- Tit skulu øll doyggja, eg drepi øll, rópti drápsmaðurin á Utøya, tá ið hann fór at skjóta frá hond í gjárkvøldið.
Ein av teimum, sum yvirlivdi skjótingina, var Adrias Pracon, sum er skrivari í ungdómsfelagsskapinum hjá norska Javnaðarflokkinum.
Hann greiddi CNN frá, at hann var til staðar, tá ið Anders Behring Breivik fór at skjóta.
- Eg stóð eina sjey metrar frá honum, tá ið hann rópti, at hann fór at drepa øll. Hann siktaði eftir mær við einum pistóli, men skjeyt ikki, greiddi Pracon frá.
Hann sigur, at drápsmaðurin elti flýggjandi ungdómarnar á oynni og skjeyt øll, hann kom í nánd av. Pracon yvirlivdi álopið, tí hann og tveir aðrir mans lógu millum onnur deyð fólk, og drápsmaðurin helt hann tí verða deyðan.