at talan er báði um avspáking, sum starvsfólkið hava upparbeitt sær í ár, men at talan eisini er um avspáking, sum hoyrir til 1996. Orsøkin til, at so nógv avspáking er á Landssjúkrahúsinum, er tann, at [...] starvsfólk ikki er til arbeiðis, skal eykafólk kallast til, og tað er dýrt. Ikki minst er hetta ein stórur trupulleiki í summarferiutíðini. Men skal henda avspáking fáast frá hondini, er neyðugt at lata [...] uppskot til nýggjan bygnað á Landssjúkrahúsinum ? Men enn er onki hent. Joan Ziskason sigur, at eftir hennara tykki er leiðsluspurningurin tað, sum er einamest átrokandi at fáa loyst
Vágar væl stytri enn hjá teimum, sum fóru við bussinum, um enn hann var eitt sindur dýrari. Fólk, sum fara uttanlands við flogfari, hava vanliga nakað av viðføri við, og verður alt hetta íroknað, tekur tyrlan [...] tyrlan 10 ferðafólk hvørja ferð. Um einki viðføri er, kunnu 13 fólk sleppa við. Heri Niclasen sigur, at ferðafólkatalið við tyrluni er vaksið rættiliga væl í mun til í fjør. Fyrstu 10 mánaðarnar í 1996 [...] 400 fólk við tyrluni, meðan talið 10 teir fyrstu mánaðarnar í 1997 var uppi á 4.100 ferðafólkum. Hetta er ein vøkstur, sum liggur umleið tey 70 procentini. Eisini onnur tiltøk hjá Atlantsflogi hava góða
varð síðsta umfar telvað í Klaksvík. Tankin er, at seinasta umfar í hesi kapping eisini skal verða á einum stað, men TSF hevur ikki avgjørt enn, hvar hetta verður. 1. Deild 1. umfar 9. nov.: KTF 2-KTF [...] 2), Kollafjarðar Talvfelag og Vestmanna Talvfelag. Møtir lið ikki til ásettan dyst, kann hetta verða revsað. Um ivaspurningar stinga seg upp, kunnu tit venda tykkum til kappingarleiðaran. Av tí at tað [...] 14.00. Dystirnir í Unglinga- og Dreingjadeildini verða leiktir leygardag, og byrja kl. 14. Talvtíðin er óbroytt: 2 tímar til 40 leikir, 20 leikir til næsta tíman, síðan 1/2 tíma at gera talvið lið ugt. Tey
kvæðaverðin. Hjá øllum er gróðursett eitt lítið korn av okkara elligamla siðaarvi. Nógv halda seg tó burtur frá dansinum eina tíð í ungdómsárunum. Vónin er sjálvandi, at tað, sum einaferð er lagt í barnið, fer [...] ð í Havn um at skipa eitt lið av ungum millum 16 og 19 ár at senda til Grønlands. Tey skuldu vísa fram føroyskan dans og luttaka í teimum tiltøkum, sum hoyra upp í eitt sovorðið tiltak. Nú er barnadansurin [...] eina ferð um vikuna at venja, og lutur Havnar Dansifelags lá ikki eftir. Serliga móti sumri vóru fleiri av teimum vandu kvøðarunum úr felagnum við at leggja teimum ungu lag á. Góð í ráðum ? tað er vist. Ferðin
viðurskiftini Hilmar Bech leggur kortini dent á, at hann er sannførdur um, at vit skulu varðveita ríkisfelagsskapin, og er hann ivasamur, tá tosað verður um nýggja sjálvstýrislóg. ? Vit mugu síggja í eyguni, [...] ni ikki dragna enn meira afturút, og at tey veiku í samfelagnum verða vard. ? Men um stuðulin skal vera eins stórur, og hann er nú, veit eg ikki, leggur Hilmar Bech afturat. ? Eisini er tað stórt spell [...] sat hann sum tingformaður. ? Sum vera man er politikkurin broyttur nógv hesi árini. Stór útskifting er farin fram á tingi - nýtt fólk er komið til, tingskipanin er broytt. At vit eisini hava fingið føroyskt
rslan er ikki nóg sterk. Men hon kundi verðið nógv sterkari enn hon er. Hetta halda tvey norsk fakfelagsfólk, sum eru í Føroyum í hesum døgum og halda skeið fyri føroyskum fakfelagsfólki. Tað er Upplý [...] Og tað hevur hann eina greiða meining um. Hann heldur, at høvuðsorsøkin er, at tað er ov lítið demokrati í fakfeløgunum Í veruleikanum er tað so, at í fakfeløgunum er tað at kalla bara tað eina fólki, sum [...] í gjár. Hetta er triðju ferð tey bæði, Anne Brodawski og Odd Pedersen eru í Føroyum og halda skeið fyri føroyskum fakfelagsfólki. Endamálið við skeiðnum er at menna UV í Føroyum. ? Endamálið er at styrkja
Fyrireikararnir vænta, at hetta verður áhugavert hjá bæði politikkarum og vinulívsfólki, av tí at her er talan um marknaðir, hvørs framtíð enn eingin kennir. Eingin einvegis ferðsla Men tað er ikki bert á fjøl [...] leggur skrá sína til rættis, er hon altíð partur av eini størri ætlan og heild. Hetta er okkara politikkur, sigur stjórin, Peter Turtschaninoff. Í fjør gav UNESCO, sum er stovnur hjá Sameindu Tjóðum, út [...] Nú er heimssamfelagið kortini sera trupult at halda skil á. Tað er enntá av summum blivið kallað eitt anarki, tí har finnast jú bara konventiónir og samtyktir, men ongar lógir. Eitt aktuelt dømi um hesa
lærarakreftum at bjóða útbúgving innan fyri oljuøkið, og eingin ivi er um, at hetta bert er tað fyrsta stigið. Tað góða samarbeiðið, sum er grundað millum undirvísingarstovnarnar í Føroyum og í okkara grannalondum [...] sambandi valt at fara hóvliga til verka og hvørki »kanna okkum bitan, fyrr enn hann er svølgdur« ella »selja skinnið, fyrr enn bjørnin er skotin«. Men fyri tað kann tað vera góður politikkur at gera ymsar f [...] fyrireikingar til at fáa hendur á bitanum og skinninum. Og tað er júst hetta, sum m.a. henda løtan ber boð um. Tríggjar vikur eftir, at hetta landsstýrið tók við, setti eg niður eina nevnd ? Útbúgvingarnevndina
um, stava frá royking, sigur Pál Weihe. Um kanningina og royndirnar av hesum arbeiði, sigur Pál Weihe, at hon er ætlað at geva skúlunum vitan um støðuna, og um hvussu viðurskiftini eru í Europa innan sama [...] í Føroyum, ráddi um at seta spyrjandi og undirvísandi spurningar soleiðis, at skúlabørnini samstundis, sum tey skuldu svara, fingu vitan og upplýsingar um tey evni, ið spurt varð um. Næmingarnir eru ókendir [...] rúsdrekka, so er støðan ikki so vánalig, men har tað snýr seg um hash, so hava ein av 10 næmingum í 9. flokki í Føroyum, gjørt sær royndir við hash. Týdning fyri heilsuna Pál Weihr sigur um úrslitið av stóru
fyrsti í meira enn eitt ár, komu bretar við einum nýggjum útspæli. Hetta var rættiliga kollveltandi - í hvussu er eftir teirra tykki - tí fyri fyrstu ferð vóru bretar fúsir til at tosa um eina ella aðra [...] oljulóggávan er samtykt. Men tað er greitt, at ein útbjóðingarrunda krevur eina politiska avgerð í løgtinginum. Fløkt Sosialurin skilur annars, at málið viðvíkjandi útbjóðingini er rættiliga fløkt, tí enn hava [...] viðmerking til málið frá pørtunum, men tað er ómøguligt. Árni Olafsson hevur onga viðmerking, tá vit spyrja hann, um ein komandi útbjóðingarrunda á føroyskum øki er bundin av, hvat hendir í marknatrætuni.