MENTAN
Marjun Dalsgaard
»Eg elski bøkur« ljóðaði røddin hjá Bubba úr hátalarunum í Klingruni leygardagin. Bubbi Mortens var harvið tað íslendska íslettið í tí norðurlendska tiltakinum í Norðurlandahúsinum, har norðurlendski samleikin kendist fjálgur, tá fimm av teimum 13 rithøvundunum, sum eru útnevnd til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina í ár, lósu upp yrkingar og brot úr skaldsøgum teirra. Tvær skaldsøgur og trý yrkingasøvn, sum eru millum tey 13, ið eru mett, at vera tey bestu, sum eru skrivaði í norðurlondum í dag, vórðu her lisin upp, og tað var ikki heilt frítt, at tað var ein hátíðarligur dámur yvir løtuni. Tað var í sambandi við eina rundferð kring norðurlendsku høvuðsstaðirnir, at rithøvundarnir og yrkjarirnir vóru í Norðurlandahúsinum. Tíðin fleyg meðan yrkingar og brot úr skaldsøgum vóru lisin upp. Evnini vóru universel: Kærleiki, tráan, arbeiði, samleiki, tað dagliga, heimsáskoðan og menniskjaáskoðan, sæð gjøgnum eyguni hjá norðurlendskum heimsborgarum. Lisið upp á svenskum, finskum, grønlendskum, føroyskum og donskum.
Tí var hetta tiltak, sum minnur okkum á, at vit hoyra saman, eisini við til at minna okkum á, at vit eru ymisk. Vit hava ymisk mál og ymiska fortíð, sum hevur givið okkum ymiskar leiklutir bæði í sambandi við umheimin og hvønn annan, men kortini ein felags norðurlendskan samleika. Endamálið við norðurlendsku bókmentavirðislønini er at styrkja norðurlendskar bókmentir og norðurlendskan samleika, at læra norðbúgvar at kenna norðurlendskar bókmentir.
Føroyskt yrkingasavn útnevnt
Føroyskar bókmentir eru ikki altíð umboðaðar tá Norðurlendska Bókmentavirðislønin verður latin, men millum valevnini í ár er havnarmaðurin Tóroddur Poulsen við sínum yrkingasavni »Blóðroyndir,« sum Ebba Hentze hevur týtt til danskt. Eins og nærum alt annað, ið kemur frá Tóroddi Poulsen, er heitið á yrkingasavninum tvískilt. Tað, ið serliga eyðkennir yrkingarnar hjá Tóroddi er spælið við tvítýddum orðum og undirskiltum týdningum. Til tíðir speiskliga, til tíðir alskin kann hann, við einari einstakari reglu, ella einum vælvaldum orði, síðst í eini yrking gera vart við tað undarliga, býttisliga, stuttliga ella absurda í tí dagliga, sum vit vanliga ikki hugsa um. Tveir føroyingar hava fyrr fingið Norðurlendsku Bókmentavirðislønina, í 1965 fekk William Heinesen hana fyri skaldsøguna »Det gode håb« og í 1986 fekk Rói Paturson virðislønina fyri yrkingasavnið »Líkasum.«
Londini velja sjálv
Tað er upp til einstøku londini, um tey velja at útnevna nakran av sínum rithøvundum, sum valevni til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina. Í Føroyum er tað sostatt Rithøvundafelag Føroya, ið stendur fyri hesum. Tær smærru natiónirnar í norðurlondum eru sum heild ikki væl umboðaðar, men í ár eru ritverk frá bæði Grønlandi, Samum og Føroyum við. Tískil eru 13 skaldsøgur og yrkingasøvn útnevnd í ár, men ofta eru einans 10, nevniliga tvey úr ávíkavíst Danmark, Finnlandi, Svøríki, Noreg og Íslandi, men sum Gunnar Hoydal segði, tá hann beyð vælkomin, er norðurlendska mentanin umfatað av øðrum málum og mentaðum enn frá hesum fimm. Norðurlendska Bókmentavirðislønin hevur verið latin síðan 1962 og er endamálið at styrkja norðurlendska bókmentan. Virðisløning er á 350.000 danskar krónur, hartil kemur at ritverkini verða týdd til onnur norðurlendsk mál. Endamálið er, at norðurlendskar bókmentir verða betur umboðaðar í norðurlondum. Ofta verða norðurlendsk ritverk týdd til stóru heimsmálini, men ikki til onnur norðurlendsk mál. Tað er týdningarmikið at norðurlendskar bókmentir koma út um landaoddarnar, men eisini at tær koma inn um hjá hvørjum øðrum, so at norðbúgvar læra at kenna og kansk elska norðurlendskar bókmentir.