vanlukkuna í Selvíkum. Tað eydnaðist fíggindunum av flogvøllinum í Vágum at steðga tí sera positiva holdninginum til útbyggingar sum var í ferðslumálaráðnum. Undirsjóvartunnilin Í februar mánað í 1997 var [...] onkur er komin í eina lyklastøðu og soleiðis má sigast um Vágoynna, hon hevur verið í eini lyklastøðu partar av verandi tingsetu. Síðani 11. juni 1996 hevur Vágoyggin átt landsstýrismannin í Vinnumálum, formannin [...] formannin í Vinnunevndini og formannin í Fíggjarnevndini. Hetta má sigast at vera lyklastøðu burturav, ein støða sum aðrar oyggjar helst vildu ynskt, at tær kundu komi í, og sum átti at verið garantur
finna í tí búskaparliga framkomna partinum av verðini - restin finst í u-londum. Nevnast kann, at í Iran finnast 2,3 mill. flóttarfólk, í Congo (fyrrverandi Zaire) yvir 1 mill. í Pakistan 1 mill. í Tanzania [...] flýdd úr einum landi í annað, og tá eru - væl at merkja - palestinar í ymsum londum ikki taldir við. Av hesum 15 mill. finna vit umleið 2 í Europa. Leggja vit tey 592.000 flóttarfólkini í USA aftrat, verður [...] Tanzania 883.000, í Uganda 287.000 og í Kenya 252.000. Umframt USA kann bert Týskland av heimsins mest framkomnu londum vísa fram líknandi tøl, nevniliga eina góða millión. Og tað er eisini í u-londum, vit
seinast í novembermánaði kósina í ein útsynning. Málið var tann stóri heimsparturin Suðuramerika. Tí hóast hugtakið ?at zappa? oftast verður tengt at sofabundnum sjónvarpshyggjarum við fjarstýring í aðrari [...] ein ?byrjandi býur bjóðadi okkum ein góðan dag?, og leiðin gekk út í floghavnina í Kastrup. Vit vóru sostatt farnir tíðliga til songar í mun til kvøldini fyri, so hendan morgunin kundu vit ikki reypa um [...] og vit fingu givið hvørjum øðrum nøkur góð ráð har í hæddunum. Vandamikið portur Eftir at hava verið á flogi og sæð sólarris í fleiri tímar, lendu vit í milliónabýnum Rio de Janeiro. Nógv er sagt og skrivað
hillina fyri fyrst. Í staðin ætlar Regin Vágadal sær um ein góðan mánað til Sheffield í Onglandi at venja í ein mánað. Og tað verður ivaleyst eisini neyðugt hjá Føroya sterkasta manni at vera í bestu venjing [...] spæla Europa Cup-fótbólt júst um ólavsøkumundið og tískil ikki kunnu gera nakað serligt burtur úr ólavsøkuni í ár, ber tað til at hava kappingina á ovara vølli. Tað er HB, sum í ár eigur rættindini til [...] fótbóltur at síggja í høvuðsstaðnum ólavsøkuaftan í ár, men kappingin Atlantic Giant er uttan iva eins áhugavert tiltak hjá havnarfólki og ólavsøkugestunum at fara til. Ætlanin er at kappast í fleiri av teimum
fólk høvdu lagt stóra orku í hetta verk. Í kórinum vóru fólk úr flestu bygdum í Eysturoynni, einir átta sangarar úr Klaksvík, umframt aðrastaðni ? sangararnir vóru einir 70 í tali. Tónleikararnir komu úr [...] Verkið hjá Jóhan Mortensen er gjørt í trúskapi móti tekstinum í 33. sálma hjá Davidi. Ein songsongur í nýggjum hami er skaptur við kórverkinum hjá honum, sum sameinir røddir og ljóðføri á høgum musikalskum [...] , sum skuldi rópast út í heimin, og sameiningin av floytuni, klarinettini og klaverinum ljómaðu um alla Fríðrikskirkjuna, og tú vart onga løtu í iva um, hví Jóhan Mortensen júst hevði valt Fríðrikskirkjuna
sum skjótast, sigur Bjørn á Heygum. Mugu vita hvat vit standa Nyrup segði við Sosialin í farnu viku, at avgerðir í bankamálinum ikki skuldu takast undir trýsti. Er tað ráðiligt at fara undir samráðingarnar [...] gera tað, sigur Bjørn á Heygum. Í hesum, heldur tingmaðurin, er innbygt ein trygd, at samráðingarnevndin fer ikki at tora at taka avgerðir, sum ikki er undirtøka fyri í Føroyum. Politisku flokkarnir eru [...] vil ikki leingja fyrningarfreistina enn einaferð. Grundgevingin sigst vera, at ongar broytingar eru í málinum, síðani freistin varð útsett seinast. Bjørn á Heygum, talsmaður, sigur, at Landsstýrið hevur
sum skjótast, sigur Bjørn á Heygum. Mugu vita hvat vit standa Nyrup segði við Sosialin í farnu viku, at avgerðir í bankamálinum ikki skuldu takast undir trýsti. Er tað ráðiligt at fara undir samráðingarnar [...] gera tað, sigur Bjørn á Heygum. Í hesum, heldur tingmaðurin, er innbygt ein trygd, at samráðingarnevndin fer ikki at tora at taka avgerðir, sum ikki er undirtøka fyri í Føroyum. Politisku flokkarnir eru [...] vil ikki leingja fyrningarfreistina enn einaferð. Grundgevingin sigst vera, at ongar broytingar eru í málinum, síðani freistin varð útsett seinast. Bjørn á Heygum, talsmaður, sigur, at Landsstýrið hevur
skulu lokkast at keypa júst tann rætta ísin. Dinosaurar, »prikkutir hundar« og mangt annað gott verður brúkt í kappingini. Tað er fíggjarliga óforsvarligt hjá Fóm, at fara inn í eina tílíka kapping, serliga [...] sum mjólk og ísur. Tá ein hyggur í henda bókling, so sæst, at alt ikki er sum tað skal á myndunum, og har eru nakrir berir blettir. Og tað er heldur ikki uttan orsøk, tí í lokunum til henda nýggja ís liggur [...] afturat okkum, tá brúk er fyri tí. Fóm selur í løtuni bara á tí føroyska marknaðinum, men fer eftir hvat skilst at royna seg aðrastaðni við, men tað krevur sítt. Í londunum kring okkum er verjutollur á nógvum
øllum ganginum. Tað hjálpti okkum, at vit høvdu roynt júst hetta fyrr í ár, í steypafinaluni, sigur hon. Ann Hansen heldur, at størsta styrkin hjá liðnum í ár hevur verið breiddin. ? Fyrr hava vit havt eini [...] varð leiktur miðskeiðis í oktober (Kyndil tapti tann allarfyrsta dystin í kappingini á Skála móti StÍF), hevur vegurin verið langur, og tað hevur gingið upp og niður. Fyrst í februar tapti Kyndil óvæntað [...] føroyameistari, og tað eydnaðist so í ár. Og harafturat vísir hon á viðhaldsfólkini, sum hon heldur hava verið ótrúliga røsk at stuðla teimum ? raskari enn fyrr. Ongantíð í iva um sigurin Ann Hansen heldur
men skjótt gjørdist róðurin frægd fyri eygu og oyru. Andante Tað er óivað í hesum satsi, at klokkan kemur inn í myndina. Stevið í satsinum minnir ikki sørt um ein Bornholmara. Træblásararnir hava stóran [...] nógv harpiks fer fyri skeytið í hesum satsi. Framúr gott framfýsni eyðkendi finaluna. Tað er hugaligt at lurta, tá orkestrið leggur lítið í smálýti, men heldur letur seg hvørva í vaksandi tónaveldinum. Á henda [...] størri verki, men júst hesin satsurin, Adagio fyri strúkarar, er vorðin ein sonevndur »klassikari«. Stílurin liggur tætt upp at tí »neo romantiska« rákinum, í dró fleiri tónaskøld fyrst í hesi øldini. Adagio