Í dag: Innflytarar - flóttarfólk

? Umheimurin

Nú val hevur verið til Fólkatingið, hava vit aftur hoyrt, um, hvussu stórur trupulleikin við innflytarum flóttarfólki er í Danmark, og skuldi ein trúð summum politikarum, stendur og fellur landsins framtíð við hesum spurningi.

Men tað vísir seg, at ikki øll fremmand fólk geva trupulleikar, tí teir norðmenn, sum búgva har (teir eru størsti bólkur av útlendingum í Danmark), hoyrist lítið um, og heldur ikki týskararnir, sum er triðstørsti útlendingabólkur í landinum, verða tiknir upp á tunguna.

Harafturímóti kunnu turkar, fólk av Balkan, somaliar og norðurafrikanar brúkast, tá ið vísast skal á, hvussu vandamiklir útlendingar eru fyri sosialu, politisku og mentannarligu trygdina hjá tí vanliga danskaranum.

Kundi ein tonkt sær, at hetta kundi skyldast, at tað bæði sæst og hoyrist á hesum fólkum, at tey eru fremmand? Tí slík tala hoyrist ikki bert úr Danmark, men eisini úr øðrum norður- og vestureuropeiskum londum.

ST?s umboðsstova fyri flóttarfólk, UNHCR, hevur eina uppgerð frá januar 1995, sum sigur, at knappar 15 mill. fólk eru flýdd úr einum landi í annað, og tá eru - væl at merkja - palestinar í ymsum londum ikki taldir við.

Av hesum 15 mill. finna vit umleið 2 í Europa. Leggja vit tey 592.000 flóttarfólkini í USA aftrat, verður úrslitið tað, at á leið 3 mill. av heimsins flóttarfólkum eru at finna í tí búskaparliga framkomna partinum av verðini - restin finst í u-londum.

Nevnast kann, at í Iran finnast 2,3 mill. flóttarfólk, í Congo (fyrrverandi Zaire) yvir 1 mill. í Pakistan 1 mill. í Tanzania 883.000, í Uganda 287.000 og í Kenya 252.000.

Umframt USA kann bert Týskland av heimsins mest framkomnu londum vísa fram líknandi tøl, nevniliga eina góða millión.

Og tað er eisini í u-londum, vit finna tær 26-27 milliónirnar av sokallaðum internum flóttarfólkum, t.v.s. fólk, sum eru rýmd frá húsi og heimi undan borgarkríggi ella øðrum ófriði og harðræði, men ikki eru farin um nakað landamark enn.

Slík tøl vísa væl, at tað er ikki júst í Europa, at flóttarfólkaspurningurin er størstur.

St hevur eina viðtøku, sum flest lond hava undirskrivað, og sum pliktar hesi lond at taka ímóti fólki, sum verða persónliga jagstrað í sínum heimlandi. Harafturímóti hava londini ikki skyldu, at taka ímóti bólkum, sum av politiskum, átrúnaðarligum ella líknandi grundum kenna seg hótt ella fólki, sum rýma, tí tey hungra. Hesi, sigur man, kunnu best verða hjálpt á staðnum.

Hetta er tað, ið tjakast verður um.

Ein trupulleikin er, at ógvuliga ringt er at skilja nevndu orsøkir frá hvørji aðrar, tí tær hanga aloftast saman og eru ein fylgja hvør av aðrari.

Ein annar trupulleikin er, at nevndu ting helst ikki eru veruligi trupulleikin. Hann er helst tann, at fólk í Europa og Norðuramerika ræðast fremmand fólk og fremmanda mentan og tí vilja halda innflytarar og flóttarfólk burtur.

Danski blaðmaðurin Ulrik Høy skrivar eitt stað, at við teimum á leið 30 kríggjunum, sum eru í verðini í dag, finnast 300 til 400 mill. menniskju, sum er kvalifiserað til at bera heitið flóttarfólk.