Tað er nakað av vindi í Vágum í dag, og tað er nú greitt, at SAS hevur avlýst túrin til Føroyar í dag. SAS skuldi koma í Vágar klokkan 12.15, hava hava longu nú í morgun gjørt av avlýsa túrin.
Aðrar broytingar eru ikki fráboðaðar, uttan at Strandferðslan hevur avlýst ein farmatúr í Kalsoy við Ternuni, og at Jósup siglur ein túr ímillum Havnina og Nólsoy nú á miðdegi