18 ára gamla Margit W. Fríðmundsdóttir er á fyrsta sinni við til Oyggjaleikir, og hon hevur so sanniliga gjørt vart við seg.
Í kappingini í longdarlop mánadagin gjørdist hon nummar tvey, og í morgun setti hon nýtt føroyskt met á 200 metra teininum og kvalifiseraði seg til hálvfinaluna. Margit hevur enn nógvar kappingar fyri framman, og hon dylur ikki fyri, at tað er ein stór uppliving at vera við til Oyggjaleikirnar.