støðugt. Grønlendska hagstovan hevur gjørt upp, at í 2017 búðu 16.370 grønlendingar í Danmark, og tað vóru 68 fleiri enn árið fyri. Hetta er nýtt met Gongdin seinastu árini hevur verið, at talið á grønlendingum
Um vikuskiftið hevur innbrot verið í Skótahúsinum á Selatrað. Innbrotið varð meldað í gjáramorgunin og tey siga, at tað er hent í tíðarskeiðinum frá fríggjakvøldinum til tíðliga í gjáramorgunin. Løgreglan [...] krónur eru stolnar, umframt nakað av sodavatni og kanska okkurt annað smávegis eisini. Men løgreglan hevur góðar vónir um at fáa greiði á innbrotinum, tí tey siga, at tey hava góð spor at fara eftir.
Tað er nakað av vindi í Vágum í dag, og tað er nú greitt, at SAS hevur avlýst túrin til Føroyar í dag. SAS skuldi koma í Vágar klokkan 12.15, hava hava longu nú í morgun gjørt av avlýsa túrin. Aðrar broytingar [...] broytingar eru ikki fráboðaðar, uttan at Strandferðslan hevur avlýst ein farmatúr í Kalsoy við Ternuni, og at Jósup siglur ein túr ímillum Havnina og Nólsoy nú á miðdegi
men eina spenningssøgu sum gongur fyri seg um veturin. Tað er Elin á Rógvi sum hevur skrivað søguna. Sangurin til søguna hevur verið nógv at hoyrt seinasta mánaðin, tað er Lea Kampmann, sum syngur sangin
Ein pendlari á Fjóni í Danmark hevur víst heldur margháttligan atburð í sambandi við ferðing við toki á Fjóni og Sælandi. Eftirlitsfólk hava innan tvey ár tikin mannin 114 ferðir í toki, uttan at hann [...] hann hevði gylduga bilett at vísa. Jyllands-Posturin skrivar, at maðurin nú hevur fingið dóm. Maðurin játtaði seg sekan, og niðurstøðan er, at hann skal gjalda 90.000 krónur í bót og skal 30 dagar í fongsul
18 ára gamla Margit W. Fríðmundsdóttir er á fyrsta sinni við til Oyggjaleikir, og hon hevur so sanniliga gjørt vart við seg. Í kappingini í longdarlop mánadagin gjørdist hon nummar tvey, og í morgun setti [...] setti hon nýtt føroyskt met á 200 metra teininum og kvalifiseraði seg til hálvfinaluna. Margit hevur enn nógvar kappingar fyri framman, og hon dylur ikki fyri, at tað er ein stór uppliving at vera við til
Rockbólkurin Týr hevur seinastu dagarnar gjørt upptøkur til tvey tónleikavideo, sum verða útgivin í februar mánaði. Upptøkur eru gjørdar í fjøllunum í Slovenia og ymsastaðni í Ungarn – millum annað í einum [...] nýggju útgávuni hjá bólkinum, »Hel«, sum kemur út 8. mars. Annað video er til »Ragnars kvæði«, sum Týr hevur innspælt til nýggju útgávuna.
eftir at hann í longri tíð hevur stríðst við krabbasjúku. Hann doyði stillisliga mikukvøldið, eftir at hava verið innlagdur eitt samdøgur á Sankt Lukas. Morten Grunwald hevur vunnið nógvar heiðurslønir
Nú eru 52 valstøð tald upp. Tað sæst, at Sambandsflokkurin hevur gjørt eitt ordans hál og hevur lagt seg fyribils á odda við 3382 atkvøðum. Fólkaflokkurin næstfremstur við 2599 atkvøðum, og Javnaðarflokkurin
Í eina tíð hevur vøllurin í Jørundsgøtu, sum millum børnini annars hevur verið hjartað í økinum gjøgnum ættarlið, verið stongdur fyri bóltspæli. Nú er vøllurin tikin í nýtslu aftur. Nógv fólk var komið