðani fylgja við hesum, liggja um eina millión krónur um árið. Hóast hetta [...] Mikukvøldið skipaði Føroya Kolvetni fyri sonevndum temakvøldið, har partabrævamarknaðir og einsskiljing var sett á breddan. Seinastu árini hevur nógv verið tosað um hendan partin av vinnulívinum. Fyri [...] Fyrireikingarnar til ein aktivan føroyskan virðisbrævamarknað eru komnar heilt langt, og leingi hevur tos um einsskiljing av almennum ognum eisini verið á breddanum. Men sambært Niels Sørensen, stjóra í Føroya
bæði Grønlandi, Samum og Føroyum við. Tískil eru 13 skaldsøgur og yrkingasøvn útnevnd í ár, men ofta eru einans 10, nevniliga tvey úr ávíkavíst Danmark, Finnlandi, Svøríki, Noreg og Íslandi, men sum Gunnar [...] yrkingar og brot úr skaldsøgum teirra. Tvær skaldsøgur og trý yrkingasøvn, sum eru millum tey 13, ið eru mett, at vera tey bestu, sum eru skrivaði í norðurlondum í dag, vórðu her lisin upp, og tað var ikki [...] ir og yrkjarirnir vóru í Norðurlandahúsinum. Tíðin fleyg meðan yrkingar og brot úr skaldsøgum vóru lisin upp. Evnini vóru universel: Kærleiki, tráan, arbeiði, samleiki, tað dagliga, heimsáskoðan og me
mær kaffi og greiðir frá, hvussu alt hetta kom í lag: ? Tað byrjaði so spakuliga við, at eg og ein vinkona, Siri, sótu og tosaðu um, hvussu stuttligt tað er at hoyra og síggja børn flenna og hvussu stuttligt [...] Har stendur illa til og tølini eru skelkandi, sigur Angela og hyggur at Ólavi, ið hevur kannað málið. ? Eg eri lærari hjá trimum av teimum í føroyskum og vit hava fingist við leikur og dukkuleik. Kanska er [...] Filipsoyggjarnart fyri hjálpa gøtubørnum í Manilla og tað krevur fyrireiking. Tá eg tríni innar í hugnaliga køkin hjá Angelu, sita Angela og Ólavur og fyrireika. Ólavur við telefonini í hondini. Á svenskum