Seinastu vikurnar hevur navið á Páll Mohr Joensen verið nevnt umaftur og umaftur í einum máli, ið ikki er serliga hugaligt fyri ein fótbóltsspælara ella eitt felag.
Páll Mohr Joensen spældi tann 25. mars steypadyst fyri HB ímóti VB/Sumba, men hann hevði ikki spæliloyvið í lagi. Hvussu umstøðurnar kring hetta manglandi spæliloyvið vóru, og hvør hevði ábyrgdina av, at alt ikki var í lagi, hevur verið stóra stríðsmálið seinastu vikurnar.
Kappingarnevdin hjá FSF gjørdi í síðstu viku av, at HB skal tveitast úr steypakappingini orsaka av hesum manglandi spæliloyvi, men HB hevur kært málið til dómsnevndin hjá FSF og tað fyri aðru ferð.
Málið hevur órógvað bæði HB og steypakappingina í fleiri vikur, og í miðdeplinum fyri alt stríðið hevur verið ein ósekur fótbóltsspælari.
- Fyrstu dagarnar var tað undarligt at hoyra mítt navn nevnt í hasum samanhanginum, men eg havi síðani latið verða við at fylgt við i málinum og havi heldur konsentrera meg um fótbóltin, sigur Páll Mohr Joensen.
Lesur ikki greinar um málið
19 ára gamli Páll Mohr Joensen hevur seinastu tvey árini rættiliga verið á veg sum álopsspælari á besta liðnum hjá HB, og eftir at hann í fjør varð leigaður NSÍ nakrar mánaðir, skuldi hann í ár stríðast fyri einum plássi á HB-liðnum.
Og tað hevur hann gjørt við góðari eydnu. Páll hevur spælt í álopinum flestu dystirnar, og tað hevur gingið væl hjá honum. Fimm mál í 10 dystum er gott fyri ein ungan álopsspælara, og tekin hava verið um, at Páll av álvara fer at býta seg fastan á HB-liðnum.
- Eg haldi ikki, at málið um spæliloyvið hjá mær hevur nervað fótbóltsspælið hjá mær yvirhøvur. Eg havi bevíst latið verða við at hugsa um tað, og tað hevur gingið væl, sigur Páll.
- Tá eg havi sæð greinar í bløðunum um spæliloyvið, havi eg latið verða við at lesa tær, og tí havi eg slettis ikki fylgt við í málinum. Fólk, sum eg tosi við, spyrja nógv um málið, men tað er ringt at sleppa undan, sigur hann.
Steypið á ólavsøku
HB hevur eftir eina heldur trilvandi byrjan rættiliga fingið gongd á sítt spæl, og úrslitini eru farin at vísa seg. Í gjár vann HB ímóti NSÍ og liggur nú sum nummar trý í Formuladeildini beint aftanfyri EB/Streym og GÍ.
- Vit hava spælt væl seinastu dystirnar, og vit hava fingið nógv stig í hesum dystum. Vit byrjaðu ikki serliga væl, men soleiðis hevur tað verið onkuntíð fyrr í HB. Nú haldi eg, at rættilig vend er komin í, og liðið er komið ordiliga í gongd, sigur Páll M. Joensen.
Og meðan HB er við í stríðnum í toppinum í Formuladeildini, eru teir í løtuni uttanfyri steypakappingina. Ein seinasta avgerð er eftir at taka í dómsnevndini, og hon verður tikin í næstum.
Páll Mohr Joensen vónar, at HB sleppur at halda fram í steypakappingini, og hann hevur ein dreym um steypafinaluna.
- Tað hevði verið stuttligt at sloppið at tikið ímóti steypinum frá Óla Holm á ólavsøku, sigur hann
***
Uttanfyri við skaða
Páll Mohr Joensen spældi ikki við, tá ið HB í gjár vann á NSÍ. Ein vøddaskaði í búkinum forðaði fyri, at hann kundi spæla.
- Eg veit ikki, hvussu álvarsamur skaðin er, men eg vóni ikki, at eg verði uttanfyri í longri enn tvær ella tríggjar vikur, sigur Páll Mohr Joensen.