um, hvussu hon velur ørindini út til sínar konfirmantar. Tá hon sjálv var konfirmerað fekk hon ørindið úr Jóhannes kapittul 14, fyrsta ørindi: ”Hjarta tykkara verði ikki óttafult! Trúgvið á Guð, og trúgvið [...] enn tað ikki hevur havt so stóra ávirkan á mítt lív, vísir hon á. Sum prestur í Føroyum, fyrst við heimstaði í Fuglafirði og nú í Havn, hevur Anne Mette eisini havt hundraðtals konfirmantar til undirvísing [...] úr Lukas 16, 10: ”Tann, sum er trúgvur í tí minsta, er eisini trúgvur í stórum”. Hann skilti tað ikki til fulnar týdningin av ørindinum tá, fyri skjótt 50 árum síðani, men hevur síðani persónliga takkað
næminginum vælkomnan til enn eitt skúlaár við skúlan. Av tí at talið av næmingum ikki er so stórt, so er ikki neyðugt hjá Funningsfjarðar Skúla at senda skriv í húsini ella at senda kunngerð til Kringvarpið um [...] Er tað kortini nakað, sum øllum næmingum ikki plaga at dáma, so er tað heimaarbeiðið. Hvat sigur Brandur til tað? - Eg veit ikki, er stutta svar hansara til henda spurningin. Í sama flokki Sum longu nevnt [...] hann er púra klárur til at fara í skúla á fyrsta sinni. Hann hevur longu keypt taskuna við øllum tí, sum hoyrir til eina slíka. Ein dagin herfyri var hann og keypti sær eina skúlatasku til høvið. Í handlinum
haldi eg er sera keðiligt, sigur hon, sum tí valdi at skifta til KÍ í fjør. Greitt ja til KÍ Rættast er helst at siga, at hetta skiftið hennara til KÍ hendi væl áðrenn kappingin skuldi byrja í 2004. Sakin [...] Wardum hevur higartil í ár ikki havt so nógv at gera í málinum hjá 1. kvinnuliðnum hjá KÍ: Einans seks mál eru farin ígjøgnum hjá henni, meðan liðið í hinum endanum hevur skorað ikki færri enn 34 ferðir hjá [...] hjá mótstøðuliðunum. - Og fyri at siga tað sum tað er, so er ikki altíð eins lætt hjá mær at fáa dystarvenjing, tí eg ikki altíð havi so nógv at gera í málinum. Men tá vit spæla móti B36, tá fái eg nógv
høgtíð. Hon vísir á, at Heilsuhjálparafelagið er til samráðingar, og byrjað verður upp á realitetssamráðingar fyrst í januar. - So, høgtíðin er eisini kærkomin til hvíld fyri stríðið, sum liggur fyri framman [...] Antonsdóttir í kvøld hevur verið dunna og mandlugreytur omaná. 1. jóladag eru tey boðin inn á Skála til systrina við familju, og síðan eru tey aftur samlaði hjá í Hoyvík 2. jóladag, tá tey fara at eta lambasteik [...] óttin fyri einum virusi mest sum hevur yvirtikið okkum øll. - Tjóðin er klovin í tvey og fólk, ið ikki hava fylgt tilmælinum um at lata seg koppseta, eru næstan skýrd at vera landasvíkjarar. Retorikkurin
tú teg til jólini – ella koma jólini bara, tá tey koma? - Ja, jólini koma, tá tey koma - tíbetur somu tíð hvørt ár. So her er eingin fyrireiking. Tað sigur Viviann Tórsdóttir. Hevur tú pyntað til jólar [...] jólar og gert tú nógv burturúr við pynti og ljósketum? - Eg eri ikki komin so langt, at eg havi hugsað um at pynta, men perurnar eru uttanfyri húsini, so tað bara at tendra. Pyntið kemur líka fyri 1. sunnudag [...] tað so skjótt, tað varð keypt. Ert tú farin at hugsa um jólagávur, og hvussu nógvar gávur verður tað til? - Eg havi umleið 40 gávur at keypa, og mær dámar væl at hugsa um, hvat hvør ynskir sær og so royna
Hvussu kann man ikki elska løturnar við jólatónleki í útvarpinum og hugnaligum løtum saman við familjuni, spyr Jeanne Leosdóttir Holm, sum býr í Hirtshals. Hvussu fyrireikar tú teg til jólini – við pynting [...] eru onkrar longu komnar í hús? - Í ár gjørdu vit ein dagstúr til Hjørring, har vit keyptu allar jólagávurnar. Nógvar skuldu sendast heim til Føroya, og tí var týdningarmikið at fáa avgreitt tær sum skjótast [...] ov handilslig, ella dámar tær jólini, sum tey eru? - Mær dámar jólini, sum tey eru. Men eg lati meg ikki freista av øllum reklamum og øðrum. Eg veit, hvat eg skal keypa, og hvussu nógv tað skal kosta. So
Hvat hevði tú gjørt, um tú ikki hevði tað starv, tú hevur ídag? - Eg las stjórnmálafrøði. Helst tí eg ætlaði mær at frelsa heiminum - ella um ikki annað at hjálpa til í menningarlondum. Royni at hanga [...] hanga eitt sindur í við at gera móta við meining. Til dømis við verkætlanini í Jordan. Har geva vit kvinnunum møguleika at tjena pengar við at binda fyri okkum. Hvat er títt favorittplagg? - Eg elski kjólar [...] eg "YES" - tá G&G verður størri, verður hetta mín leiklutur. At arbeiða við verkætlanum, sum hava til endamáls at hjálpa fólki í menningarlondum at uppfylla teirra dreymar - við at gera burðardygg klæðir
dømdur til deyða í Kalifornia í 1971, men seinni varð dómurin broyttur til lívslanga fongsulsrevsing, tá staturin avtók deyðadóm. Nú 40 ár eru liðin, síðan hann varð dømdur fyri at viðvirka til dráp av [...] undirverðini. Eg sigi ikki fólki, hvat tey skulu gera. Tey vita sjálvi, hvat tey skulu gera. Men um tey ikki vita, kunnu tey spyrja meg. Eg eri ein ringur maður, eg eri lorturin. Eg spæli ikki. Eg skjóti fólk [...] Manson kortini vorðin forsprákari fyri umhvørvinum. Hann hevur soleiðis eisini tosað fyri, at menniskju ikki dálka umhvørvi so nógv, at hetta gongur út yvir pólarnar. Myndirnar av Charles Manson eru tiknar,
at eingin vandi er fyri, at vit í Føroyum ikki fara at kunnu kanna fólk fyri korona-smittu í eina rúma tíð aftrat, tí korona-testirnar ganga undan. - Í mun til eitt nú Grønland, sum fær lidnar testir úr [...] hann hevur skilt, eigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan væl av tilfari niðurfyri til eitt stórt tal av korona-royndum. - Eg eri ikki laborantur, og tey á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni vita eisini meira at siga [...] korona-smittu í Føroyum, sigur læknafakligi ráðgevin, at hann er ein varin optimistur, sum hann tekur til. - Í løtuni haldi eg meg tora at siga, at gongdin hevur verið frægari, enn vit stúrdu fyri. Hann vísir
inntøkan er ov lítil til at gjalda lánini. - Ert tú í læru ella gongur í skúla er tað eingin ólukka longur at fáa eitt barn, men tú sleppur ikki í skúla, um tú ikki hevur eitt pláss til barnið. Eg síggi dømi [...] venda tað við og siga, at hevur tú einki pláss til barnið kanst tú ikki søkja arbeiði. Eg kann ikki taka dagar ímillum um, hvørji skulu á stovn ella ikki. Eg havi upptøkureglurnar at ganga eftir og einki [...] børn sleppa inn. Men eg eri úr góðum bergi brotin og eg gevi ikki skarvin yvir. Foreldur koyra tað ikki yvir á meg persónliga, og eg føli ikki, at eg havi óvinir. Hóast Katrin Holm tvíheldur um, at uppt