arbeiði hansara her á jørðini. Hann hevur givið okkum øllum gávur, og hesar skulu vit brúka, bæði menn og kvinnur. Tulka menn og kvinnur bíbliuna á sama hátt? Ongin munur er á, hvussu mannligir og [...] niður til Danmarkar at ganga á studentaskúla, so var tað kortini skúlatíðin og umhvørvið millum ungfólkið í Høng, sum óbeinleiðis varð orsøk til, at hon valdi at lesa til prest. Á Høng upplivdi eg, at tað [...] blaðkvinna í fýra ár Prestastarv var einki at søkja tá, og fyrstu tvey árini var hon vikarur á háskúlanum. Síðani fór hon á Dimmalætting at arbeiða sum blaðkvinna, og var har í fyra ár, áðrenn hon fór at virka
var ein maður í Føroya Rætti fongslaður í fýra vikur fyri kynsligan ágang móti ungari kvinnu og hósdagin var henda freist úti. Tí var málið fyri rættinum aftur fyrradagin og tá heitti løgreglan á rættin
tað. Politiskt mátti hesin fólksins dómur takast til eftirtektar á tann hátt, at heimastýrislógin mátti endurskoðast og nýskipanir fremjast á ríkisrættarliga økinum. Nú vóru góð ráð dýr fyri tann illa skølsetta [...] broytist á mansins ævi, men hetta ber prísin! Men sjálvsagt, øll vistu, at sambandsformaðurin fyri langari tíð síðan hevði spælt sær øll kort av hondum. Allir flokkar høvdu sum vera man misálit á hesum [...] at trumfa sín vilja ígjøgnum. Hann gav skarvin yvir. Valið var slept á hesum sinni. Tá hann so kom út í fjølmiðlarnar dagin eftir, og á sín fólkaliga og sannførandi hátt greiddi frá, at tað ongantíð hevði
hendi júst tað. Ein bussur frá Bygdaleiðum var ávegis til Havnar og millum ferðafólkini var ein maður, sum hevði tikið í so rívan til av tí váta slagnum. Hvat er sagt og ikki, ber sjálvandi ikki til hjá [...] siga, men tað heila spældi soleiðis av, at maðurin fór fram til bussføraran, legði armin um hálsin á honum og spenti í. Bussførarin fekk tó steðga bussinum og tilburðurin var meldaður til løgregluna. Tað [...] so kundi stórskaðið staðist av. Men ferðamaðurin var heppin. Løgreglan í Havn, sum fekk boðini, fór á staðið og handtók mannin. Hann verður nú ákærdur fyri harðskap.
Ein maður varð yvirkoyrdur og breyt beinið inni í Eysturoynni um vikuskiftið. Men hann var heppin kortini, tí bilurin, sum rendi á hann koyrdi nevniliga ikki so spakuliga. Førarin hevur sagt løgregluni
Hóskvøldið rendi ein bilførari á tveir parkeraðar bilar í J. C. Svabosgøtu. Bilførarin steðgaði og fór úr bilinum at tosa við fólk á staðnum, men rýmdi áðrenn løgreglan kom. Bilførarin varð kortini funnin [...] eftir. Hann var farin ein biltúr til Syðradals, verður sagt á Politistøðini. Tað vísti seg, at bilførarin ikki var ávirkaður av rúsdrekka. Á politistøðini verður annars sagt um tilburðin, at tað er ólógligt [...] ólógligt at rýma frá óhappi, uttan so at viðkomandi hevur givið seg til kennar. Hóast fólk á staðnum tosaðu við bilføraran, áðrenn hann rýmdi, er ikki greitt í løtuni, hvørjar avleiðingar lógarbrotið fær
Milanovic frálíkt B36-skotum tvær ferðir upp í slag. Aftan á málið royndi NSÍ at leggja trýst á, men tað gekk illa í hond, og B36 fekk glið á skjóta spælið frameftir, serliga úti í vinstru síðu. Teir funnu [...] B36 fekk hevnd fyri 0-2 ósigurin í Runavík á Skálafjarðarstevnuni í summar við at vinna við júst sama málmuni á NSÍ í Gundadali, og samstundis helt havnarfelagið lív í síni klønu FM-vón. Tað var illfýsið [...] Egin Høgnesen var besti maður hjá B36, og í fyrra hálvleiki var tað bert hansara avrik, sum forðaði NSÍ í at taka leiðsluna. Trupult at finna stevið Í hinum endanum var vandi á ferð, tá Tomislav Sivic
skipað var fyri tílíkari kapping. Tað er ein liður í at útvega felagnum pening. Byrjað verður klokkan 8 á morgni, tá bátarnir leggja at landi í Heygsstøð fyri at tekna seg til kappingina. Fiskireiðskapurin [...] ognar. Umframt steypið fáa teir ein ølkassa ella ein sodavatnskassa. Borð og stólar verða settir upp á økinum, har manningarnar, ið hava luttikið í fiskikappingini fáa smyrjibreyð. Annars verður møguleiki [...] 30. Vónandi verða fleriri bátar við til kappingina og vit vóna at síggja nógv fólk kl. 16.30 niðri á Heygsstøð.
nevndini, segði á hátíðarløtuni, at nevndin vísir á tað stóra arbeiðið, sum verður gjørt úti um land okkara at fjálga og nøra føroyska mentan. Frits er ein ógvuliga fjølmentaður maður, mentanaravrik hansara [...] arbeiða við. At evna úr ongum Frits hevur høgt tveir stórar træskurðir, ein á Studentaskúlanum á Kambsdali og ein, sum er á Sildaverksmiðjuni í Fuglafirði. - Tað er ómetaliga spennandi at fáast við træskurð [...] millum føturnar á tær, hómast ein mynd. - Tá ið eg varð biðin at gera myndina til skúlan á Kambsdali, visti eg beinanvegin, hvat hon skuldi verða. Eg valdi at mynda eina gamla skipsmanning. Á gomlum myndum
við øðrum knænum. TB tvey leikbann Tvørámenn fara annað vikuskifti á rað norður á Skálafjørðin. Síðst sá tað út at skula eydnast á Svangaskarði, men so søplaðu teir alt burtur síðstu løtuna. Tá teir í [...] skaddur, tá HB vitjaði. Á Toftum er venjaraspurningurin heldur ikki avgreiddur, men tað verður arbeitt við málinum. B68 hevur ofta staðið seg væl í Klaksvík, men tá KÍ vitjaði á grasinum á Svangaskarði fyrr [...] rindaði fimm túsund krónur í leigu fyri Silju, sum sigldi teir suðuraftur. Bárður á Lakjuni, sum hevur verið besti maður hjá ÍF í ár, er leikbannaður í morgin, og Áslakkur R. Petersen, sum seinast fekk