Í sambandi við at 60 ár eru liðin síðan KFUM-skótarnir í Føroyum byrjaðu sítt virksemi, verður skipað fyri landslegu, sum verður á Selatrað í døgunum 8.-15. juli.
Legan hevur fingið heitið »Grøn Framtíð ?99«. Hetta fyri at leggja dent á at verja og fara væl um umhvørvi og náttúruna so vit øll fáa eina góða og grøna framtíð her í Føroyum og kring heimin.
Leguleiðslan
Í leguleiðsluni eru 12 fólk. Leguovasti er Dávid Reinert Hansen. Hini í leguleiðsluni, sum øll hava serligar ábyrgdaruppgávur eru: Kári Olsen, Kjartan Dalsgaard, Verner Hansen, Magni Laksáfoss, Kirsten Danielsen, Rúni Thomsen, Palli Mortensen, Uni Næs, Thomas Lambastein, Charles J. Olsen og Gimmi Olsen.
Uml. 350 luttakarar
Á leguni verða uml. 350 skótar, sum koma frá 21 skótaliðum, herav 16 lið úr Føroyum, 3 úr Danmark og 3 úr Noregi.
Skráin fyri leguna
Skráin fyri leguna er fjølbroytt við nógvum ymiskum virksemi. Skótarnir koma á leguna hósdagin 8. juli og fara tá at byggja leguplássini upp. Teir fara at búgva í tjøldum og sjálvir at matgerða uttandura. Hóskvøldið verður setanarlegubál. Flestu dagarnar er skráin býtt upp í tríggjar virknisøktir og eina kvøldskrá. Vanliga byrjar dagsskráin við veking kl. 07.00 á morgni og kl. 23.00 skal verða friður á leguni.
Nógv valfrítt virksemi
Tríggjar dagar á leguni verður skipað fyri valfríum virksemi. Tá verða 14 ymisk virksemi, og kunnu skótarnir so royna nøkur teirra: Primitiv matgerð, jarnsmíð, ullavirking, gipsmaskur, kassabilar, sjóvirksemi, klintring og síging, drekar, útróður, fiskavirking, missiónsarbeiði, tunnuflakar, signalering og føroyskt barnaspæl.
Fjølbroytt kvøldskrá
Umframt felags legubál, sum verða fyrsta og seinasta kvøldið á leguni, so verður ymiskt annað á skránni hini kvøldini: kvøldandaktir í Selatraðar kirkju, patrúlju-mix, rockkonsert við bólkinum Siesta, Ungdómsskóta- og rovarakvøld og eitt hugnakvøld fyri Gilwell-skótar.
Útferðir við bussi og gonguferðir
Allir skótarnir sleppa á eina útferð við bussi. Skipað verður fyir ymiskum útferðum, til Kirkjubøar og Havnar, til Klaksvíkar og Viðareiðis, til Gjáar, Tjørnuvíkar og Saksunar, og til Oyndarfjørð, Elduvíkar, Funnings og Eiðis. Gonguferðirnar verða skipaðar soleiðis, at skótarnir fara av leguøkinum seinnapartin og koma aftur á leguna næsta dag út á seinnapartin. Allar gonguferðirnar enda við at skótarnir sleppa at svimja í Fuglafirði. Fimm ymiskar gonguferðir á uml. 20 km. verða í Eysturoynni og í Streymoynni.
Sunnudagurin er vitjanardagur
Sunnudagin 11. juli frá kl. 09.00 til 18.00 verður legan opin fyri almenninginum. Kl. 10.00 verður legugudstænasta, har Uni Næs prædikar. Seinnapartin frá kl. 13 verður sokallaður marknaðardagur, har luttakandi skótaliðini fara at skipa fyri ymiskum virksemi, sum skótar og vitjandi kunnu luttaka í.
Vónandi koma nógv fólk, foreldur og onnur áhugaði at vitja á landsleguni sunnudagin.
Legubók til allar lutakararnar
Í sambandi við leguna, hava KFUM-skótarnir útgivið lítla bók, sum lýsir skrá og virksemi á leguni og inniheldur kort av leguni, legusangin, sum Eirikur og Tummas Lauritsen hava yrkt og aðrar skótasangir. Bókin verður latin skótunum, tá ið teir koma á leguna.
Legan endar 15. juli
Mikukvøldið 14. juli verður endað við legubáli og hósmorgunin verður legan tikin niður.