teir í álopinum, áðrenn KÍ skoraði. Fuglfirðingar komu í fleirtalsstøðu, men sum tað er sermerkt fyri eitt lið, sum er illa skipað, so vistu teir ikki reiðiliga, hvussu møguleikin skuldi handfarast, og Stephen [...] túrar, og at síggja smábátar og útróðrarbátar fara um fjørðin minti ikki sørt um, soleiðis sum tað er, tá tey hava rópt grindaboð. Nógvu KÍ viðhaldsfólkini fingu trý stig til hús við sær aftur, tað telur [...] telur nógv, og viðhaldsfólkini eru sjálvandi fegin yvir úrtøkuna og góða sunnudagstúrin, men tað er synd at siga, at avrikið hjá klaksvíkingum í Fuglafirði sannførdi um, at hetta vóru komandi FM vinnararnir
farið til skipanina, sum nú er galdandi. Undir gomlu skipanini var Havfrúgvin eina ferð FM vinnari. Tað var í 1967. Kappingin Tað verður nógv tosað um, at eysturoyingar lítla og onga kapping fáa í 10-m [...] róðrarnar higartil, teir eru sjey stig undan næstfremsta bátinum, og tá róðurin hjá dreingjunum altíð er tann fyrsti, sum tað verður kappast í, so bendir alt á, at vestmannadreingir vera fyrstu FM vinnarar
hann var hesa ferð. Hvessinur var eina lítla bátslongd undan teimum báðu næstu bátunum. Hvessingur er ellivu stig undan næstu bátunum, og munurin er størri, enn hann er í nakrari aðrari av kappingunum. Alt [...] Kollfirðingur eina hálva bátslongd frammanfyri hinar bátarnar, og tann hálva bátslongdin gjørdist eina lítla løtu til tríggjar fjórðingar av einari bátslongd, og Gongurólvur royndi at hanga í. Men so var tað [...] sørt um hann hjá teimum, sum í kapprenning verða nevndir harur, soleiðis at skilja at teirra uppgáva er at seta ferð á, og tá teir, sum plaga at vinna, eru komnir upp í ferð, skulu hinir gevast at lata fremsta
høvuðsstøðum var títt heim, men í tí lítla stað. Lágum tornum, ikki teimum høgu, var tað í, tú sang títt besta lag. Ditlev var porkeningur, og vaks upp í hesum lítla stað, har kirkjuklokkan sang úr lága [...] biðisløgini frá klokkuni í Havnar Kirkju. Klokkuni, sum Ditlev var vanur at ringja við. Men hesaferð er tað fyri Ditlevi sjálvum, hon slær. Vit eru komin saman á hesum staði, sum stóð honum so nær, og sum [...] geva øðrum burturav. Einki við at rópa upp og klappa og larma. Nei, hetta var álvarsligt. Og einki er at ivast í, at Ditlev, nú hann seinnu tíðina meira enn einaferð varð mintur á, at vit bert eru gestir
og klárt á odda liggur Fiskivinnuskúlin í Vestmanna. Tað er greitt, at hetta er ikki bara ein kærkomin ?gáva? til næmingar og skúla - tað er so sanniliga ein ótrúlig reklama fyri Føroyar og føroyska útbúgving [...] móti, so er hetta einki minni enn eitt bragd. Tað eigur so eisini at geva okkara egnu myndugleikum nakað at hugsa um. Tí hóast Fiskivinnuskúlin í Vestmanna nú hevur virkað í fleiri ár, so er tað líkasum [...] henda lítla men spírandi skúlan í Vestmanna. SO løgið tað ljóðar, so hevur nakað so náttúrligt sum ein fiskivinnuskúli ongantíð vunnið tann frama í Føroyum, sum hann so avgjørt átti. Tí hvat er meira
kondisúkklunum, ella á rennibreytini. Rættuligur krúsari Tað er einki yvir at dylja, at »Deutschland« er eitt rættiligt »krúsaraskip«. Eitt skip, sum er gjørt til at ferðast frá landi til land, samstundis sum [...] munnu hava tann óvana, at vit máta øll fremmand ferðamannaskip í norrønunum! Antin er skipið minni enn Norrøna, ella er tað størri. Soleiðis var tað eisini hjá mær sjálvum týsdagin, tá eg var á veg oman [...] uttan iva fær miðaldrandi og eldri ferðandi at stórtrívast umborð. Tí tað er einki at dylja yvir, at reiðaríið hevur tá skipið er bygt fyri einum góðum ári síðani lagt dent á, at hetta skipið skal brúkast
og grøna framtíð her í Føroyum og kring heimin. Leguleiðslan Í leguleiðsluni eru 12 fólk. Leguovasti er Dávid Reinert Hansen. Hini í leguleiðsluni, sum øll hava serligar ábyrgdaruppgávur eru: Kári Olsen [...] skótaliðum, herav 16 lið úr Føroyum, 3 úr Danmark og 3 úr Noregi. Skráin fyri leguna Skráin fyri leguna er fjølbroytt við nógvum ymiskum virksemi. Skótarnir koma á leguna hósdagin 8. juli og fara tá at byggja [...] búgva í tjøldum og sjálvir at matgerða uttandura. Hóskvøldið verður setanarlegubál. Flestu dagarnar er skráin býtt upp í tríggjar virknisøktir og eina kvøldskrá. Vanliga byrjar dagsskráin við veking kl
finna upp á seiðatræið av nýggjum lýsir okkum á møti úr hvørjum króki í bygd okkara. Og ikki er tað hissini, sum er komið upp á træið av fongi, sum listarfólk okkara hava drigið á miðum og grunnum teirra, [...] Keypmannahavn: »Eg havi nú mála tær bátin hjá pápa á veg aftur av útróðri«. »Ongin er at síggja í bátinum, tí pápði er farin, og eg fari skjótt; men vónandi fer báturin at sigla leingi enn«. Og so legði [...] okkara, sum síggja so kargir út í frástøðu hjá summum, sum bert hyggja við búkfylluhugsan, men sum er ein so ríkur heimur hjá øðrum, ið duga at geva kørgu náttúru okkara og umhvørvi gætur upp á ein sovorðnan
stendur eftir, og aðalmálið er brennivínsforboð. Fráhaldssakin er drívkraftin hjá sekteristunum, og í endanum á skaldsøguni er fullfíggjað spiritusnoktan gjørd til lóg. Men tá er tað eisini lukkast eini [...] stuldur, og niðurstøðan er, at hann er sekur, tí ?hans kone forholder sig haardnakket stum. Hun er aabenbart blevet instrueret.? Tann burturvilsti sonurin Bartrogið Matte-Gok er eitt slag av katalysatori [...] Mamman er Ura á Hellu, sum á ungum árum hevði nógvar biðlar, og tí veit eingin reiðiliga, hvør pápin er, men so mikið dúgligari verður tað gitt. Ankersen hevur sett í seg, at tað er hann, sum er pápin,
vælkomnum, er ein blíður hundur. Men bóndin er skjótur og ynskir vælkomin. Eitt handatak, ein stutt samrøða, og so er at hyggja seg um á oynni. Hesi lítlu oynni, sum kortini í søgu okkara er rættiliga stór [...] grasfjaldari holu. Men av og á er eydnan betri enn skili, og skrúvan varð funnin aftur. Vit halda so fram uppeftir. Troyggjan er hongd um lendarnar, og sveittin lekur av enninum. Hitin er øgiligur hendan frágera [...] stødd og søgu kunnu metast við Múrin í Kirkjubø, er tað við djúpari virðing, at farið verður inn í hendan lítla, burturgloymda halgidómin. Og friðurin er sum til andakt. Veggirnir standa heilir og væl hildnir