Vóru eitt sindur skelkaðir av prísinum

Tað er merkisvert, at ongin longu er farin undir hetta, tá ið hugsað verður um, hvat tað kostar

- Tá ið vit funnu útav, hvat hetta kostaði, vóru vit eitt sindur skelkaðir.

 

Tað segði Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, tá ið hann legði ætlanina um at byggja eina marghøll í Vági fram fyri almenninginum í gjárvkøldið.

 

Sum vit skrivaðu í gjárkvøldið, fara vágbingar nú undir at byggja eina marghøll í Vági við hálvum fótbóltsvølli, hondbóltsvølli, umstøðum til frælsan ítrótt, umframt allar aðrar hugsandi ítróttargreinar, sum tað ber til at íðka innandura.

 

Men skuldi tað verið, er høllin eisini væl hóskandi sum konserthøll, har pláss sum einki verður fyri 10.000 áhoyrarum. Og tá ið høvi býðst er tað eisini sjálvsagt at gera høllina til eitt spæliland við hoppiborgum og øðrum, sum hartil hoyrir.

 

 

Les eisini: Vágbingar lyfta okkum upp á eitt hægri støði

 

 

- Tá ið tosað hevur verið um slíkar hallir, hevur talan altíð verið um øgiligar upphæddir, men tá ið vit so funnu útav, hvat ein slík høll í roynd og veru kostar, vóru vit eitt sindur skelkaðaðir, sigur borgarstjórin.

 

Hann sigur, at høllin kostar 20 milliónir, tá ið hon er klár at taka í nýtslu, við allari útgerð. Fíggingin er útvegað, men at tey vænta sær stuðul frá Fótbóltssambandinum.

 

- Hetta er størsta nýbrotið í føroyskum fótbólti síðani vit fingu graslíkisvøllir fyri 30 árum síðani, so fyrr var illa, helt Dennis Holm.

 

Men hann vísti eisini á, at fundur hevur verið við Fótbóltssambandi, sum tók sera væl undir við ætlanini.

 

Raksturin er sera bíligur, tí tað er ikki hiti í høllini.

 

- Hitin í høllini er tann sami sum úti, men tað er turt og stilli. Høllin er úr klárum tilfari, so ljósið inni er eisini tað sama, sum úti og tað merkir, at tá ið tað er ljóst úti, verður heldur ikki brúk fyri ljósi inni.

 

Annars verða ledperur brúktar og ljósrokningin er ikki størri enn hjá einum stórum sethúsum, ella tveimum.

 

Samstundis ætlar Vágs Kommuna at leiga tímar í høllini til skúlar, barnagarð, tey eldru og tað er eisini við til at tryggja raksturin.

 

Men borgarstjórin ivast heldur ikki í, at feløg, og lið fara at koma aðrastaðni frá at leiga høllina, eitt nú landsliðini í fótbólti, tey, ið íðka frælsan ítrótt, og onnur.

 

Hann sigur, at tað er tilvitað, at tey hava gjørt av at byggja eina marghøll, og ikki eina fótbóltshøll burtur av. Í allarflestu førum er ein hálvur fótbóltsvøllur nøktandi at venja og at spæla á og samstundis fáa allar aðrar ítróttargreinar eisini munandi betri umstøður.

 

Ein fótbóltshøll í fullari stødd kostar eisini nógvar ferðir meiri, tí tað, sum er avgerandi fyri prísin, er breiddin á høllini Ein fótbóltshøll skal vera minst 74 metrar breið, og hon kostar meiri enn tríggjar ferðir so nógv, sum hendan, ætlanin er at byggja í Vági.

 

Hetta slagi av høll, ætlanin er at byggja í Vági, er væl roynt aðrastaðni. bæði til ítrótt, goymslur og alskyns onnur endamál.

Eitt, sum eisini fær prísin niður, er, hon er liðugt projekterað.  Tað er bara siga, hvussu long, hon skal vera, hvussu breið, hon skal vera, og hvat hon skal tola av vindi og veðri og so fært tú tað, tú hevur biðið um.

 

Høllin í Vági er 95 metrar long og 50 metrar breið. Upp undir tróðrið er hon 15 metrar høg, og har hon er lægst, er hon seks metrar høg. Hon tolir vind upp á 65 metrar um sekundið og takið tolir ein metur tjukkan kava fyri hvønn fermetur.