Nú byrjar TALV-FM

FM kappingin í talvi byrjar komandi vikuskiftið, 8.-9. november.


Dystirnir byrja ásettu dagar klokkan 14. Allir dystirnir hjá SBT verða telvdir í Tórshavn í hølunum hjá Havnar Telvingarfelag (bæði heima- og útidystirnir). Hesir dystir verða telvdir leygardag kl. 14.00.

Dystirnir í Unglinga- og Dreingjadeildini verða leiktir leygardag, og byrja kl. 14.

Talvtíðin er óbroytt:

2 tímar til 40 leikir, 20 leikir til næsta tíman, síðan 1/2 tíma at gera talvið lið

ugt.

Tey luttakandi liðini eru hesi:

1. deild (6 lið):

Klaksvíkar Talvfelag við tveimum liðum (KTF 1 og KTF 2), Talvfelagið Streymur (TFS), Havnar Telvingarfelag (HT), Vestmanna Talvfelag (VT) og Kollafjarðar Talvfelag (KT).

2. deild (6 lið):

Kollafjarðar Talvfelag tvey lið (KT 1 og KT 2), Havnar Telvingarfelag tvey lið (HT 1 og HT 2), Tofta Talvfelag (TT) og Gøtu Talvfelag (GT).

3. deild (12 lið) - deild upp í 2 bólkar (A og B)

3. deild A:

Talvfelagið Rókur. Oyri (Rókur 2), Sandavágs Talvfelag (ST), Sumbiar Talvfelag (SBT), Runavíkar Talvfelag (RT), Klaksvíkar Talvfelag (KTF 2) og Kollafjarðar Talvfelag.

3. deild B:

Havnar Telvingarfelag, Vestmanna Talvfelag, Tofta Talvfelag, Talvfelagið Rókur (Rókur 1), Runavíkar Talvfelag (RT 2) og Klaksvíkar Talvfelag (KTF 1).

Unglingar (3 lið):

Havnar Telvingarfelag, Klaksvíkar Talvfelag við tveimum liðum (KTF 1 og KTF 2).

Dreingjadeildin (5 lið):

Rókur, Havnar Telvingarfelag tvey lið (HT 1 og HT 2), Kollafjarðar Talvfelag og Vestmanna Talvfelag.

Møtir lið ikki til ásettan dyst, kann hetta verða revsað.

Um ivaspurningar stinga seg upp, kunnu tit venda tykkum til kappingarleiðaran.

Av tí at tað luttaka bert 3 lið í unglingadeildini, hevur kappingarleiðslan mett tað vera rætt, at hesin bólkur avviklar kappingina uppá styttri tíð, og henda kapping verður liðug til jólar.

Seinasta kappingarár varð síðsta umfar telvað í Klaksvík. Tankin er, at seinasta umfar í hesi kapping eisini skal verða á einum stað, men TSF hevur ikki avgjørt enn, hvar hetta verður.


1. Deild


1. umfar 9. nov.:

KTF 2-KTF 1

HT-VT

KT-TFS


2. Deild

1. umfar 9. nov.:

GT - TT

KT 1 - KT 2

HT 1 - HT 2


3. Deild A


1. umfar 9. nov.:

(KT - SBT í Havn 8/11)

Rókur 2 - ST

KT - SBT

RT 1 - KTF 2


3. Deild B


1. umfar 9. nov.:

KTF 1 - VT

RT 2 - HT

TT - Rókur 1


Unglingar


1. umfar 8. nov.:

KTF 2 - KTF 1

HT - FRÍ


Dreingjadeildin


1. umfar 8. nov.:

Rókur - FRÍ

KT - VT

HT 2 - HT 1