Maður ákoyrdur

Um vikuskiftið varð ein maður árendur av bili í Runavík.

Ein maður varð yvirkoyrdur og breyt beinið inni í Eysturoynni um vikuskiftið.

Men hann var heppin kortini, tí bilurin, sum rendi á hann koyrdi nevniliga ikki so spakuliga. Førarin hevur sagt løgregluni, at hann koyrdi um 60 km/t tá tað brast..

Av støðini í Runavík sigur løgreglan at tann ákoyrdi hevur verið serstakliga heppin og at skaðin saktans kundi havt verið størri. Løgreglan hevldur orsøkina verða at tann ákoyrdi var ávirkaður.